Aberdeen, sum skuldi flúgva okkum yvir Wick og Scabster og leiðina víðari út á Foinaven feltið. Túrurin tók knappar tveir tímar. Tað er bert umleið gott og væl eitt ár síðani, at Foinaven oljufeltið, sum [...] í øllum góðum og eru nú bráddliga hálva leiðina heima aftur. Petrojarl Foinaven er eitt sokallað FPSO-skip, (Floating Production, Storage and Offloading Ship) sum viðger olju og gass og hevur stórar g [...] goymslutangar. Skipið liggur umleið 190 km vestur úr Hetlandi, og er dýpið har millum 400 og 600 m. Hava vit Føroyar í huganum, og tað hevur man mest sum alla tíðina, tí tú er so nær markinum, so liggur
var millum Kaldbak og Sund, og harvið komu tey bæði Hans og Tóra at hittast, og tey giftast í 1946. Tískil eru tað 61 ár síðan, at Tóra kom inn á Sund at búgva. Vit báðir, Jakku og Óli, hava verið inni [...] strævið. Omma og abbi giftust nakað áðrenn aldarskiftið, og tey giftist inn hjá langabba og langommu. Abbi róði út og var vaktarmaður á prestbátinum. Nøkur ár róði hann út í Íslandi, og nøkur ár var hann [...] systkjunum livir bert Villi eftir, og hann býr í Danmark. Hans var bert 66 ára gamal, tá hann doyði í 1990. Tey bæði, Hans og Tóra, fingu børnini Benadikta, Sigrid, Jákup og Hanus, og Tóra eigur tvey ommubørn.
hansara 10 menn skulu halda og halda skil á hvønn einasta dag. - Men eg havi sera gott fólk aftrat mær. Og tí gongur tað bara væl, sigur hann og brosar til starvsfelaga sín, Sigmund. Arbeiðsøkini hjá teimum [...] gott fólk, sum bert hava eitt fyri eyga: At tað vera vakurt og snøgt í kommununi, bæði summar og vetur. - Okkara arbeiði er sera áhugavert og fjølbroytt. Vit gera stutt sagt alt - you just name it!, sigur [...] planta ymiskt, gera gøtur og kanska fær sær eitt springvatn eisini. Fríðking og kloakkir Runavíkar kommuna er við teimum seinastu samanleggingunum vorðin sera stór í vavi og fólkatali. Hon fevnir um bæði
B68 flytur niður, og nýggjur venjari er Øssur Hansen. Hann hevur verið í venjaratoyminum í eina tíð, og málið er at sameina Toftir og B68. Felagið skal aftur á gamlar gøtur. Pannukøkur og Premier League [...] Øssuri stórt álit og dugir væl at fáa tað besta burtur úr leikarunum uttan at vera órímuligur. Hann skilir, at menn arbeiða við síðuna av og hava familju. Øssur fær fleiri og fleiri dystir og er so smátt við [...] Øssur Hansen, Jan Petersen, Oleif Joensen, og 19 ára gomlu Jacob Eli Olsen og Súni Fríði Barbá. Millm teir meiri royndu eru beiggjarnir Petur Hans Hansen og og Jens Christian Hansen, umframt Aksel Højgaard
pengum og lýst soleiðis: »Et Hus bestående af 2de Stuer, 2 Kammere, 1 Køkken og 1 Fæhus, 16 Alen lang og 10 Alen bred, ved Huset 1 Kjeld 5 Alen i Firkant, til Huset en Hauge.« Inger Christine og Johannes [...] skorsteinar, og tað vóru amtmanshúsini og prestahúsini. Jacob Pedersøn Debes doyði í 1724 av bróstsjúku, og Metta kom at sita einkja í 28 ár, inntil hon doyði 1752. Húsið var tí kallað »hjá Mettu«, og seinni [...] eingi børn, men systir hansara Billa átti 10 børn. Jóannes tók elsta systirsonin til lærling og arving, og hesin var síðan róptur Jógvan í Mettustovu. Hann giftist og fekk børn, men sum ofta var, so doyði
