hitna: Tað er antin gjøgnum vatnskorpuna ella við innráki av flógvum sjógvi uttanífrá. Niðurstøðan tá var, at helst áttu báðir hesir háttir sín lut í, at várið var so heitt. Gongdin hevur helst verið tann [...] summarið hevur verið so óvanliga heitt innarlaga á Landgrunninum. Enn eru tríggir mánaðir eftir av árinum, og tískil er ikki greitt enn, um árið 2025 verður met heitt. Meiri verður at frætta um tað tíðliga í [...] vit vita um innarlaga á Landgrunninum. Í juni bóru vit tíðindi um, at várið á Landgrunninum hevði verið met heitt . Hetta vístu mátingar, sum Havstovan regluliga ger við Oyrargjógv og Skopun. Hesar mátingar
Tað verður nýggjur liðformaður á føroyska liðnum í kvøld, tá ið Føroyar og Montenegro fara at spæla HM undankappingardyst á Tórsvølli. Hallur Hansson hevur fleiri tey seinastu árini verið liðformaður, [...] tá ið hann er tøkur. Tá ið Hallur Hansson ikki hevur verið tøkur, hevur Viljormur Davidsen verið liðformaður, og tá ið Føroyar 8. september vunnu 1-0 í Gibraltar, var Brandur Hendriksson Olsen liðformaður [...] millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann var leikbannaður í Gibraltar. Odmar hevur onkra ferðina verið liðformaður síðsta partin av dystinum, men hetta verður fyrsta ferðin, at hann frá fyrsta bríksli
lektari á Professiónsháskúlanum Absalon í Danmark. - Tað verður áhugavert at síggja, hvussu gongdin hevur verið síðani fyrstu ROSE-kanningina, tá tað gjørdist greitt, at sera stórir munir vóru á, hvat ung [...] sigur Erla Olsen, lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Tað var hon, sum stóð fyri upprunaligu kanningini tá, og tað verður eisini hon, sum kemur at leiða føroyska partin av kanningini nú
tet á økinum. Tað vil siga, at tað í summum økjum vóru fleiri búpláss, enn tørvur var á. Tað hevur tikið tíð, áðrenn kapasiteturin er komin at mørkum, og neyðugt verður at útbyggja. Tað kann tó undra, [...] flutt til kommunurnar at umsita, eru tað sostatt ikki gjørdar stórvegis íløgur í eldraøkið, ið kundi gjørt raksturin meira skynsaman. Eldraøkið var ymiskt útbygt, tá tað varð flutt út til kommunurnar. Ein [...] upphæddin í fyrstu syftu skuldi verið ásett í samráðing millum land og kommunur, og svara til veruliga kostnaðin av at reka eldraøkið. Síðan átti upphæddin á hvørjum árið verið javnað við talinum av íbúgvum
verk, fyrr enn ísraelska stjórnin hevur atkvøtt fyri friðarætlanini. Tað leggur Ísrael dent á. Ymiskar mótstríðandi útsagnir hava verið um, nær vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kemur í gildi. Egyptiska [...] varð sett í verk, men tað er ikki rætt. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, fer at kalla ísraelska trygdarráðið saman klokkan 17 seinnapartin í dag. Sum skilst, verður tað eftir hetta, at ísraelska [...] ísraelska stjórnin fer at atkvøða um friðaruppskotið. Tað var annars í nátt, at amerikanski forsetin, Donald Trump, váttaði, at Hamas og Ísrael vóru vorðin samd um fyrsta stig í teirri friðarætlan, sum hann
og leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur verið gott og virðiligt, frá tí hetta málið tók seg upp. Tað, eg royndi at vísa á í samrøðuni við Kringvarpið, var tað fyribrigdið, at nøkur almenn starvsfólk uppliva [...] sínum arbeiðsgevara. Innslagið kundi geva tað fatan, at eg visti um, at Jens Sivar Djurhuus hevði fingið munnkurv frá leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Soleiðis er tað ikki. Eg havi ongantíð fingið fráboðan [...] at rætta møguligar misskiljingar. Tá eg úttalaði meg um munnkurv á almenna arbeiðsmarknaðinum, var tað generelt – ikki viðvíkjandi einum ávísum starvsfólki ella stovni. Eg havi nú, eftir at hava tosað við
Tað hevur verið gott lag í Tel Aviv og øðrum ísraelskum býum í nátt. Ætt og stuðlar hjá ísraelsku gíslunum, sum Hamas framvegis hevur sitandi, hava hátíðarhildið, at fyrsti partur av einari avtalu millum
Tað var klokkan 20:15 í gjárkvøldið, at fólk í Skálavík boðaðu frá, at tey sóu eina dronu flúgva yvir Skálavík. Løgreglan fór á staðið, men sá onga dronu. Tað vísti seg tó, talan allarhelst hevur verið [...] tyrluna hjá Sjóverjuni, sum hevði verið við í eini venjing hjá eini enskari fregatt, og í tí sambandinum hevur flogið uppi yvir Skálavík. Meira var tí ikki gjørt við tað málið.
fyri fyrstu ferð á Tórsvølli, har Føroyar hava vitjan av Montenegro. Tað er størri kapping um plássini, enn tað leingi hevur verið, og tað sær út til, at teir tríggir í hópinum, sum hava spælt flestar landsdystir [...] Símun Edmundsson, sum hevur verið 96 ferð á landsliðnum, Viljormur Davidsen, sum hevur verið 89 ferð á landsliðnum, og Hallur Hansson, sum hevur verið 76 ferð á landsliðnum Tað er greitt, at liðformaðurin [...] in Hallur Hansson ikki verður á listanum í morgin. Tað kemst av, at knæskaðin argar so mikið, at tað ikki verður hildið at vera ráðiligt at lata liðformannin spæla í morgin. Kanska verður hann tøkur s
Finnlandi var 0,4 prosent. Íslendski búskapurin hevur verið fyri afturgongd í 2024 - afturgongdin var 1,0 prosent. Hinvegin hevur framgongd bæði verið í donskum og norskum búskapum í 2024. Búskaparvøksturin [...] omanfyri trý prosent árini 2021 til 2023. Sostatt er ferðin á búskapinum ikki eins høg nú, sum hon hevur verið. Stígur í fleiri evropeiskum búskapum Til ber at sammeta gongdina í føroyska búskapinum við búska [...] 775 milliónir krónur í 2024. Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum er sostatt 27,9 milliardir krónur. Tað er 513 túsund krónur fyri hvønn íbúgva. Meira kann lesast og grafar síggjast við at trýsta her Stutt