framvegis soleiðis, at Skála er á odda, og at teir harvið liggja best fyri í FM kappingini. Sunnudagin verður toppdystur á Skála, tá ið HB fer at vitja, og tað er longu greitt, at manningarligu fyritreytirnar [...] øllum at døma hann, sum fer at verja málið sunnudagin. Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi, plagar at verða tikið til. Sunnudagin noyddist evnaríki Skála miðvallarin, Bjarni Jørgensen, at gevast [...] steðgaði hann knappliga á og bað um at sleppa av vøllinum. Talan er um vøddaskaða. Bjarni hevur ikki vant síðani, og á Skála hava teir ikki góðar vónir um, at hann fer at verða tøkur sunnudagin móti sínum
kommunuskeiðnum, so verður helst neyðugt at leggja kommunurnar saman við lóg! Oddagrein í sama blaði veit eisini at siga, at tó eru eisini kommunur, ið ikki eru áhugaðar í at leggja saman og vilja tí heldur varðveita [...] hjá landsstýrinum er at samanlíkna við gifta mannin, ið ikki fær sín vilja við konu síni, og tískil er bert eini vegur til tess at røkka málið: At neyðtaka konuna! Tað er gott at teir persónar og tær kreftir [...] og fekk tað ígjøgnum - hvat við at Føroyar eisini koma inn undir demokratiska stýrisskipan tá nú Føroyar sigast at hoyra undir Danmark, tó uttan at demokrati loyvist at búleikast á klettunum?? Her ruggar
kommunuskeiðnum, so verður helst neyðugt at leggja kommunurnar saman við lóg! Oddagrein í sama blaði veit eisini at siga, at tó eru eisini kommunur, ið ikki eru áhugaðar í at leggja saman og vilja tí heldur varðveita [...] hjá landsstýrinum er at samanlíkna við gifta mannin, ið ikki fær sín vilja við konu síni, og tískil er bert eini vegur til tess at røkka málið: At neyðtaka konuna! Tað er gott at teir persónar og tær kreftir [...] og fekk tað ígjøgnum - hvat við at Føroyar eisini koma inn undir demokratiska stýrisskipan tá nú Føroyar sigast at hoyra undir Danmark, tó uttan at demokrati loyvist at búleikast á klettunum?? Her ruggar
Hava vit fólkini til at fremja granskingina, og klára vit at skapa teimum tað rætta umhvørvið, soleiðis at áhugavert er hjá teimum at vera í Føroyum. Hesar spurningar eiga vit at seta okkum sjálvum. Tað [...] Nú landsins myndugleikar hava sett út í kortið, at ein triðingur av inntøkunum frá einskiljing skal nýtast til gransking, er líkt til, at gransking fer at møta politiskari vælvild. Bæði andsstøða og samgonga [...] skipað soleiðis fyri, at útlendskir granskarar, sum bert steðga eitt avmarkað tíðarskeið, fáa nakrar munandi skattafyrimunir. Og tað kann eisini hugsast, at tað verður neyðugt at skapa líknandi fyrimunir
kross, er umráðandi, at tú ger tær greitt, hvat tú vilt vísa við hesum krossi, og hvørja ávirkan tín krossur kemur at hava í framtíðini. - Vilt tú vísa, at tú heldur tað vera í lagi, at føroyskir politikarar [...] og eisini fer at seta krøv, um hann kemur at fáa ávirkan eftir fólkatingsvalið. Hetta merkir ikki at vit leggja okkum út í innanhýsis donsk viðurskifti, eins og vit ikki vilja hava danir at leggja seg út [...] politikarar - uttan at seta krøv - lata sín stuðul til danska Javnaðarflokkin, danska Vinstraflokkin og danska Konservativa flokkin, uttan sjálvir at fáa stórvegis politiska ávirkan og uttan at vera tiknir við
