langa siðvenju at byggja okkum eitt heim. Hesum fari eg at arbeiða fyri. Í alt ov langa tíð hevur tað verið nærum ógjørligt hjá vanligum løntakarum og ungum at seta búgv ella at byggja síni egnu hús. Soleiðis [...] Soleiðis eigur tað ikki at vera! Tað skal bera til at byggja hús á bygd sum í bý, eisini har, peningastovnarnir ikki halda tað loysir seg. Her skulu vit bjóða peningastovnunum av. Tað gera vit møguligt [...] ungdómsbýli, ið ger, at ungdómar flyta av landinum. Ung lesandi skulu kunna leiga lestraíbúðir, og síðan skal møguleiki verða at fáa eina ungdómsíbúð; og harnæst skulu tey hava góðar karmar at fara undir egnan
trýst á fleiri frontum. Tí er hetta ein av fremstu uppgávum, sum politiska skipanin skal loysa. Tað nyttar lítið at byggja nýggj flott ellisheim og nýggjar barnagarðar um ongi starvfólk eru at taka sær av
fyribyrgjandi sálarlig heilsufremjan vera loysnin. Men hvussu skal tað ítøkiliga fremjast í verki? Tað er ikki ofta vit hoyra boð uppá hvussu tað skal gerast. Vit hugsa, at loysnin kundi verið funnin longri [...] børn sum ikki orka at vera til skulu sita í skúla hvønn dag. Ongin hjálp er at heinta og samstundis skal gerandisdagurin koyra við øllum tí, sum hann inniber. Alt hetta vísir okkum, at okkurt grundleggjandi [...] vitni til slíkan mistrivnað longur! Tí noyðast vit at taka okkara samfelagsskyldu t.v.s onki barn skal fáa bjóðað eitt tilboð, har við síggja at teirra sjálvsvirði verður skatt hvønn einasta dag av teimum
Føroyskar fyritøkur hava leingi skríggjað eftir hondum, sum skapa og byggja. Hendur sum kunnu byggja og umvæla bygningar, skip, vegir, bilar ella tunlar. Eisini hendur, sum kunnu baka, gera mat, sniðgeva [...] tí valmøguleikarnir vanta. Tað er avgerandi, at vit hava eina fjølbroytta arbeiðsmegi í Føroyum. Skal tað eydnast, mugu bæði handligar og bókligar útbúgvingar raðfestast. Avbjóðingin á yrkisútbúgvingarøkinum
málið at vera at geva kommununum heimild at byggja bústaðir. Hetta hevur ikki borið til frammanundan. Kommunan hevur bert heimild at vera við til at byggja eldra- og lestraríbúðir. Men skulu vit nøkta [...] keypa ella leiga har. Bústaðir er ein lyklaleikari í hesum arbeiðinum. Bústaðir skal ikki rekast sum eitt partafelag, og tað skal vera munur á almennum og privatum bústaðafeløgum. Javnaðarflokkurin vil geva
byggjast skal einfalt – t.d. tvey sløg av íbúðum, íbúðir við 2 kømrum og íbúðir við 3 kømrum. Og so skal byggjast eitt stórt tal av hesum íbúðum, fyri at fáa eindarkostnaðin niður. Ikki minst so skal Føroya [...] Hetta ger, at tú einans skal hava 360.000 í láni, men hevur kortini fullan rætt á heiminum, og kann ikki t.d. blakast út ella nakað líknandi. Í stuttum snýr tað seg um at byggja so bíligt sum til ber. Hetta [...] keypir, men tú tekur einans lán uppá 20% av kostnaðinum. Dømi: Um lutaíbúðin kostar 1,8 milliónir at byggja, skalt tú hava lán á 360.000, restin tekur Føroya Lutaíbúðarafelag lán uppá, og so rindar tú títt
blokkstuðul, men tey virðir, vit sjálv skapa í Føroyum. Byggja brúgv Eitt av mínum málum er at beina burtur polariseringina millum bygd og bý og byggja brúgv millum Tjóðveldi og virðisskapandi kreftirnar í [...] stendur uppi uttan hart stríð hvønn dag. Hvussu fáum hondum vinnan skal savnast á, og hvussu stórur partur av tilfeingisrentuna skal renna inn í felagskassan, eru vit ymisk á máli um. Men vit eiga ið hvussu [...] eina størri køku, so meira verður til hvønn, hóast vit hava ymsar hugsanir um, hvussu samfelagskøkan skal býtast. Tjóðveldi hevur sum mál, at Føroyar skulu hava sjálvberandi búskap, so vit kunnu vinna fult
komin til at byggja eina fótbóltshøll, tykist tað sum, at verandi samgonga, við okkara sokallaðu ”lokalpolitikarum”, ikki hevur ætlanir um at byggja nakra fótbóltshøll. Fótbóltshøllin skal byggjast og hon [...] høllin skal staðsetast. Tí er tað mær ótrúligt, at okkara sokallaðu lokalpolitikarar á Skálafjørðinum ikki hava torað at traðka í karakter og sett sum krav, at staðsetingin av eini fótbóltshøll skal vera [...] hon skal byggjast á Skálafjørðinum. Eg fari at arbeiða fyri Skálafjørðinum um eg komi inn um tinggáttina. X við Sjálvstýri, X við Hera Danielsen Sí meira kunning um Sjálvstýrisflokkin umvegis heimasíðu
eiga ella leiga. Uppgávan hjá Bústøðum er ikki at skaffa pengar til eigaran, men at byggja heim til føroyingar. Tí skal Bústaðir ikki rekast sum partafelag, men sum ein almennur stovnur. Hálønt og láglønt [...] vilja geva Bústøðum og kommununum heimild til at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg, sum saman kunnu byggja meir, enn Bústaðir kann einsamalt. Og vit skulu tryggja bíliga húsaleigu kring alt landið, so øll [...] øll hava ráð til eitt trygt heim, har tað ikki er vandi fyri at verða blakað út hvørja løtu. Ongin skal hava vinning av neyðini hjá øðrum. Vit vilja eisini seta leigubýlisstuðul í verk til láginntøkubólkar
Landið krevur, at SEV skal gjalda til nýggja aktørin, líkamikið um SEV kann selja streymin. Nú skal framleiðsla stýra eftirspurninginum, og um eingin hevur tørv á streyminum, so skal SEV framvegis gjalda [...] Hví skal eg gjalda fyri eina vøru, sum eg ikki taki niður av hillini ? Ja, hetta er ein fløktur spurningur, men júst soleiðis er støðan hjá SEV. Vit eiga øll SEV – ja, tað er rættiliga kul, at vit øll [...] Runavík, líkamikið hvør ið kostnaðurin annars er av at flyta orkuna út til Fugloyar ella higar. SEV skal bert hava slíkt yvirskot, at tað kann framtíðartryggja okkara veiting. Útbyggingar av framleiðslu