heldur vilja avbyrging, kunnu brúka fólkatingssessin til slíkt niðurbrótandi virksemi. Tað hevur okkara land ikki brúk fyri. Eg havi fulla virðing fyri tí, at ein partur av Føroya fólki vil hava loysing. [...] stóran skaða fyri Føroyar, um hann ikki verður brúktur rætt. Hetta skulu vit gera: Vit skulu gera okkara ávirkan galdandi, soleiðis at málsøkini sum eru felagsmál (tey sokallaðu donsku málsøkini) verða [...] tvørturum landamørkini. Sambandsflokkurin hevur eisini arbeitt við at fáa nýtt fongsul bygt í Føroyum, og okkara fólkatingsmaður hevur havt sætið í uttanríkispolitisku nevndini, har til ber at fáa trúnaðarupplýsingar
Samband við allan heim! Vit arbeiða áhaldandi fyri, at land okkara fær allar teir møguleikar og tað frælsi, sum onnur lond hava. At kunna samstarva og gera avtalur á jøvnum føti við onnur lond. At loysa [...] Ísland, Skotland ella Bretland – í heila tikið, hvørja uttanríkispolitiska kós vit velja, saman við okkara samstarvspørtum. Uttanríkistænasta klár Seinastu 25 árini hava vit bygt upp eina sera væl skikkaða [...] liðnum. Men, ein greið rødd á fólkatingi, kann dyggiliga stuðla undir, at røkka málinum. Kann tala okkara søk og skapa virðing og forstáilsi á fólkatingi og uttanfyri landoddarnar, hevur eftir mínum tykki
teirri umfatandi koppsetingini, skrivar hann við tilsiping til covid-19-koppsetingina. – Hann førdi land okkara gjøgnum harðastu avbjóðingarnar, vit nakrantíð hava havt. Og so legði hann eisini eftir Putin og
raðfest. Í øllum okkara arbeiði fara vit at tala tjóðskaparsøkina, tí vit vilja vera eitt sjálvstøðugt land. Eitt land, sum umboðar seg sjálvt og ikki verður umboðað av øðrum landi. Eitt land, sum samstarvar [...] donsk viðurskifti framum okkara. Tað er tað, teir eru settir í verðina til. Einans ein fræls rødd kann tí greitt tala og virka fyri okkara søk. Vit fara at stríðast fyri okkara rættindum, annaðhvørt tað [...] okkum- Føroyar og fólki. Vit fara altíð at tala okkara søk heldur enn at gerast partur av einum donskum flokki. Tað er ein ómøgulig uppgáva at umboða okkara sjónarmið, sum partur av einum donskum flokki
Alt annað er tvætl. Uppgávan verður at fara til Danmarkar at flyta allar avgerðir, sum hava við okkara land at gera, heim til Føroya, og býðst mær hetta høvi á fólkatingsvalinum, fari eg hvønn dag at arbeiða [...] Henda perla í hjartanum í Havn hevur sín uppruna í Høvdarhaga í Skopun, haðani basaltið, vit eiga í okkara undirgrund, er tikið. Betri gróttilfar til slíkt arbeiði finst ikki, siga tey, sum arbeiða við føroyska [...] til stóran part av Føroyum - ja, heilt úr Sandoynni til Viðareiðis, har eg og míni nú eisini hava okkara regluligu gongd, fer tunnilin so sanniliga eisini at lætta um hjá øllum teimum mongu, sum dagliga
fáa kjøt og grønmetisframleiðslu á eitt hægri stig, vinna vit nógv. Tað er burðardygt at brúka okkara land til framleiðslu - ikki keypt úr útlondum, sent við skipum - skulu vit hugsa tað grønu leiðina, [...] ið vit mugu fyrihalda okkum til. Hetta kann eisini geva fleiri og nýggj arbeiðispláss til okkara samfelag. Sambandsflokkurin er garantur fyri einum styrktum Ríkisfelagsskapi, men samstundis eisini tann
lata stuðulin til tann, sum kann hjálpa Føroyum við at byggja land. At flyta ábyrgdina til Føroyingar. At geva okkum aftur, tað ið er okkara og at syrgja fyri, at vit fáa størri sjálvræði. Tað merkir stuðulin
okkum. Avgerðir flúgva yvir høvdið á okkum hvønn dag, sum hava stóran týdning fyri okkara land, okkara samfelag og okkara gerandisdag. Avgerðir, sum onnur taka uttan um okkum, og sum vit fáa fráboðað frá [...] lógligar felagsskapir. Strategiir verða kunngjørdar um, hvat skal henda í okkara sjógvi og okkara landi, uttan at Løgtingið og okkara fólkavaldu verða spurd ella hava nakra ávirkan. Danmark hevur fráboðað [...] kavbátar og herskip og flogfør á okkara firðum – uttan at Løgtingið og Føroya fólk hava samtykt tað ella viðgjørt tað. Vit fáa fráboðan um, hvør kann sleppa inn og út um okkara landamørk – tildømis undir korona
avtala. Vit samstarva við onnur lond um heilsutænastur, har vit gjalda fyri viðgerð av sjúklingum okkara uttanlands, mest í Danmark og nakað í Íslandi (vit kunnu keypa heilsutænastur aðrastaðni, um vit [...] vilja vera partur í einum javnbjóðis samstarvi og so at bidda um pengar til útbygging av samfelagi okkara, sum vit sjálvi eiga ábyrgdina av. Tað fyrra skapar virðing og harvið møguleikar. Tað seinna ger [...] blokkin. Tey høvdu annað at brúka pengarnar til, og tað er væl skilt. Latið okkum ikki missa vunnið land og vunnið vald. Men standa saman um, at sjálvandi skulu vit samstarva, men altíð á jøvnum føti. Ikki
Dreymurin hjá okkara ungu er at blíva floygd heimaífrá, spreiða veingirnar og seta kós til onnur lond fyri at víðka sín sjónarring og fáa sær góða útbúgving og royndir. Okkara lesandi, sum byrja lesna [...] líka føti við onnur ungfólk í Ríkinum og við donskum SU-lánum. Er hetta ikki gull vert fyri eitthvørt land og eitthvørt fólk at hava slíkan møguleika? Men er hetta ein sjálvfylgja? Sleppa t.d. óavmarkað tal [...] teimum, tí teir eru ikki partur av Ríkinum, men koma einans undir norðurlendsku avtaluna. Eg vil okkara ungdómi tað besta, bestu korini og smidligar loysnir at virka innanfyri. Tí bjóði eg meg eisini fram