løgreglan hevur at kalla einki havt at gera av slíkum, sum vanliga plaga at hoyra náttarlívinum til. Í kjalarvørrinum á, at korona er farið at gera um seg aftur, hava myndugleikarnir heitt á fólk um at avlýsa stevnur [...] gjørdu myndugleikarnir tí at tað er ikki tamarhald á smittuni í løtuni. Sum heild hava myndugleikarnir tískil mælt fólki frá at fara í býin hesa næstu vikuna og løgreglan sigur, at hesi tilmæli eru hildin [...] ð – men nøkur gjørdu eisini av ikki at hava opið yvirhøvur. Og løgreglan sigur, at alt tað sást aftur í náttarlívinum, tí tað hevur verið ógvuliga lítið av fólki at sæð úti.
útlendskir og føroyskir víkingar fara at stríðast. Tað fer eisini at bera til hjá fólki at royna seg í víkingabardaga og ítrótti av ymsum slagi og somuleiðis fer at bera til at royna seg við ymsum víkingaarbeiði [...] Dahl Djurhuus, verkætlanarleiðari, sigur, at tað var í 1306, at suðuroyingar ikki vildu lata sær lynda at rinda okurskatt til dómkirkjuna, sum Mús, bispur, ætlaði at byggja í Kirkjubø. Bispur savnaði sær herlið [...] um norðanfyri Hórisgøtu at taka ímóti monnum sunnanfyri, sum høvdu brynjað seg út. Herliðini brustu saman í Mannafellsdali og tað er hetta borgarakríggið, sum ætlanin nú er at endurskapa. Víkingatiltakið
fyri Trygd við at flyta tættari at móðurfelagnum BankNordik. Vit hava samstarvað væl hvønn dag um eitt nú sølu av tryggingum, men við at flyta tættari saman, meina vit, at samstarvið fer at gerast enn betri [...] stjóri. Janus Thomsen vísir eisini á, at tað serliga er ein stórur fyrimunur fyri eitt lutfalsliga litið tryggingarfelag sum Trygd, at kunna lena seg tættari at eini størri og sterkari fíggjarfyritøku [...] aftur loyvi at selja tryggingar, eftir at Tryggingarfelagið Føroyar hevði havt monopol á føroyska marknaðinum síðani seinna veraldarbardaga. Trygd hevur 24 starvsfólk, sum hereftir koma at hava sín arbeiðsstað
lýst verkfall at vera, sum ítøkiliga fór at raka siglingina hjá Strandferðsluni. Og tá hóvaði ikki Johan Dahl, sum beinanvegin boðaði frá, at hann fór í tingið við málinum, soleiðis at Strandferðslan [...] ti ella at gera avtalur við fakfeløgini, sum kunnu tryggja, at skipini kunnu sigla hóast verkfall. At slíkt kostar er sjálvsagt. Tað sum ørkymlar er, at fakfeløgini eru so forfjónað og niðurbundin [...] slan slapp at sigla. Málið um at friða strandfaraskipini fyri verkfallið hevur verið frammi í nógv ár. Men enn hevur politiski myndugleikin ikki megnað at koma í tingið við einum lógaruppskoti
gjárkvøldið varð upplýst, at hetta merkir, at felagið Neistin hongur sjálvt uppá 900.000 krónur. Á býráðsfundinum varð staðfest, at ætlanin er ikki, at stykkið skal liggja óbrúkt, men at at býráðið sjálvt byggir [...] Tórshavnar Býráð. Talan er um at byggja høllina á stykkið, Neistin upprunaliga ætlaði at byggja høllina á. Stykkið er slættað, men tað er langt síðani, at Neistin slepti ætlanini um at byggja eina høll. Og á [...] á Býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið samtykti býráðið at rinda Neistanum 1,2 milliónir í sambandi við eina fíggjarliga uppgerð ímillum býráðið og Neistan og samstundis fær býráðið rættin til stykkið aftur
