gomlu skipanina, har val av nevndum var á hvørjum ári, tá ið tingið kemur saman á Ólavsøku. Hetta hevði ivaleyst verið eitt slag av kontinuerligari reinsing í skipanini. Læran av eitt nú analysuni hjá Heina [...] yvirhálað av fólkinum, samfelagnum og altjóða rákinum, nú nýggir spurningar taka seg upp, og tað vísir seg, at flokkarnir ikki eru búnir at taka ímóti rákinum. Tí syndrast teir sum illa lagaðir garðar av fyrsta [...] sitandi í nevndar- og álitissessum, sum teir hava fingið at umsita, treytað av flokkunum og samgonguni, sum teir vóru partar av. Hendan grógvandi anarkisman eigur at verða steðgað, áðrenn rot kemur í alla
tveir triðingar av teimum, sum doyggja av sjálvmorði hava tunglyndi. - Hinvegin, so er tað so, at tey allarflestu, sum hava eina sálarsjúku, gera ikki sjálvmorðsroyndir ella taka lívið av sær, sigur hon [...] Fleiri doyggja av sjálvmorðum enn av kríggi og lógarbrotum tilsamans, og seinastu fimm árini hava fimm milliónir menniskju kring heimin mist lívið, tí tey hava gjørt sjálvmorð. Sjálvmorð er sostatt ein [...] ilt við at práta Vit hava prátað við Kathrinu Lindenskov Joensen, sálarfrøðing, sum er ein av fyrireikarunum av Alheimsdegnum fyri sjálvmorðsfyribyrging. Kathrina var eisini stigtakari, tá tiltakið var
endurnýtast, enn til burturkast, sum skal brennast ella tyrvast. Av tí at ein stórur partur av gomlum jarni, gomlum bildekkum og pappi til IRF kemur av kommunalu bingjuplássunum, er neyðugt at hava góðar skil [...] ein til tað, sum ikki skal brennast. Á teimum størru plássunum kunnu verða fleiri bingjur av hvørjum slag. Nøgdin av bingjum er sett soleiðis, at fyri hvørji umleið 500 fólk verður ein 10 m3 bingja til tað [...] & metal Fleiri av størru kommununum hava seinastu tvey árin gjørt eitt munagott arbeiði á hesum øki, meðan flestu meðalstóru og smærru kommununum halta eftir, men undantøk eru. Nógvar av smæstu kommununum
avgjørt av, hvør megnar at skapa mestu virðisøking av vøruni, sigur Poul Michelsen. Fyri at tryggja, at tað er marknaðargrundað gjald, sum vinnan skal gjalda, eigur tað at verða ásett við hjálp av eini [...] sleppa upp í part, á prís: at tað er virðisøkingin, sum ger av, hvør klárar seg, og at tað er gott fyri samfelagsbúskapin sum heild. Núverandi skipan er ikki góð fyri samfelagið og skapar ikki virðisøking, [...] pengar, men tí at tað er best fyri vinnuna, at hon er tengd at marknaðinum, sigur Poul Michelsen. Tað er av týdningi fyri kappingarførið hjá vinnuni, at hon er tengd at marknaðinum. - Eitt gjald, sum verður
smærru, kundi slíkt samhaldsfast gjald sostatt givið av sær meira enn 100 mió krónur um árið sum íkast í ein tunnilsgrunn til nýgerð og viðlíkahald av tunlum í Føroyum – og munandi meira, tá undirsjóvartunnilin [...] varð mær sagt, at umsitingin av einari kubbaskipan til allar tunnlar og allar bilar í landinum hevði ikki havt nakran trupulleika við sær. Við einari samhaldsfastari skipan, sum her er sett leysliga upp [...] ivaleyst varð slík tunnilsleið eisini til fyrimunar fyri norðingar og fyri Gøturnar og Skipanes, sum støðugt verða órógvað av miklari koyring gjøgnum bygd økir) Tunnilssamband Suðurstreym-Eysturoy tilsamans