verða við, at kommunustýrislógin ikki loyvdi einum borgarstjóra at hava slíkan álitissess sum forsetasæti í ÍSF, samstundis sum hann var borgarstjóri. Sjálvur dugir Heðin Mortensen ikki at síggja nakað [...] starv, og tí dugi eg ikki at síggja nakað galið í tí, at eg siti sum ÍSF-forseti, samstundis sum eg eri borgarstjóri, sigur Heðin Mortensen. - Fyrr var tað nógv meiri krevjandi at sita í stjórnini í ÍSF, [...] n. Av tí at tað er ógreitt, um tað er nakað, ið forðar fyri, at Heðin Mortensen kann røkja bæði borgarstjórastarvið og forsetaembæti samstundis, eru fólk í innlendismálaráðnum farin undir at kanna málið
noyddir at bíða heili fýra ár ella uppaftur longri, áðrenn tey fingu høvi at hittast aftur í oyggjaleikahøpi. Tí var avgjørt at skipa fyri serligum fimleikaoyggjaleikum. Upprunaliga var ætlanin, at Føroyar [...] kvinnunum, væntar eisini, at kvinnurnar fara at klára seg væl. -Tær hava gjørt stór framstig seinastu tíðina, so nú verður spennandi at vita, hvussu leikur fer. Vit vita, at kvinnurnar hjá Bermuda eru [...] men tað gjørdist skjótt greitt, at umstøður og karmar ikki náddu at koma upp á pláss til tíðina, og tí tók Isle of Man yvir. Góðar umstøður Tað er ikki so langt síðani, at Isle of Man var vertur fyri oy
londunum. Tað er í ráðharraráðnum, at Føroyar ynskja at umboða seg sjálvar. - Eg vil ikki royna at tulka, hví støðan er vorðin, sum hon er í dag. Tað var mín fatan, at tað ikki vóru løgfrøðiligir trupulleikar [...] men nú sær tað út sum, at tað verður sera torført at uppnáa fullan limaskap til Føroyar í ráðharraráðnum, sigur Ole Stavad. Stríðist fyri limaskapi Í hesi vikuni fer Ole Stavad at senda eitt bræv til donsku [...] tað verið stórt ivasemi, um at broyta Helsingfors sáttmálan, tað er eitt politiskt stríð, sigur Ole Stavad. - Men eg havi alla tíðina verið til reiðar, at stríðast fyri at fáa gjørt tær neyðugu broytingarnar
framleiðsluvinnuni at selja sínar virkaðu fiskavørur til ES. At kostnaðarstøðið í Noregi eisini er høgt, er búldur omaná sár. Tí er ikki óhugsandi, at vinnan fram við norsku strondini verður noydd at "flagga út" [...] framleiðslu av einfaldum fiskavørum í staðin fyri at leggja seg eftir vørum, sum krevja meira vitan og sum áttu at kastað meira av sær. - Hetta kann koma at merkja, at fiskiídnaðurin fram við norsku strondini hvørvur [...] heimasíðuni veit Vinnuhúsið at siga, at samstundis, sum norska vinnan gremur seg um vánaligar karmar uttanfyri ES, fegnast danski fiskiídnaðurin um, at tað nú verður lættari at innflyta rávøru úr triðjalondum
bløðunum ein dagin, at fyrstu vallyftini eru brotin, og tað er júst tað, sum er hent, sigur ein av andstøðuleiðarunum, Jenis av Rana. Hann vísir á, at skerjingar skuldu gerast við endamálinum at spara, og tá [...] Jenis av Rana er hart ímóti, at almanna- og heilsumál aftur komu undir eitt aðalráð, og vísir hann á, at viðkomandi landssýrismaður Hans Pauli Strøm als ikki hevur møguleikan at umsita stóra økið einsamallur [...] orsøkin til, at Páll á Reynatúgvu og Bill Justinussen í undanfarnu samgongu býttu økið ímillum sín. - Í staðin fyri at skapa møguleikar fyri visiónum og menningarætlanum, fer Hans Pauli bert at sløkkja eldar