fingið av lunda seinastu árini hevur gjørt, at tey trý hagastýrini í oynni hildu fund um vikuskiftið, og har blivu samd um at friða lundan komandi tvey árini. - Men hetta er tó bert galdandi fyri traditionellu [...] ógvusligur, at fimm av teimum tólv fleygingarsessunum á Urðini í Nólsoy skolaðu burtur. Ivi hevur tí verið um, hvørt lundin fer at bera seg at sum vant, nú náttúran er so nógv broytt. Hetta, samstundis sum ógvuliga [...] lundanum er. Annars frættist, at óvanliga nógv hevur verið at sæð til lunda í ár aðrastaðni, so kanska árið í ár fer at roynast. Men óvanligu umstøðurnar í Nólsoy hava so ført til, at nólsoyingar hava valt
og røkkur í dag um alt landið við fleiri hundrað framsýningum árliga. Í Føroyum er avtalað at byrja við eini trý ára royndarætlan, har stuðul verður latin til tíggju listaverk hvørt árið. Ein nevnd, ið [...] sýningarnar um alt landið. Fyriskipararnir vóna, at royndarætlanin, sum sjálvsagt er avmarkað í mun til tal av skúlum og listaverkum, skal mennast til eitt átak, sum í framtíðini fer at fata um alt landið
stungnan í hondina, sum verður drigin um kvøldið. Á skránni leygarkvøldið er ein forvitnislig framsýning um hársniðið upp ígjøgnum tíðina og Regin Nónstein fer at greiða frá um trolarasøguna í Hvalba. Mira Olsen [...] di í Hvalba í fleiri ár. Alt tiltakið er ókeypis og tað verður fíggjað við ymsum tiltøkum gjøgnum árið, men limagjaldið er eisini ein hjálp. Tað er ikki bara tað, at tiltakið er ókeypis, tí í hurðini á
bátarnir fóru undir endaspurtin hevði Sundabáturin vunnið seg nakað fram um Tvørabátin, men í endanum var eingin ivi. Sundabáturin bara økti um munin, og við sigrinum megnaðu teir eisini at tryggja sær meistaraheitið [...] KAPPRÓÐUR Sundabáturin hevur fingið sera góð úrslit, síðani báturin bleiv bygdur, og í so máta gjørdist árið í ár ikki nakað undantak. Leygardagin megnaðu menninir norðan úr Hvannasundi og Norðdepli nevniliga [...] fingu bestu byrjanina upp á róðurin, og inn eftir firðinum vóru tað teir báðir, sum leingi stríddust um fremstu sessin. So við og við megnaði teir á Tvørabátinum tó at fara frá Stráluni, men í staðin fyri
Zarepta til sangvenjingar, har eisini tosað hevur verið um framtíðarætlanir og har eru góðir møguleikar til sosiala samveru og onnur tiltøk. Kórið telur um 65 sangarar og leiðarar eru Jógvan við Keldu og Árni [...] andaligir sangir, trúgvandi fólki til uppbyggingar og eisini við evangeliskum innihaldi. Einaferð um árið ? á Nýggjársveitsluni í Betesda ? syngur kórið verk, eitt nú brot úr Messias hjá Händel, smábrot
eisini verða á skránni. Tað er vanligt, at danski uttanríkisráðharrin viljar í Føroyum eina ferð um árið. Av løgmansskrivstovuni siga tey, at fundirnir millum uttanríkisráðharran og landsstýrið vanliga [...] báðar parar. Á fundunum er nevniliga vanligt, at uttanríkisráðharrin, eins væl og landsstýrið, kunnar um tey mál, hann í løtuni tekst við, somuleiðis, sum ymsir trupulleikar viðvíkjandi uttanlandsmálum verða [...] heilt liðug. Orsøkin til hetta er, at fólkatingið hevur longt tingsetuna, og tí er ikki heilt greitt, um uttanríkisráðharrin júst kemur mánadagin ella hann verður nakrar dagar seinkaður.
væntar giktafelagið, at limirnir nýta dagin til at kunna seg um tað nýggjasta innan giktviðgerð. Felagið hevur arbeitt miðvíst við at kunna um tær ymisku giktasjúkurnar, sum eru nógvar, og síðani komið var [...] t samstarv hevur verið munandi lættari at arbeitt við upplýsing. Ymisk tiltøk hava verið ígjøgnum árið, men mesta orkan er løgd í at gera sjálvan hátíðardagin so breiðan og spennandi sum til ber. Giktafelag [...] Rasmussen, prentsmiðustjóri, og Aleksander Enniberg, yvirlærari. Arbeitt verður við at geva út minnisrit um virki felagsins gjøgnum hálva øld.
vetur vant eina ferð um vikuna ? hvørt mikukvøld í ein tíma ? og á skránni leygarkvøldið eru sálmar og sangir, sum kórið hevur havt frammi hetta síðsta árið. Skráin fevnir millum annað um onkran nigro spiritual [...] kórleiðaranum, sum fann fram til, hvat hetta var fyri ein sálmur. Heitt var á Zacharias Zachariassen í Gøtu um at umseta sálmin, tað hevur hann gjørt, og nú verður høvið at hoyra teir gott tríati sangararnar í
einar 17 milliónir um árið fyri at bera seg. West Feezer kostar um 27 milliónir. Teir skulu avreiða 75% av fiskinum í Føroyu. Nú fara teir at skriva fiskakeyparum bræv, har teir kunna um fiskin, frystingina
við í blaðnum í gjár. Formaðurin í arbeiðsgevarafelagnum segði, at sáttmálin gav 2% í lønarhækking um árið í tvey ár, og at alt fór til pensjónir. Men Poul Nybo vísir á, at sáttmálin gav teimum eisini tveir [...] sett niður úr 12 tímum, niður í 11 tímar um dagin og 1. apríl næsta ár fer hon niður í 10 tímar. Alt útyvir tað er yvirtíð. Og afturat tí eru ymsar ásetingar um skeið og annað komið í sáttmálan. Formaðurin