liggur, so veit eg ikki, hvat er. Nógv virksemi er í landinum í dag. Tað er jaligt, og kemur okkum øllum til góðar onkusvegna. Men um prísurin, vit skulu gjalda, er, at umstøðurnar á arbeiðsplássum í føroyum [...] deyðsvanlukkur higartil í ár. Talan er um fólk, ið eru virkin í arbeiði, helst frísk fólk, ið vóru til arbeiðis, tá vanlukkan hendi. Um tað ikki er ein ábending um, at neyðugt er at kanna hvar trupulleikin liggur [...] føroyum ikki eru nøktandi, so er tað ov nógv at geva. Øll skulu kenna seg trygg at fara til arbeiðis. Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin
boðsendir. Starvsmannafelagið er fyrsta felagið, sum samráðist við Fíggjarmálaraðið um nýggjan sáttmála og tað er gamalt, at úrslitið av fyrstu samráðingunum verða avgerðandi fyri, hvat onnur fakfeløg eisini fáa [...] alment boðað frá, at nú er tað teirra tørn at fáa eina lønarhøkking, sum munar og at tað er langt ímillum partarnar. Jan Mortensen vil ikki gera viðmerkingar til, hvussu langt tað er ímillum partarnar. Men [...] at tá ið semingsmenninir eru komnir upp í, er tað tí at tað er ov langt ímillum partarnar til at tað bar til at fáa eina semju. Á fíggjarlógini fyri í ár er roknað við eini lønarhækking upp á 2,2 prosent
samfelagnum, søgdu tey. Tey vístu so á, at sambært galdandi lóg er bert loyvt hinskyndum møguleikan at ganga saman í hjúnalag. – Hendan avmarking er ótíðarhóskandi og ikki sømilig fyri eitt framkomið samfelag [...] evropisk lond, sett í gildi antin fullkomna ella nærum fullkomna javnstøðu millum samkynd og hinskynd, hvat hjúnabandslóggávuni viðvíkir. Í hesum londum kunnu pør av sama kyni ganga saman í hjúnalag við somu [...] avleiðingum, sum pør av hvør sínum kyni, søgdu tey í viðmerkingunum. Tey vístu á, at í summum øðrum londum er lóggávan ikki eins víðfevnd, eitt nú í Finnlandi, Bretlandi, Kekkia og Týsklandi. Í hesum londum ber
skulu loysa tær avbjóðingarnar, sum eru. Eitt, sum er sera ógreitt er, hvør hevur ábyrgdina av kommunulæknaskipanini! Hevur nakar ábyrgdina – ella er hon býtt millum ymsar partar - nakað sum ger, at eingin [...] læknavaktini aftan á arbeiðstíð, so hendan hevur verið ovbyrjað og nú hevur gjørt nakrar broytingar, so tað er torførari at fáa læknahjálp aftan á arbeiðstíð enn tað annars hevur verið. Kommunulæknaskipanin virkar [...] trupulleikar sum nú. Álitið varð gjørt saman við kommunulæknum. Í álitinum vóru nógv góð uppskot um hvat kundi gerast við tær avbjóðingar, sum vóru. Tíverri vísti tað seg, at politikararnir, sum komu at
sum heilsuískoyti.” Her er ein útdýpan av, hvat eg meini við hasum orðunum. Er málið ikki longu rokkið? Stór framstig eru hend á økinum, men hetta er ikki komið av ongum. Tískil er týdningarmikið at halda [...] støðan er batnað, men málið er ikki rokkið. Eg haldi, at vegleiðingin til læknarnar er ov avmarkað. Tað eru enn ov fáir sjúklingabólkar, ið kunnu fáa hendan heilivágin. Eg haldi heldur ikki, at tað er rætt [...] siga tað foreinklað, so er primert talan um tvey høvðusevni í cannabisplantuni. Sonevnd cannabinoidir. Tað er THC og CBD. Fleiri undirbólkar eru av hesum cannabinoidum. THC er tað sum kann virka euforiserandi