Smyril hevur strikað túrin til Vág mikudag og at ferðin hósdag er broytt, so at hann siglur norður av Drelnesi klokkan sjey hóskvøld og suðuraftur klokkan 10. Og nú eitt kvøldið hoyrdu vit landsstýrismannin [...] Hvalba og Tvøroyri, á Hvalbiarkei og í Sandoynni, at tann farleiðin verður aldrin til meiri enn eitt ískoyti fyri at fáa túratalið upp. Í øllum førum er túrurin hjá Smyrli norður um morgunin og suður [...] inn á Skálafjørðin er niðurløgd, og hon kostaði 2,5 millión. Í øllum førum er tað ein greið, politisk avtala, at ferðasambandið til og úr Suðuroynni skal verða betri og tað verður uppgávan hjá landsst
á føroyska liðnum, har tað er ov langt millum keturnar, og at franskmenn tí fáa ov gott pláss á bóltinum. MÁÁL, 3-0 til Frakland, Amine Gouiri, 10 minuttir: So er støðan 3-0 til Frakland, sum eru fleiri [...] har fraklendingar fyrstu løtuna skoraðu fleiri mál. 72 minuttir: So ger føroyska liðið sína triðju og seinastu útskifting. Filip í Liða úr AB kemur á vøllin fyri Tórur Jacobsen úr KÍ. 68 minuttir: Støðan [...] við beinleiðis frísparki. 51 minuttir: So skiftir franska liðið sínar bestu leikarar út. Amine Gouiri og Maxence Caqueret, sum báðir hava skotið tvey mál, eru farnir av vøllinum. Teir spæla báðir dagliga
felagskvotu saman við m.a. útróðrarbátum og garnaskipum, og hvussu varð hetta viðgjørt í samgonguni, umsitingini og sonevnda makrelbólkinum? 7. Hvørji landsstýrisfólk og/ella tingfólk í samgonguni settu krav [...] londum og við hvørjum sáttmálum), og hvussu nógv fær hvør fiskimaður í krónum og oyrum á einstøku skipunum fyri søluna? 12. Eftir hvørjum sáttmálum verður manningin avroknað í sambandi við at keypa og selja [...] mótmælti staðiliga teimum avgerðunum og teirri politisku og umsitingarligu viðgerð, ið fór fram av makrelfiskiskapinum í vár. Og andstøðan legði eisini í vár eitt og sjálvstøðugt uppskot fyri tingið um
stevnur og festivalar kring landið. - Vit eru opnir fyri øllum møguleikum og hugskotum, sigur Hans Jákup. Øllum í boði - Perl stendur bæði føroyingum og útlendingum í boði til leigutúrar, og óhugsandi [...] ein nýggjur bátur og tað, at verksmiðjan hevur umboð í Føroyum, vigar tungt í avgerðini. Pearl kostar slakar 4 miljónir krónur, nú hann er í Føroyum. Hann er 13,42 metrar langur og 4,10 metrar breiður. Í [...] smyrjibreyð og suppa – alt eftir, hvørji ynskini hjá teimum ferðandi annars kunnu vera. Eisini her eru møguleikarnir næstan óendaligir. - Tú kanst soleiðis leiga bátin við kokki og fáa mat umborð, og tú kanst
tí tá fiskaðu teir ikki kortini. Deksbátarnir vóru "Eysturhøvdi" og "Ørvur" úr Klaksvík og "Hoyvík" og "Glottin" úr Havn. Havnarmenn og skálvíkingar høvdu keypt "Glottan" úr Klaksvík til hendan fiskiskapin [...] upplæring í flakavinnu, og flakavirkið hjá Nordafar var fyrimynd fyri fleiri av teimum flakavirkjum, sum komu í Føroyum í sekstiárunum. Fløkini vórðu seld til Bretlands og USA, og frystiskip sigldu í beinleiðis [...] í stórum tali og róðu út við innstalleringum og deksførum. Tey fyrru árini fóru bátarnir ikki so langt úr Føroyingahavnini, men sum fráleið løgdu teir alt fjarari leiðir undir seg, og menn fóru at byggja