umboðar Tjóðveldi í tunnilsbólkinum, sigur, at flokkarnir eru at kalla samdir. Nú skulu tingmanningarnar hjá flokkunum umrøða málið og so er ætlanin at fáa tíð til at hava ein fund í morgin, har semjan verður [...] flokkarnir eru í ferð við at gera um teir báðar undirsjóvartunlarnar. Politiski tunnilsbólkurin hevur havt fund í dag og frammanundan vóru vónurnar tær, at tað skuldi eydnast at finna eina semju í dag. Men [...] Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á landsstýrismannin á økinum, Jørgen Niclasen, men tingmaðurin fyri Tjóðveldi væntar, at semjan verður formlig á næsta fundi. Av tí sama, at semjan ikki er endalig,
kunnu luttaka á fullgóðan hátt . - At virka fyri, at arbeiðsgongdin í donsku sendinevndini er skipað á ein hátt, so at sjónarmiðini hjá øllum trimum londum verða hoyrd . - At røkja og menna eitt felags stev [...] samstarvið . - At brúka luttøkuna í Arktiska Ráðnum til at styrkja beinleiðis samstarv og samskifti við øll limalondini, felagsskapirnar fyri upprunafólk og eygleiðarnar . - At virka fyri, at Føroyar gerast [...] um Arktis SCPAR . - At gera vart við føroyska serfrøði og føroysk sjónarmið í arktiskum høpi, m .a . við at luttaka á viðkomandi ráðstevnum um arktisk viðurskifti . Harumframt eigur at verða gjørt meira
fyrireikarunum fyri, at teir vilja brúka okkara bý at hýsa Fish Fair, og eg fegnist eisini um, at samstarvið millum fyrireikarar og kommununa hevur verið fyrimyndarliga gott, og at vinnan tekur so væl undir [...] Skorheim í røðu sínari. Hann vísti á, at støðug framgongd er í føroyskari fiskvinnu og teimum vinnum, sum hava tilknýti til fiskivinnuna. - Serliga hugaligt er tað at kenna, at eldhugurin, nærlagnið og brennandi [...] brennandi ynskið um ikki bara at vera við, men at vera í allar fremstu røð, er varðveitt, og at pílarnir síðstu tíðina hava peikað orduliga rætta vegin. Hetta eru spennandi tíðir fyri føroyska fiskivinnu, sum
væntar stjórin, at teir fara at leggja doyðin á at fáa gjørt eitt so gott arbeiði, sum gjørligt. - Vit fingu eitt arbeiði í Hetlandi í 2011, og tað hepnaðist væl. Nú skulu vit so royna at fáa fótin fastan [...] Bergen. - Hetta hevur sjálvandi nógv at siga fyri okkum. Vit hava leingi ligið úti eftir at fáa anleggsarbeiði uttan fyri Føroyar, tí har hevur ikki verið so nógv at gera seinastu árini, sigur Jón Sigurðsson [...] beinanvegin undir at fyrireika arbeiðið, og stjórin væntar, at farast kann veruliga í gongd innan fyri ein mánað. - Arbeiðið skal handast komandi summar, so vit hava eitt gott ár til at gera arbeiðið í,
áðið ikki orðað seg nóg greitt. Tí veruleikin er, at Mentamálaráðið als ikki fer at broyta sendinetið hjá Kringvarpinum, men at ráðið í staðin fer at byggja út sendinetið hjá Televarpinum, so tað sæst [...] Framyvir fer sjónvarpið hjá Kringvarpinum at senda gjøgnum sendinetið hjá Televarpinum. Tað var annars týsdagin, at Mentamálaráðið í tíðindaskrivi boðaði frá, at analoga sendinetið verður skift út við eitt [...] Tað er tí, at sjónvarpið sæst sera illa í Fámjin og fyri at loysa tann trupulleikan, verður ein talgildur sendari settur upp har beinanvegin. Tá analoga netið er sløkt, ber bara til at síggja sjónvarpið