yvir tey, ið hava fingið flest atkvøður í teimum ymisku flokkinum, sum tað er atkvøtt í. Nøvnini eru sett upp eftir bókstavaraðum. Leygarkvøldið verður stórt tiltak í Hvonn, har spælarar, venjarar, hjálparfólk [...] avdúkað verður hvør verður ársins spælari í føroyskum mannfólka- og kvinnufótbólti. Tiltakið byrjar klokkan 21 og heldur fram til klokkan 23. Tað er Miðlahúsið, sum í samstarv við Fótboltssamband Føroyar [...] Ársins málverji: Teitur M. Gestsson HB Tórður Thomsen B36 Símun Rógvi Hansen AB • Ársins verjuspælari: Johan Troest Davidsen HB Høgni Zachariasen ÍF Hørður Askham B36 • Ársins miðvallari: Christian R. Mouritsen
løgna lagnu í føroyskum politikki. Hetta er eitt mál, har sakligar grundgevingar móti limaskapi hava verið blandaðar við sterkar kenslur í stórum pørtum av fólkinum. Sakliga andstøðan móti ES var í síni tíð [...] Tað má ásannast, at Johan Dahl nemur við trý øki, sum í sjálvum sær hava stóran politiskan týdning og stóran áhuga millum manna. Vit skulu hefta okkum eitt sindur við ES málið. Søguliga hevur ES málið [...] ES sera nógv broytt innihaldsliga so væl sum formliga. Hetta er alkunnugt og eingin orsøk er at fara í smálutir við broytingunum. Tó kann vera nevnt, at ES nú fevnir um so nógv annað enn búskaparligt samstarv
fíntald enn. Í næstu viku fara vit at hyggja nærri at kanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Eitt nú, aldurs- og kynsbýtið, og ikki minst, hvussu býtið er kring landið. Meiriluti í tinginum [...] tinginum Í mai í ár ringdu vit til allar tinglimir, at vita, hvør var fyri, og hvør var ímóti einum valdømi. Tá var úrslitið, at 16 vóru fyri og 11 vóru ímóti. Fýra høvdu ikki tikið støðu enn, og ein vildi ikki [...] ikki svara. Tá vit í dag ringu til teir, sum ikki høvdu tikið støðu tá, var greitt, at 19 er fyri, meðan 12 eru ímóti. Henrik Old svarar av prinsipp ikki slíkum spurnarumførum. Ja Óli Breckmann Poul Michelsen
3150 gr. 70 ára føðingardagur 5. desembur fylti Marius Vang, Leirvík 70 ár. Vælkomst verður í Bygdarhúsinum í Leirvík, leygardagin 8. desembur frá kl. 18. 75 ár Mánadagin 10. desember fyllir Vilhelmina [...] Rebekka og Teresa eina lítlasystur. Hon vigaði 3380 gr. og var 52 cm long. Foreldrini eru Kristin og Johannes Magnussen, Tvøroyri 30. november fingu Beinta Olsen og Jónhard Joensen, Streymnes, ein son. Hann [...] Norðragøta, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3250 gr. 2. desember fingu Karin Andreasen og Bogi í Dali, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4150 gr. 3. desember fingu Anita Heinesen
hoyvíkingunum. Næstu løtuna royndu teir av øllum alvi at kempa seg innaftur í dystin, og hetta gekk partvís. Teir fingu minka um munin niður í tvey mál, men nærri komu teir ikki. Eftir hetta tók Neistin fullkomiliga [...] HONDBÓLTUR H71 og Neistin høvdu so at siga einki at spæla um, tá liðini brustu saman í seinasta umfari av Atlantic Airways kappingini á hesum sinni. Undan dystinum lá H71 niðast, meðan Neistin lá næstniðast [...] fekk H71 fýra mál á rað, so nú var munurin bert fýra mál. Neistin vildi tó ikki loyva H71 innaftur í dystin. Næstu løtuna drógu teir frá aftur, og tá ið góðir 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki
siðurin eisini og í 1896 lýsir Djóni í Geil í Dimmalætting, at hann selur jólakort. Men hvussu ber tað til, at Rannveig Hovgaard í Sandvík og Nicolina Dahl í Klaksvík kunnu senda jólakort í 2019 og prógva [...] at tað hava familjurnar gjørt í 100 ár? Omma Nicolinu var ættað úr Sandvík. Hon æt Anna Sofía Dahl f. Poulsen í 1893 og var dóttir til Fredrikku og Poul Johannes Poulsen í Sandvík; av bygdafólkunum varð [...] serliga støðu í føroyska málstríðnum, tí hann las fyrsta lesturin, sum var lisin á føroyskum í kirjutíð. Hetta hendi jóladag í 1911. Jákup Dahl hevði skrivað lesturin, sum enn er til skjals. Í 2011 hátíðarhildu
sovorðið fólk er Jógvan í Grótinum. Jógvan hevur smiðju í norðurendanum av húsinum, eigur í sluppunganum Óla Jarnheysi. Hann, er virkin maður í samfelagnum og við í mognum nýbroti í Klaksvík, m.a. er hann [...] havnaviðurskiftini betraði í heimbýnum. Steingrím fer í læru á bedingini, har bróðurin Johan er smiðjumeistari. Johan er í 1936 millum stigtakararnar at stovna tekniskan skúla í Klaksvík. Undir krígnum fer [...] hildin bæði í Bøgøtu og úti í Grótinum. Steingrim býr nú á heiminum í Bøgøtu. Beinini eru veik, og tó, at høgra hond er nakað lamin, og trupult er at tosa, er hann við í øllum og hevur áhuga í tí, sum fyriferst
Tað endaði 1-1, tá ið Víkingur og KÍ í fínum líkindum í Sarpugerði í kvøld settu hol á 9. umfarið í EFFO deildini. Harvið hava hesi bæði liðini spælt ein triðing av ársins landskapping. KÍ er á øðrum plássi [...] uppgerðin hevur verið í Sarpugerði. 20. mai í fjør vann KÍ fyrstu ferð á útivølli ímóti Víkingi. Úrslitið var 1-0, men tá royndi liðið úr Eysturkommunu at verja borg í Fuglafirði, meðan tað í Sarpugerði varð [...] við. Í báðum førum var Páll A. Klettskarð um reppið at skora mál. Í fyrra førinum varð hann leysur, men tað eydnaðist ikki heilt, tá ið hann royndi at sneiða framvið Geza Turi. Bólturin fór út í vinstru
inniheldur yvir 100 listaverk, sum hanga í tveimum stórum salum. Landslagsmyndirnar hanga í tíðarrøð og eru býttar upp í fimm evni, sum fylgja listasøguligu menningini í norðurlendskum landslagsmálaríi frá [...] so verið umboðað í listini heilt afturi í fornøldini, men gjørdist ikki sjálvstøðugt myndevnið fyrr enn í 19. øld, tá tað hevði sína lutfalsliga stuttu stórleikatíð. Føroysk myndlist er í so máta eitt ordans [...] nú at uppliva bæði føroyska og íslendska úrmælingalist í ávikavíst Listahøllini í Skipasmiðjuni í Havn (Bárður Jákupsson) og Listaskálanum (Johannes Kjarval).
eitt áhugavert sjónarmið og tað helt landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, sum umsitur Strandferðsluna, eisini. Men Jóna M. Mortensen ivaðist í, hvussu gott hetta hugskotið er, tí hon bað tinglimir [...] at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoynna og Nólsoyar. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður. Í gjár viðgjørdi Løgtingið málið um at byggja nýggja ferju til Nólsoyar. Mest víðgongda sjónarmiðið hevði [...] sum heldur, at tað einasta rætta er at gera ein undirsjóvartunnil, heldur enn at hugsa um nýtt skip. Í hesum føri hugsar hann ikki um ein undirsjóvartunnil til bilar, men um ein metro-tunnil, sum eitt tok