kommunu, Trúgvi Gudmundarson, sum vísir á, at vinnulívið í Hvalba skapar rættiliga stór virðir, bæði til tey fólk, sum búgva í kommununi og í Suðuroy sum heild, men so sanniliga eisini virðir til alt tað [...] ótolandi. Í Hvalba hava vit fleiri skip og virkir - ikki minst TG Seafood - sum hava tørv á tungum flutningi. Umstøðurnar eru serstakliga vánaligar í mun til tann tørv, vit hava. Tað sigur borgarstjórin í Hvalbiar [...] at tá slíkur flutningur er í tunlinum, krevst serligt loyvi til flutningin, eins og neyðugt er við fylgjarabili, og tá slíkur flutningur er, kann eingin onnur ferðsla vera í tunlinum samstundis. Hann vísir
eftir summarferiuna í ár, enn tað fóru í fjør. Av teimum 698 børnunum, sum skulu í fyrsta flokk næsta ár, fara 684 børn í fólkaskúla, seks fara í frískúlan í Havn og átta fara í frískúlan í Kelduni á Skálafirði [...] helvtin av tí, sum í løtuni ganga í fyrsta flokk í frískúlunum. Yvirhøvur fara heldur færri børn í fyrsta flokk næsta ár, enn í ár, enn hesi seinastu árini: Í 2014 fóru 715 næmingar í 1. flokk Í 2013 fóru 697 [...] heili 46 børn byrja í fyrsta flokki í skúlanum við Ósánna. Í 14 skúlum byrja færri enn 10 næmingar og í tveimum skúlum byrjar bara ein næmingur í fyrsta flokki. Í Suðuroy er fyrstu flokkur í seks skúlum og
sum hevur verið frammi í Tórshavnar Býráð, er at skipa eina útbúgving á meginøkinum tí tey halda, at ein forðing fyri at fáa fleiri útbúgving fólk, er at heilsuskúlin er í Suðuroy. Tey halda nevniliga, [...] gerast beinanvegin. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum. Trupulleikin hann sipar til, er, at tað gongur so illa at manna størvini í eldraøkinum kring landið við fólki, sum hava útbúgving, [...] skulu ikki fáa studning, men tey skulu fáa løn ímeðan tey ganga í skúla. Úrslitið er, at tey fara ikki at missa inntøku ímeðan tey eru í skúla og eftir hansara tykki er hetta uppskotið so mikið áhugavert
umleið 1,8% í mun til raksturin í 2018. Umframt kommunala raksturin, so er Vágs kommuna eisini partur av fleiri kommunalum samstørvum, m.a. innan eldraøkið í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy. Í 2019 kostaði [...] verður dagført varð í 2019 eisini farið undir at gera klárt til nýggja bingjuplássið í Vágs kommunu. Í 2019 vóru eisini gjørdar íløgur innan barna- og ungdómsøkið. Í Vágs Skúla vóru vindeyguni skift, [...] hevur hildið til. Í miðbýnum varð hildið áfram við at fríðka og varð Minnisvarðaøkið nýgjørt í fjør og er í dag vorðið eitt sat prýði fyri kommununa. Raksturin av Vágs kommunu kostaði í 2019 umleið 56,3
Seinasti dysturin í 17. umfari í Betrideildini varð spældur í Trongisvági í dag, har TB/FCS/Royn og B36 hittust í einum útsettum dysti vegna Europa League-luttøkuna hjá B36. Tað vóru broytingar á báðum [...] Heimaliðið hevði lotið undan í fyrra hálvleiki, og smáar tíggju minuttir fyri leiklok løgdu teir seg á odda 1-0. Tað var tann stóri Reidar Dahl Joensen, sum stútaði bóltin í málið. Hetta sá út til at blíva [...] B36-arin, Michal Przybylski, sum skoraði. Í seinna hálvleiki hevði B36 lotið undan og spenti álopsbogan við at skifta Meinhard E. Olsen inn, men hóast yvirvág í spælbýti og møguleikum, so eydnaðist tað
