lata vera við at nevna at Ísland á hvørjum ári útflytur fyri slakar 150 Mio Kr (1999) til Føroyar einahelst av landbúnaðarvørum. Vit kvittera fyri stóru íslendsku vælvildina við munandi at skerja teirra [...] Hetta er til lítlan heiður fyri okkum og áttu vit í verki at sýnt Íslandi størri takksemi fyri teirra vælvild mótvegis føroyingum. Tó, tað er mestur ein sannroynd at stórsinni trívist nú frægast har sum politiska [...] má sigast at hetta er sanniliga ein sáttmáli sum er sera góður fyri Føroyar. Hesin sáttmáli hevur eitt marknaðarvirði uppá einar 100 Mio Krónur. Harfturat koma aðrar inntøkur í Landskassan av at virka fiskin
Eftir at tað hevur skinklað í tveir mánaðir, hava teir í Brøndby funnið stílin aftur. Nýggi venjarin hevur verið við til at geva íblástur og sjálvsálit, og áskoðararnir rokna við, at Brøndby fer at vinna [...] hósdagin spæla steypafinalu ímóti OB. Tí var tað sjálvsagt, at FCK hevði síni fólk millum teir 14.368 áskoðararnar. Og FCK eygleiðararnir áttu at fáa uppskriftina uppá, hvussu bilbukt skal fáast við OB. Brøndby [...] tørn at vinna stórt, men Vejle fekk ikki sigurin, sum teir hava roknað sum sjálvsagdan. Lyngby megnaði 2?2, og stóri kiksarin kann um tvær vikur vísa seg at verða avgerandi í royndini hjá Vejle at varðveita
Brasil fyrradagin. Myndugleikarnir siga, at fleiri bilar vóru á brúnni, tá hon brotnaði, og at minst 20 fólk endaðu í ánni. Nøkur teirra vórðu bjargað beinanvegin, men tey flestu druknaðu. Tað hevur regnað illa [...] tað nógva regnið hevur havt við sær, at áin Jacui er vorðin óvanliga stór. Fyrradagin stóð so nógv á stólpunum undir brúnni, at hon brotnaði. Myndugleikarnir siga, at vatnflóð og skriðulop hava kravt minst
viðgongur, at politikararnir hava kanska runnið undan hesum málinum, tí ein kann siga, at her er lokalpolitikkur uppi í. Hann heldur ikki, at nakar flokkur kemur at taka málið upp, men heldur, at tað kanska [...] Eidesgaard sigur, at hetta er ein politiskur spurningur, sum ein má taka støðu til: um ein ynskir, at sentraliseringin skal forsterkast ella um ein roynir at uppviga hana við t.d. at leggja eina útgerðarstøð [...] num heldur tó ikki, at vit eiga at undirmeta, hvat oljufeløgini sjálvi ynskja. Tey arbeiða jú í sekundum, minuttum og krónum alla tíðina. Tað, sum hevur verið ført fram her, er, at Suðuroyggin hevur ein
sigur Philip Loader og staðfestir, at orsøkin til at Anadarko fór til Algeria var tann, at teir mettu, at her vóru stórir møguleikar fyri at finna kolvetni. Teir mettu, at her fanst ein virkin kolvetnisskipan [...] einki basalt er? Philip Loader sigur, at fyri at skilja, hvussu Anadarko arbeiðir, er rætt at hyggja at, hvussu teir hava borið seg at í Algeria. Seint í 80-unum og tíðliga í 90-unum fekk felagið áhuga [...] mett, at har fanst ein virkin kolvetnisskipan. Men í nógvum av loyvunum felagið fekk í Sahara oyðimørkini bar ikki til at viðgera kanningartilfarið nóg væl til tess at kunna finna strukturar at bora í
fara at nevna tað læknastríðið, bara tí eg sigi tað, men tey áttu at hugsa um, at tað er misvísandi og skeivt at brúka heitið Klaksvíksstríðið, sigur borgarstjórin í Klaksvík meginpartin av áttati og nítiárunum [...] høvundar um at lata vera við at nevna tað Klaksvíkstríðið, men tað sæst og hoyrist javnan - seinasta dømi er í eini spurnarkapping á eini av mest vitjaðu síðunum á internetinum. - Eg vænti ikki, at fólk fara [...] Klaksvík. - Tað er misvísandi at kalla tað Klaksvíksstríðið, tí tað var ikki nakað stríð um Klaksvík. Stríðið hevði sín uppruna í niðurpíningini av Klaksvíkar sjúkrahúsi og eigur at verða nevnt, sum rætt er
rimmar 60 ára føðingardag, við tað at tey bæði vóru 30 ár. - Eg helt sjálvur, at vit í staðin áttu at gift okkum, og eitt kvøldið, vit vóru úti saman við systir hennara, sum hevði ring, spurdi eg, um vit ikki [...] So var at áseta dagin, og tey hugsaðu sær at giftast í oktober mánaði, men tað hevði ikki verið so væl valt, tí tá fóru fleiri av teirra vinfólkum og skyldfólkum í Danmark. Tí komu tey til, at betri var [...] var at hava brúdleypið fyrst í august, beint eftir ólavsøku, meðan øll tey fólkini vóru heima. Tíðin var knøpp, men tað fór at bera til, vóru tey samd um. Hon reyk avstað at keypa sær kjóla og klæðir til
verður javnan sagt, at mannligir pedagogar skulu ansa sær serliga væl fyri at verða lagdir undir kynsliga misnýtslu av børnum. Abbar hoyrast ofta siga, at teir tora næstan ikki at taka eitt abbabarn upp [...] prógva, at okkurt var í pástandunum um, at hann hevur gjørt seg inn á børn. Men einki tilfar var at finna. Í rættinum greiddi sakførarin hjá manninum frá, hvussu ilt tað hevur gjørt manninum at verða lagdur [...] Varð tað gjørt beinanvegin, var maðurin sloppin undan at skula liva við slatrinum. Barnaverndarlógin er til bæði fyri at verja børn og fyri at verja tey, sum skuldsett verða fyri ágang móti børnum. Tann 33
nýtslu. Hann vísir eisini á, at onki verður kravt fyri at koyra um brúnna við Streymin, og tí eiga fólk heldur ikki at verða kravd eftir peningi, tá tey skulu til Vágarnar. ? Bummpeningur er sum ein tollmúrur [...] forðing hjá bæði familjum og vinnu. Vit áttu at avtikið øll gjøld, og harvið játtað so mikið meira av peningi til Strandferðsluna, at tað skuldi verið bíligari at ferðast yvir firðir og sund. Sum er nú [...] familjum við fleiri børnum og hjá vinnuni at ferðast um sundið, sigur Marjus Dam. Samstundis sum at tað skal verða ókeypis at koyra um Vestmannasund, heldur Marjus Dam, at hugt skuldi eisini verið eftir øllum
løtu at gjørt síni ørindini ella at hvílt seg. Mangan treingir hon til hvíld, serliga tá ið Kjartan hevur verið vakin um náttina. Bodil fekk at vita frá stuðulstænastuni, at hon kundi sjálv royna at finna [...] eydnðist henni at finna ein avloysara, og tá ið hon so spurdi stuðulstænastuna, um stuðulin bara kundi senda rokning, fekk hon at vita, at tað gekk ikki. Skil skuldi vera í, søgdu tey. Bodil veit, at fleiri foreldur [...] foreldur at fjølbrekaðum børnum eru í somu støðu, sum tey eru í. Hon vónar, at hetta er seinasta summarið, tey verða slept upp á fjall. Ringast í Norðoyggjum Bara Mary í Garði, stjóri hevur loyvi at úttala