9. Dionysius, deyður umleið ár 258. Hann varð vígdur til biskup av pávanum Fabiani og fór til Fraklands sum trúboðari. Varð saman við tveimum øðrum hálshøgdur á tí staðnum, sum nú eitur Montmatre, ið merkir [...] Har var kirkjan St. Denis bygd. Símun av skarði doyði hendan dagin í 1942. 10. oktober. Gereon, deyður umleið ár 300. Eftir halgisøguni kristin herhøvdingi, sum varð tikin av døgum. 11. oktober. Nikatius
25. august. Ludvík, deyður í 1270. Kongur í Fraklandi, nevndur Ludvík hin Heilagi. Stóð á odda fyri fleiri krossferðum. Á einari ferð til Norðurafrika doyði hann av sjúku. Upprunaliga germanskt navn, ið
20. august. Bernhard, deyður í 1153. Abbati og kirkjutænari í Fraklandi. Kom upp í munka- og nunnuskipanina, ið róptu seg cisterciensaraskipanin. Har gjørdist hann skjótt oddamaðurin, og fekk stóran týdning
28. august. Augustinus, deyður ár 430. Føddur í Tagaste í Norðurafrika. Eftir mongum ymiskum vegum gjørdist hann kristin og endaði biskupur í Hippo í Norðurafriku. Hann doyði tá ið vandalakongurin Geiserik
27. august.Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja.
17. september. Lambertus, deyður umleið ár 705. Biskupur í Maastricht í Hálandi. Hann varð dripin av aðalsmonnum, tí at hann setti at teimum fyri ólevnað.
áttandi mánaðurin, octo merkir júst átta. Hjá okkum er hann tann tíggjundi. 1. oktober, Remigius, deyður 533. Galliskur aðalsmaður, sum longu 22 ára gamal varð valdur til biskup í Reims. Kristnaði Chlodoveh
30. september. Hieronymus, deyður í 420. Tann lærdi kirkjulærarin, sum var komin úr Stridon í Bosnia. Í Róm var hann skrivari hjá pávanum Damasusi Fyrsta, sum setti hann at týða bíbliuna av nýggjum. Úrslitið
í Aleksandriu, sum doyði í 444 . Erlendur biskupur doyði hendan dagin í 1308. 14. juni. Rufinus, deyður umleið ár 300. Rómverskur hermaður, sum saman við øðrum varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
10. juni. Onuphrius, deyður umleið ár 400. Eftir halgisøguni var hann kongasonur av Blálondum, sum gjørdist kristin, segði alt frá sær og livdi til sín doyggjandi dag sum einbúgvi í egyptisku oyðimørkini