jólaborðhaldini hildin. Hetta er vorðið sum ein traditión, og tí er jólaborð nakað, sum flestu bara fara til. Spurningurin er so, hvussu nógv arbeiðsplássini í veruleikanum hugsa um, hvat jólaborðhaldið hevur at [...] onnur sosial tiltøk á arbeiðsplássinum, at her er høvi at samansjóða starvsfólk og leiðarar á ein øðrvísi hátt, enn vanligt er í tí dagliga resinum. Hetta er eisini eitt høvi at læra tey fólk, tú dagliga [...] at fokus er á hesi viðurskifti heldur enn á snapsin. Leiðarin kann brúka høvi til at siga nøkur framsíggin orð um fyritøkuna, og hann kann fortelja starvsfeløgunum, hvør leiðin í fyritøkuni er, eins og
longu vera veruleiki. Neyvan nakar er ósamdur í, at tað er og verður ógvuliga óheppið, um ognarrætturin til búskaparliga grundstøðið undir Føroyum endar uttanlands. Tí er neyðugt hjá politiska myndugleikanum [...] ini normaliserað. Tí er neyðugt eisini at taka tað takið, sum ber við sær, at ásetingarnar viðvíkjandi fiskidøgunum og kvotunum verða normaliserað, og tað er eitt ódnartak. Tað er alneyðugt at byrja rætt [...] turbolensurin stórur. Veruleikin er, at nevndin í Føroyagrunninum formelt einki skeivt hevur gjørt, og sjálvandi hava keypararnir heldur einki skeivt gjørt. Handilin er avgreiddur sambært ásetingunum, og
kemur út á Hvítanesi, er umleið 570.000 m3 í innbygdum máti. Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at brúka grótið til tað ætlaðu víðkanina av Eystaru bryggju, men hetta er neyvan nøkur góð loysn [...] teirra framvegis í býráðnum. Tí er valla hugsandi, at býráðið – hóast býráðið kann tað – fer at broyta avgerðina og leggja grótið aðrastaðni enn sum ætlað á Sundi. Vert er eisini at geva gætur, at eingin [...] koyrast. Hetta viðførir nógvan ampa bæði á vegunum og á havnalagnum. Annar møguleikin er at sigla grótið, men hetta er heldur ikki ein løtt og bílig loysn, tí so skal grótið koyrast inn á bryggjuna á Sundi
somuleiðis, at tað, vit kalla heimahjálp, er at kalla ikki til. - Orsøkin til tað er, at vit brúka pengarnar til onnur endamál. - Eg havi sagt tað áður: Tað einasta rætta er at steingja sambýli og ellisheim. Finnur [...] - Tað einasta rætta er, at øll ellisheim og øll eldrasambýli í Føroyum, verða stongd. Tað heldur Finnur Johansen, formaður í pensjonistafelagnum í Havn, og nevndarlimur í Landsfelagnum hjá pensjonistunum [...] fáa vit nógva heimahjálp fyri og eg dugi ikki at síggja nakran annan møguleika, staðfestir hann. Hann er greiður yvir, at tað gerst ikki frá degi til dags, tí tey, sum búgva á sambýlum, mugu sleppa at verða
Eitt annað mál hjá flokkinum á hesum økinum er at seta á stovn eitt uttanríkisráð við landsstýrismanni. Skattapolitikkur Eingin ivi er um, at Fólkaflokkurin er fegin um teir skattalættar, sum verandi samgonga [...] Jørgin legði fram skránna hjá teimum grønu. Eitt av trimum hjartamálum floksins er sjálvbjargni, og konkreta ætlanin er at hava yvirtikið øll málsøkir í seinasta lagi 2015. 21 málsøkir eru eftir at yvirtaka [...] dent á kósina, sum skal gera Føroyar minni heftar at pengum úr danska ríkiskassanum. Spurningurin er, hvat samgongupartnarin á lista B fer at siga til hesa kósina, men Jørgen Niclasen vísti í hesum sambandi