– Tað er umráðandi fyri okkum at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa fullan og javnbjóðis limaskap í norðurlendska samstarvinum. Tað snýr seg um at styrkja felagsskapin og tryggja, at øll norðurlond hava [...] Heina í Skorini hevur Mette Frederiksen arbeitt fyri at broyta sáttmálan, so Føroyar, Grønland og Áland kunnu gerast fullgildir limir í staðin fyri bert at hava eygleiðarastøðu. Norðurlond hava tó ikki verið [...] verið samd um spurningin. Ein stúran hevur verið, at størri føroyskt sjálvræði í norðurlendska samstarvinum kann skapa fordømi fyri Áland. Løgmaður sigur, at fullur føroyskur limaskapur verður eitt týðandi
Beint fyri klokkan níggju mikumorgunin fekk løgreglan fráboðan um herverk móti einum bili á Garðavegi í Klaksvík. Bæði síðuspeglini vóru tikin av bilinum. Herverkið er framt onkuntíð millum leygardagin [...] Sandvíkarhjalla. Ein bilur skuldi snara inn á Hjalla, tá ein annar bilur, sum kom aftanífrá, royndi at koyra framvið. Bilarnir komu ov nær hvørjum øðrum og stoyttu saman. Bara materiellur skaði stóðst av [...] var. Um klokkan 17.30 steðgaði løgreglan eisini einum prutli, har tvey fólk vóru á. Tað er ikki loyvt at hava ferðafólk á einum vanligum prutli. Bæði førarin og tann, sum sat aftanfyri, vóru eldri enn 15
alment sýndur fram sum nýggjur Barcelona-spælari. Á framløguni segði hann, at menningin hjá felagnum var ein av orsøkunum til, at hann valdi Barcelona. – Barcelona er vaksið nógv seinastu árini. Felagið [...] Felagið hevur vunnið sponsku landskappingina tvey ár á rað og er nær við at vinna Champions League, segði Rodri sambært El País . Rodri kemur til Barcelona eftir sjey ár í Manchester City. Hann hevur verið ein [...] ein av týdningarmestu spælarunum hjá enska felagnum og var við til at vinna bæði Premier League og Champions League. Í 2024 vann hann Ballon d’Or sum heimsins besti fótbóltsspælari. Hann var eisini á spanska
hava langan ferðaveg til undirvísingarstaðið, og tí heldur ráðið, at tørvur er á at tryggja teimum møguleika fyri ferðastuðli. Ætlanin er at broyta tvær ásetingar í kunngerðini um lestrarstuðul. Listin yvir [...] føroyskt sum annaðmál varð samtykt í 2024. Endamálið er millum annað at geva fólki, sum ikki hava føroyskt sum fyrsta mál, møguleika at læra málið og fáa kunnleika til føroyska samfelagið og mentanina. Uppskotið [...] so lógin um føroyskt sum annaðmál eisini verður fevnd av skipanini. Harumframt verður skotið upp, at nýkomnir næmingar í føroyskum sum annaðmál kunnu fáa ferðastuðul innanoyggja, hóast teir ikki hava
byrjaði árliga súkklukappingin, etapu kappingin Leif Mohr Kring Føroyar. Hetta er 29. árið at skipað verður fyri hesari kapping. Kappingin heldur fram til sunnudagin komandi, tá "finalan" verður súkklað [...] fór til prentingar”, men øll úrslit síggjast, allarhelst í morgin, á heimasíðuni hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon, sst.fo. Myndir síggjast á jn.fo
stutt eftir, at ES-nevndin segði, at fólk, sum vóru komin ólógliga til Ceuta, skuldu sendast aftur til Marokko. Spanski innanríkisráðharrin, Fernando Grande-Marlaska, segði í síðstu viku, at fólk, sum koma [...] verður, at millum 50.000 og 70.000 fólk komu um markið. Størsti parturin fór aftur til Marokko næstu dagarnar. Umleið 8.000 fólk vóru framvegis í Ceuta í síðstu viku. Spanska stjórnin metti tá, at 2.500 [...] ólógliga til Ceuta ella Melilla, vita, at tey verða send aftur, tí Spania og Marokko samstarva um hetta, segði hann sambært The Guardian. Fleiri evropeisk lond hava funnist at Spania eftir stóra tilflytarastreymin
niðurskrivingar var 95,5 milliónir krónur samanborið við 94,7 milliónir krónur í fjør. Bankin sigur, at úrslitið er betri enn væntað við ársbyrjan. Bæði rentuinntøkurnar og kostnaðargongdin hava verið betri [...] milliónir. GrønlandsBANKEN væntar framvegis eitt úrslit áðrenn skatt millum 195 og 220 milliónir krónur fyri alt 2026. Bankin hækkaði væntanirnar í juli úr 180–205 milliónum krónum.
Ololokwe í Samburu-økinum norðan fyri høvuðsstaðin Nairobi. Øll sjey umborð doyðu. Lesið eisini: Sjey deyð í tyrluvanlukku í Kenya Amerikanska uttanríkisráðið upplýsir, at fimm av teimum deyðu vóru amerikanskir [...] veg úr Loisaba Conservancy til Ewaso Nyiro-økið, tá hon datt niður. Myndugleikarnir eru farnir undir at kanna vanlukkuna. Sensi-Contugi var ein nær samstarvsfelagi hjá forsetanum í Ekvador, Daniel Noboa
Gylta Djurhuus á Neystabø kappast við Anne-Sofia Lauridsen um at verja málið hjá Skuru IK, ið spælir í bestu svensku hondbóltsdeildini. Í kvøld spældi Skuru IK fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið [...] móti Skånela úr triðbestu deildini. Hóast útivøll, og hóast Skånela sum eitt serligt "handikapp" slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan, og legði seg á odda 5-0, so endaði dysturin við stórsigri [...] Nacka nær við Stokkhólm, leygardagin klokkan 13. Tað skal ganga ótrúliga illa hjá Skuru, um tær ikki vinna seg í áttandapartsfinalurnar. Kappingin í bestu svensku hondbóltsdeildini byrjar ikki fyrrenn 3. oktober
vaksandi stúran fyri undirskotinum á amerikonsku fíggjarlógini. Amerikanska fíggjarmálaráðið boðaði mikudagin frá, at tað fór at meira enn tvífalda afturkeypið av langtíðar ríkislánsbrøvum fyri at stuðla marknaðinum [...] marknaðinum. Tað fekk renturnar at lækka aftur fyribils. Amerikanski staturin hevur áhaldandi hall á fíggjarlógini og má tí læna pengar fyri at fíggja munin millum inntøkur og útreiðslur. [...] Umleið ein triðingur av vøkstrinum kom undir koronufarsóttini, tá amerikanski staturin tók stór lán fyri at fíggja hjálparátøk undir bæði Trump og fyrrverandi forsetanum Joe Biden. Restin stavar frá fíggj