kommunurnar í Sandoy hava fingið minni inn í skatti higartil í ár enn tær fingu í fjør. Størsta afturgongdin er í Húsavík og í Skopun, har afturgongdin er yvir níggju prosent, men á Sandi og í Skálavík er [...] minkingin undir eitt prosent. Í Skúgvoy er afturgongdin yvir 10 prosent og av teimum sjey kommunum í Suðuroy, hava tær fimm fingið minni inn í skatti higartil í ár aftur ímóti í fjør. Einastu kommunurnar við [...] teimum 29 kommununum fingið minni inn í skatti higartil í ár, aftur ímóti enn í fjør. Men tað loypur eisini í eyguni av teimum 13 kommununum, sum hava fingið minni inn í skatti, eru tær 10 sunnan fyri Sko
vinna fulla úrtøku og at halda tætt í verjupartinum. Í Suðuroy er spenningurin øgiliga stórur. Toppliðið fær vitjan av NSÍ, sum fyri viku síðani vann fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum – 1-0 á heimavølli [...] dystir í sætta umfari. Tann fimti var í gjár, tá ið B36 vann trivaligan og sannførandi 4-0 heimasigur á ÍF. Skálamenn eru á veg til Sørvágs, har setningurin er at vinna stig og at skora fyrsta málið í hesum [...] HB fær vitjan av meistarunum í Víkingi, sum framvegis ikki hava tapt. Fyri viku síðani endaði tað 2-2 á heimavølli ímóti KÍ. Klaksvíkingar fáa vitjan av uppflytarunum í EB/Streymi, sum hava fleiri ferðir
tingmennirnir báðir í Suðuroy, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, havt síni fyrivarnir, bæði tá ið tað snýr seg um uppboðssølu av rættindum og av anti-trust uppskotinum. Eisini eru teir ivassamir í spurninginum [...] at finna eina semju, eftir at hon í longri tíð samráddst við Sambandsflokkin um eina nýskipan. Nú er veruleikin, at sjálvt innanhýsis kunnu tey ikki semjast. Í gjár og í dag hevur verið tosað nógv um upplýsingar [...] takast. Samgongan hevur slept ætlanunum um at fáa eina breiða samgongu og stríðist í løtuni við at fáa eina innanhýsis semju í samgonguni. Eftir fundirnar á Seglhúsloftinum eru fleiri mál komin uppá pláss,
kemur rennandi í túninum uttan fyri Bartskersstovu, gamla handilshúsið hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn. - Kanst tú ikki koma aftur seinni, eg havi ikki tíð, tivar hann fram. Í lagið haldi eg [...] eg, men endi hóast alt inni í ruðuleikanum í gamla handlinum. Jóhan Simonsen hevur úr at gera í hesum døgum. Um tveir dagar skal handilin í Havn lata upp av nýggjum, og týsdagin 1. desember letur hann [...] viljað gjørt í fleiri ár, greiðir Jóhan Simonsen frá. Tey bæði gjørdu Degns hús í 1920-ára stíli fyri tveimum árum síðani, og læntu tá ting úr húsunum hjá Katrinu Christiansen. Posthús í ovaru hædd Niðara
og frá samgongufeløgunum í Javnaðarflokkinum, bendir alt á, at hon stendur við hesa ætlan. Mánadagin vóru umboð fyri Nærverkið tískil í Suðuroy á fundi um at seta ætlanina í verk. Ein avleiðing av hesum [...] Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ikki ger eina brádliga kúvending fyrsta dagin, fáa eini 10-15 starvsfólk á Suðuroyar Ellis- og Røktatheimi hoyringsskriv um uppsøgn í allar nærmastu framtíð [...] umboð fyri Nærverkið vóru á fundi við leiðsluna og stýrið fyri Suðuroyar Ellis og Røktarheim á Tvøroyri í fyrradagin. Rósa Samuelsen hevur boðað frá, at tey átta tvímannakømrini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi