. Vit minnast at hann gekk við nývalinum í lummanum tá ið júst javnaðarflokkurin fyri ikki so langari tíð síðani tosaði um at endurskoða ríkisfelagsskapin og ætlaði koma í tingið við einari sjálvstýrislóg [...] annar hevur ábyrgdina. So kann mann leggja seg afturá at grenja um armóð, neyð og rotinskap og peika eftir øllum hinum sum hava skyldina. Vit eru eitt veldugt fólk, men vit líta ikki okkum sjálvum til at taka [...] fullveldi fer livifóturin niður og tað verður armóð í Føroyum. Og tað verður armóð við lít. Hygg bara eftir teimum nýggjastu innflutningstølunum. Tað er onki mark fyri hvussu nógvar pengar vit hava ráð til
Í 1998 kom norski Vemund Svendsen til Føroya at vitja saman við norska Tensing kórinum BB. Árið eftir var hann biðin um at koma til Føroya at byrja eitt líknandi kór her heima. Tað var KFUM og KFUK, ið [...] fáa tey savnað felagnum nøkur oyru saman. Eisini hevur Tensing havt tvær fløsku innsamligngar, ið eydnaðist sera væl. Tensing syngur mangan til konfirmantafestir í KFUM ella KFUK. Eisini verður kórið mangan [...] so hetta var ein sera stórur festivalur. Um dagin vóru kosertir, workshops og annað, men eisini var tíð at læra onnur fólk at kenna og bert hugna sær. Festivalurin var sera væl umtóktur, ikki bert ímillum
kvirt norði á Stangavegnum. Telefonin ringir ikki so ofta, sum hon plagdi at gera. - Eg brúkti nógva tíð og orku uppá borgarstjórasessin. Eg var trúfastur, og møtti væl upp til tær uppgávur, ið fylgdu við [...] vikuna at spæla fótbólt í Kí høllini. Klokkan 06.30 týsmorgun, og klokkan 8.00 hvønn leygarmorgun. Eftir seinasta dyst fyri jól gera teir upp. Tá sæst hvussu uppmøtingin var til hvønn dystin, hvør skoraði [...] sum borgarstjóri fyri kommununa. Eitt, sum kortini harmar hann, nú hann er farin frá, at tað ikki eydnaðist honum at fáa politiska undirtøku fyri orkuverkætlanini fyri kommununa. - Vit gjørdu stórar íløgur
eisini gjørt, at arbeiðið hevur tikið sera drúgva tíð. Hvønn dag í eitt ár á tamb hevur Lars Moa arbeitt við týðingini, har tað teir góðu dagarnar eydnaðist at týða fýra síður um dagin. - Tí hevur tað eisini [...] Fyri stuttum legði hann til dømis seinastu hond á týðingina av skaldsøguni Ó - søgur um djevulskap eftir Carl Jóhan Jensen, sum kemur út á norskum í februar mánað. Hundraðtals teldupostar Hóast Lars Moa [...] mátti geva upp. Kortini metti eg, at Ó var ein avbjóðing, sum eg átti at megna sum týðari. Tað eydnaðist eisini, men eg má viðganga, at hetta hevur verið tað torførasta, eg nakrantíð havi gjørt., sigur
tann hátt at fáa mannin út. Politistarnir fóru so inn eftir manninum í gassmaskum og aðrari útgerð, sum verður nýtt í slíkum førum. Og tá eydnaðist. Sambært Jón Klein Olsen er tað sera sjáldan, at politiið [...] skola eiturið úr eygunum. - Lásasmiðjurin var tíbetur somikið kvikkur, at hann beinanvegin ringdi eftir sjúkrabili, sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur. Tí komu politistarnir skjótt á sjúkrahúsið [...] mannin, men hevur ikki havt stríð av honum fyrr. Fáa ikki mein Teir báðir politistarnir hava tað eftir umstøðunum gott, men eru sjálvsagt skelkaðir av tilburðinum. Læknarnir rokna ikki við at teir fáa
av samlaðu atkvøðunum. Afturgongdin undir nýggju leiðsluni var 220 atkvøður ella útvið 20 %. Stutt eftir valið – tann 8. januar 2023 – var eftirmetingarfundur hildin, har orsøkirnar til vánaliga valúrslitið [...] undirskriftir vóru innsavnaðar, og at hann ikki fór at gera nakað meira við málið fyrr enn í fyrsta lagi eftir 15. august 2023. Tá ið onki tóktist týða á, at nakað víðari hendi í málinum, og leiðslan als ongi [...] hevði ábyrgdina av innsavningini. Tá ið onki hoyrdist aftur frá bólkinum ella landsnevndini, og tað eftir øllum at døma støðugt dró út við at savna inn írestandi undirskriftirnar, vendi Sofus Hansen sær aftur
Hann fór fyrstu ferð til skip við Research í 1938. Teir fóru til Íslands. Hans Jacob minnist árið eftir, tá seinni heimsbardagi brast á. Tá vóru teir eisini staddir undir Íslandi og fóru inn at fáa Dannebrog [...] vita, hvar vit skuldu. Tá vit høvdu sagt teimum tað, sluppu vit at halda fram. Hans Jacob helt eina tíð á at sigla undir krígnum, men fór so at gera annað spennandi arbeiði, greiðir hann frá. Gjørdu flogvøll [...] var, at niðri í botninum vóru einir 20 týskir krígsfangar, sigur Hans Jacob. Hann sigldi so eina tíð. Var millum annað maskinmaður við trolarum. Serliga minnist hann einaferð í Grønlandi við Høgafossi
fjúrtan ? altso ein oldingi! Eg haldi, hann visti tað og flenti eftir tí, tí ein dagin lumpaði hann meg, sum annars altíð ansaði væl eftir ikki at møta honum. Hann stóð og lúrdi og tók knappliga undir armarnar [...] hugleiðir hon um seg sjálva. Vit hava leitað okkum handan gekkaskortin Gott samband Tað gekk ikki long tíð frá, at føroyingar fyri fyrstu ferð sóu eina unga og óroynda Brynhild Thomsen á skíggjanum, til hon [...] valdømi høvdu at bera mær fyri mín journalistiska leiklut í málinum. Eg má tó leggja afturat, at tað eydnaðist mær at sissa teir, og at teir allir samlir vóru undarliga blíðir og tíðir, tá vit søgdu farvæl,
Strondum: Hevur tú ikki hug at standa í langari bíðirøð í einum handli eftir arbeiðstíð, ber til at seta teg við telduna og fáa tað, tú skalt brúka, sent heim eftir arbeiðstíð. Tí syrgir hansen.fo fyri. [...] til dyrnar, stutt eftir, at tey eru komin heim frá arbeiði. Tað er soleiðis, greiðir Kari Hansen frá, at tað, sum umbiðið verður áðrenn klokkan 15.00 seinnapart, verður koyrt út eftir klokkan 18.00 sama [...] Martin. Hetta er nýggjur handilsháttur, sum væntandi fer at verða alt meira vanligur um ikki so langa tíð, heldur handilsmaðurin Kári Hansen, á Strondum. Einaferð seinasta heyst fór Kári Hansen undir at royna
víðari úrbúgving og læknayrki var tað, hann hevði valt sær. Hann slapp ikki uttanlands at læra beint eftir studentspróvtøkuna, men byrjaði í ávísan mun at “fara í læru” hjá Paula Dahl, yvirlækna á Dronning [...] útbúgvingin klárast skjótast gjørligt. Hann kláraði tí eisini at taka sítt læknaprógv til normeraði tíð, og longu fyrst í fimtiárunum kundi hann byrja at arbeiða sum lækni. Og arbeiða tað gjørdi hann eisini [...] kirurgi, og hansara ynskidreymur var at gerast kirurgiskur yvirlækni í heimbýi sínum, Havnini. Hetta eydnaðist honum eisini. Í 1966 fekk hann starv sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum og har virkaði hann til