Fríggjadagin fingu 36 lærarar prógv á læraraútbúgvingini, 12 menn og 24 kvinnur. Tað skrivar Skúlablaðið. Síðan læraraútbúgvingin varð skipað sum B.Ed. á Námsvísindadeildini í 2012, hava 438 lokið prógv [...] prógv sum fólkaskúlalærari, 133 menn og 305 kvinnur. Tað svarar til 30 prosent menn og 70 prosent kvinnur, og býtið av monnum og kvinnum samsvarar við býtið í fólkaskúlanum, har ein uppteljing í 2023 vísti [...] vísti, at av lærarunum í fólkaskúlanum vóru 28 prosent menn og 72 prosent kvinnur. Aftrat teimum, sum verða útbúgvin sum lærari á Námsvísindadeildini, verða nøkur eisini útbúgvin sum lærari í Danmark, umleið