ur í mannarættindamálum. Fyrr í ár vitjaði hann Gazageiran, og í einari frágreiðing, sum hann nú hevur latið mannarættindanevndini hjá ST, skrivar hann, at kanska hevði tað verið rætt at staðfest eitt [...] novembur í 2006 sum krígsbrotsverk. Í frágreiðingini skrivar Desmond Tutu, at ísraelska herleiðslan hevur ikki givið nakra væl undirbygda frágreiðing um álopið. Orðini hjá Tutu hava vakt ans í Ísrael. Talsmaðurin [...] Desmond Tutu skal koma við tílíkum skuldsetingum uttan at kanna veruleikan. Ísraelska herleiðslan hevur fyrr sagt, at ísraelski herurin hevði rætt til at søkja at Beit Hanoun, tí palestinar høvdu skotið
gjørdist tíverri ov tíðarkrevjandi at umsita.? Sosialurin hevur í tveir dagar roynt at fáa orð á stjóran á Kvinnu, Lenu L. Mohr, men tað hevur ikki eydnast enn. Kvinnukjakið letur aftur bert fáar dagar [...] dagar eftir, at Dimmalætting lat kjaksíðuna Kjak.fo aftur av somu orsøkum. Síðan hevur Kjak.fo verið lýst til sølu á uppboðssøluni loppan.fo. Men neyvan verður nakar áhugaður keypari, tí fólkini handan kjaksíðuna
r, sum hava ræðið á herinum og løgregluni. ES hevur somu uppfatan av støðuni, og franski uttanríkisráðharrin, Bernard Kouchner, segði í gjár, at ES hevur mist tolið við zimbabwiska forsetanum. - Verður [...] er 231 milliónir prosent, og ein vanlig máltíð kostar fleiri milliónir zimbabwiskar dollarar. Tað hevur havt við sær, at nógv fólk í Zimbabwe eru farin at eta rottur og eitrandi nøtir, sigur tíðindamaðurin
Sudan, og 70 prosent av sudanska útflutningsvirðinum stavar frá oljuni. Kina hevur sýtingarrætt í ST-trygdarráðnum og hevur verið ímóti øllum uppskotum, sum hava mælt til at revsa Sudan fyri at fáa eina [...] sum hava burturflutt kinesararnar, men eingin av teimum felagsskapunum, sum stríðast við stjórnina, hevur enn átikið sær ábyrgdina. Hinvegin er tað ein sannroynd, at uppreistrarfelagsskapirnir hava funnist
flokkum, men tíðin hevur víst, at tørvur veruliga er á Miðflokkinum, segði Karsten Hansen Hetta er næsti fundur hjá Karsten Hansen miðflokkamaður, og hann segði, at hann ongantíð hevur angrað, at hann tók [...] stevnuskráin hjá øllum flokkum í ávísan mun byggja á kristnu grundsjónarligu virðini. - Men tíðin hevur víst, at tørvur veruliga er á Miðflokkinum í føroyskum politikki, og tað var henda niðurstøða sum
einki meistaraball í Keflavík í gjárkvøldið. Keflavík hevur 46 stig, og FH hevur 41 stig. Keflavík skal leygardagin spæla á heimavølli ímóti Fram. FH hevur tveir dystir eftir at spæla. Mikukvøldið skulu teir
International. Eik Investment Banking hevur staðið fyri kapitalhækkingini, ið nú er avgreidd. Hetta er ein av teimum spennandi føroysku verkætlanunum, og felagið hevur eitt stórt vakstrarpotentiali uttanlands [...] n hækkaður, og nýggir íleggjarar eru komnir uppí Holding-felagið aftan fyri KT-fyritøkuna Norriq hevur fingið fimm nýggjar partaeigarar, og samstundis er partapeningurin í felagnum hækkaður, soleiðis at
trupulleikum, og virkandi borgarstjórin vil ikki útiloka, at fólk verða søgd úr starvi Klaksvíkar kommuna hevur átrokandi tørv á gjaldføri fyri at svara sínum skyldum. Klaksvíkar kommuna sendi í gjárkvøldið tí [...] at tiltøk beinanvegin verða sett í verk fyri at venda skeivu gongdini, og keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at støðan er álvarsom og akutt. Kristian Fríðrik Olsen, virkandi borgarstjóri, sigur [...] Klaksvíkar kommuna nú tekur skjót og ítøkilig stig fyri at venda skeivu gongdini, og fíggjarnevndin hevur eisini lagt eina ætlan fyri næsta fíggjarár. Hann útilokar ikki, at tað verða uppsagnir í kommununi
Hann er onki styttur, tí sitandi býráðssamgonga hevur ikki raðfest grundstykkir til okkara ungu, og tey sum ynskja at flyta heimaftur. Eftir at bíðilistin gjørdist elektroniskur, er tað hent, at tey sum [...] fullkomuliga móti, tí hann gerst bara longri og longri – uml. 1800 í løtuni. Tað einasta hendan samgongan hevur gjørt, er, at bjóða ungum familjum 200 fermetrar grundstykki fyri omanfyri hálva milljón. Tískil stendur [...] At smoyggja útlendskar byggiloysnir yvir fólk skapar ikki áhugan at seta búgv í kommununi. Hettar hevur ligið á láni, og vil eg arbeiða fyri, at grundstykkir aftur fáa høga raðfesting til okkara ungu familjur
Edmund Joensen, løgtingsmaður, fær løn frá Løgtinginum, meðan hann hevur farloyvi haðani, hóast hann hevur løntan varamann á Tingi fyri seg Edmund Joensen fær meiri enn eina millión um árið fyri sessirnar [...] eg vera eitt bindilið, sigur Edmund Joensen, við útvarpið hjá Kringvarpinum. Meðan Edmund Joensen hevur farloyvi frá Løgtinginum, er Helgi Abrahamsen tingmaður fyri hann. Fyri fólkatingssessin fær Edmund