fjølmiðlarnir eru av hvørjum øðrum! Serføroysk skipan. Hetta málið gevur einsamalt eina góða mynd av føroysku tíðindatænastuni. Og tað váttar allan tann iva, sum borgararnir kunnu hava um dygdina av teimum tíðindum [...] feitum: Átalan skal tigast í hel. Hetta sum var ein týðandi partur av lýsingini av málinum, var als ikki lisið upp, hóast upplestur av hesum 5 orðunum hevði tikið eini 2 sekund. Men hetta hóskandi nevniliga [...] Hon var tikin upp av fjølmiðlum. Borgmeistarin tók átaluna til eftirtektar og lovaði at taka neyðug stig at fáa átalaðu viðurskiftini í rættlag. Tískil er vón um eina betri skipan framyvir á hesum økinum
drepa 2/3 av fólkunum. Men vit reistu okkum aftur; okkara samhaldsfesti fyri at takka. Uttan mun til, hvussu illa stóð til, kravdi danski státurin skatt av okkara jørð, og hernaðarskyldu av okkara unglingum [...] , gerast ríkari. Hetta ríkidømi kunnu tey velja at oyðsla burtur. Nakrir av kvotueigarunum búgva uttanlands og flyta ognina av landinum og lata teir veruligu eigararnar, teir sum eiga bøin, sita við sviðusoð [...] USA, har 4% av BTÚ fer til hermegina, sum tilsamans kostar meir enn hermegin hjá teimum níggju næstu londunum næst í røðini samalagt. Natolondini hava bundið seg til at lata tvey prosent av BTÚ, men Danmark
okkara, nú grind var í Hvalvík. Tað helt Frida mundi vera í lagi. Nú var eingin bussur, so eg fór til gongu yvir á Skipanes. Hetta var ikki so langt, men tað vóru sovorðnar stórar kavafannir, at tað var [...] so kjokkfult av fólki inni hjá okkum, tá ið vit komu, sjálvt um húsini hjá okkum vóru stór í mun til onnur hús tá í tíðini. Eg var sjálv fjúrtanda, sum nú kom afturat saman við monnunum av “Gøtu Tróndi” [...] Norðskála. Eg var eina ferð og vitjaði eina vinkonu hjá mær í Valhøll í Syðrugøtu, sum tá var ein partur av røktarheiminum í Runavík. Nú rópar ein: “Hensia kom her!” Eg hyggi, nú er tað Jona á Langasandi,
Hvannasunds kommunu. (Sosialurin, 16. november 2007) Ein skúli til øll Eitt av stórmálunum, sum Magni Garðalíð er upptikin av, og sinnaður at finna eina góða og felags loysn á, eru skúlaviðurskiftini í [...] liggur á hesum staðnum, og tí at hetta hevði lætt munandi um flutningin av skúlabørnunum. Við hesi skipanini hevði ein einstakur bussur kunna staðið fyri hesum flutningi. - Í Syðradali er somuleiðis lættast [...] hetta, og í næstum verða eisini tikin stig á hesi leiðini. Hjá kalsoyingum er støðan hon, at helvtin av oynni er í Klaksvíkar kommunu og hin helvtin ikki. Oyggin er í roynd og veru í tveimum og sundurbýtt
bara spent eftir, nær føroyskar smúkkur av Eiði verða at síggja í handlinum! - Ikki sita fyri einki Elisabeth og maðurin, Páll høvdu búð í Danmark meginpartin av lívi teirra, og vóru so smátt farin at nærkast [...] Tað er tó serliga um summarið at fólk vitja her. Tá er nærum gerandissjón hjá eiðisfólki at onkur bussur stendur Uppi á Grind, har fólk í hópatali vitja inni í Glarlist og hyggja seg um og keyps føroyska [...] Annars ber til at keypa vørur frá Glarlist á ymsum støðum kring landið. Sigast kann, at glarvørurnar av Eiði er væl umtóktar millum manna. Fyrsta árið, tey høvdu opið royndist væl og annað árið uppaftur