undirskriftir ímóti tí, sum fer fram. Tað tey meina við, er, at slakar tvær vikur fer Smyril av landinum í dokk í einar seks vikur og ímeðan skal íslendska ferjan Herjólfur røkja ferðasambandið. Herjólfur tekur [...] hava útvið tríggjar tímar um hvønn túrin ímillum Suðuroynna og Havnina. Og tað er ein áhugabólkur í Suðuroy nú farin at samla undirskriftir ímóti, har fólk kunnu mótmæla á internetinum. Har er kravið, at [...] at nú Herjólfur skal sigla, er tænastustigið í roynd og veru sum tað var fyri 1975, tá ið Mols ferjan varð keypt. – Tolið er uppi hjá okkum, sum búleikast í Suðuroynni, og kravt verður, at Suðuroyarleiðin
Gongdin í samfelagnum er so óviss, at fer rentan upp, er einki í vegin fyri, at hon lækkar aftur. Men annars vísir løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin á, at nú eru tað mesta av teimum heilt stóru íløgunum í sa [...] at í nógv ár framyvir verður pláss á fíggjarlógini fyri eini stórari íløgu í Suðuroyartunnilin, uttan at spreingja íløgukarmin hjá landskassanum. Hann vísir eisini á, at Smyril er ikki ókeypis í rakstri [...] menningin í Suðuroy so stór, at tað er brúk fyri tveimum skipum fyri at halda tørn. Skipini skulu eisini endurnýggjast - og tað er ikki ókeypis, so samanumtikið er tað nokk minni munur á útreiðslunum í longdini
fyribyrging, mørk, rættindi o.ø. Undirvíst verður í Suðuroy, Vestmanna, Klaksvík, Tórshavn og á Kambsdali, og um 500 næmingar fáa undirvísing frá Kyn í ár. Í ár hevur Kyn valt at leggja dent á Fyrstu Ferð [...] Aftur í ár fer Kyn út á miðnámsskúlarnar at hava seksualundirvísing í sambandi við Viku Sex. Hetta er fimta árið á rað, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar fáa undirvísing í evnum sum anatomi, kenslur, sexsjúkur [...] ferð. Vit kenna ikki føroysku tølini, men ímynda okkum, at hann er nakað tann sami í Føroyum. Sex fyrstu ferð fyllir nógv í huganum hjá teimum ungu, og vit ynskja, at tey skulu kenna seg klár og trygg, so
frá øðrum kommununm í Suðuroy, sum ikki brúka sína kvotu næsta ár. Annars verður mett, at kommunuskatturin í Fámjin næsta ár verður 1.950.000 krónur, men harumframt fær kommunan 80.000 í rentuinntøkum, samstundis [...] fremst vegurin í bygdini, sum skal gerast, umframt renovatiónsplássið og kloakkir. Ætlanin at brúka 500.000 krónur uppá ein veg í bygdini, sum er rættiliga illa farin. Talan er um vegin inn í Hviltabotn, [...] Bygdaráðið heldur ikki at tað er rætt, at tey skulu forfella. Annars skulu stórar íløgur gerast í vatnbrunn. Í Fámjin búgva 110 fólk.
heilsølan hjá Poul Hansen á Tvøroyri var í, nú brúkast til?? Tað er ein spurningur, sum Tvøroyrar Býráð hugsar nógv um í løtuni. Býráðslimir hava lagt høvdið í blot og á býráðsfundi mánakvøldið varð nógv [...] til. Poul Hansen hevur í mong ár leigað bygningin til heilsølu, men tað er kommunan, sum eigur hann. Húsið hevur staðið tómt síðani síðani Poul Hansen gavst við heilsølu í Suðuroy á nýggjárinum og býráðslimir [...] býráðslimir vilja ikki, at hann skal falla í órøkt, eins og bygningarnir hjá bedingini, sum lesast kann um aðrastaðni í blaðnum. Umsiting Onkrir býráðslimir vístu á, at húsið var væl hóskandi til umsiting
Tað er Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin í Suðuroy, sum hevur sett løgmanni ein grein 52 fyrispurning, har hann spyr soleiðis: – Nær í ár verður uppskot til verklagslóg fyri Suðuroyartunnilin [...] løgmaður svarar hon, at sum tað stendur í samgonguskjalinum, so er samgongan samd um, at: “Heimild verður givin Pf. Suðuroyartunlinum at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og neyðugur [...] eru lidnar við ársenda í 2024. Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin sum skjótast.” – Samsvarandi hesum, eru 10 mió. kr settar av í løgtingsfíggjarlógini fyri
úr stuttari fjarstøðu smekkaði bóltin í málið eftir deyðbólt og sending frá innskifta Martin Klein Joensen. Síðstu løtuna høvdu tey í heimaleguni orsøk at bíta negl í høgættarkuldanum. Innskifti Jonathan [...] Tað er bátafestivalur á Toftum, og lagið í heimaleguni fekk eina tonn rætta vegin, tá ið tað í kvøld á Svangaskarði eydnaðist B68 at vinna 2-1 ímóti 07 Vestur, sum er botnlið og bara hevur vunnið eitt [...] vinnur fulla úrtøku, og hetta er fyrsti sigur hjá toftamonnum síðani teir í øðrum umfari vunnu 2-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Tað var 16. mars, og harvið eru tað sjey vikur síðani, at toftamenn síðst
Í dag eru 71 ár liðin síðani fólkaatkvøðuna um um loysing frá Danmark 14. september í 1946. Tað var í kjalarvørrinum av bretsku hersetingini av Føroyum undir seinna verðaldarbardaga – tá einki samband [...] samband var millum Føroyar og Danmark, at loysingarrørslan í Føroyum rættilig fekk vind í seglini. Eftir at Danmark gjørdist frælst aftur í 1945 vóru samráðingar millum Løgtingið og donsku stjórnina um framtíðarstøðu [...] heimastýrisskipan – og 9. mai í 1946 samtykti Løgtingið at leggja málið út til fólkið. Fólkaatkvøða skuldi haldast við hesum spurningum: I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi? II. Ynskja tygum
kommunustjóri á Tvøroyri og limur í tibúgvingabólkinum hjá Tvøroyrar kommunu. Hann er eisini serfrøðingur í tilbúgving og ráðgevari á økinum Í sambandi við eldsbrunan á Varðanum í gjár, hava tey skipað sær eina [...] eina tilbúgvingarmiðstøð í skúlanum í Trongisvági, tí kommunuskrivstovan er í vandaøkinum, rundan um Virkið hjá Varðanum, haðani øll eru flutt burtur, tí vandamikið ammoniakk lak úr virkinum. Hann sigur [...] – Øll tey, sum vóru við í arbeiðnum at sløkkja stóra eldin á Varðanum í gjár, hava rós uppiborið. Og tað hava eisini øll tey, sum hjálpti til upp á allar mátar. Tað sigur Henrik Weihe Joensen, sum er
til at sleppa í musikkskúla. Eyðvitað er bíðilistin longst í Havnini, har 400 børn standa á bíðilista, í Klaksvík standa 140 børn bíðilista, í Runavík eru tað 109, sum standa á bíðilista, í Vágum er bíðilistin [...] bíðilistin 100 børn, í Suðuroy standa 24 børn á bíðilista og í restini av landinum standa 61 børn á bíðilista. Hon vísir á, játtanin frá landinum til musikkúlarnar, er góðar 14,5 milliónir, har tað mesta [...] kring landið og av tí sama eru bíðilistarnir langir. Tað staðfestir Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum. Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sigur at bíðilistin stendst av