atkvøðu, og eru ikki endaliga valúrslitið. Stór afturgongd hjá CDU Hjá CDU, flokkinum hjá týska samveldiskanslaranum Friedrich Merz, bendir alt á stóra afturgongd. Flokkurin stendur sambært ARD til 18,5 prosent [...] atiski SPD, Tey Grønu og Bündnis Sahra Wagenknecht, BSW, inn. Hjá ZDF stendur BSW tó til 4,8 prosent og sostatt til at detta niðurfyri. Hetta kann fáa avgerandi týdning fyri, um AfD fær reinan meiriluta [...] AfD stendur til ein stórsigur á landspartavalinum í Sachsen-Anhalt í eystara parti av Týsklandi. Sambært valhølakanningini hjá týsku sjónvarpsstøðini ZDF fær flokkurin 44 prosent av atkvøðunum. Hjá ARD
2030, um ikki borað verður eftir nýggjum olju- og gasstilfeingi. Terje Aasland sigur, at Noreg ætlar at varðveita oljuframleiðsluna og oljuútflutningin á leið á verandi stigi í minsta lagi fram til 2035. [...] samstundis dent á, at Noreg hevur rætt til at menna tilfeingið í Barentshavinum, eisini um ES er ímóti. – Vit fara at menna hesi økini. Síðan verður tað upp til ES, um tey vilja seta eitt fyribils bann [...] . Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, er Noreg vorðið størsti veitarin av jarðgassi til Evropa. Landið nøktar umleið 30 prosent av gasstørvinum hjá ES og Bretlandi. Í 2025 var norska gas
tini ikki eru nøktandi. „Kiss and Go“ og hevjaður vegur Fleiri broytingar verða skotnar upp. Ein teirra er eitt skipað avsetingarøki vestan fyri inngongdina til skúlan. Harumframt verður mælt til greiða [...] íbindingarnar, busssteðgiplássið og innkoyringina til skúlan. Reytt asfalt kann gera økið sjónligari og fáa bilførarar at seta ferðina niður. Ætlanin mælir eisini til eina greiða gonguleið, betri ljós og eitt
47 stig á kontuni. Tað eru 20 stig niður til ÍF, sum á pappírinum framvegis hevur møguleika at taka uppflytingarplássið frá sandoyingum. Soleiðis verður tað ikki, og nú fyrireika tey í B71 seg stóru uppgávuna [...] sending frá Jonathan Nielsen Canto, og sjey minuttir eftir steðgin økti Nicholas Sejr um leiðsluna til 2-0. Tá var tað Eric Oteng, sum átti uppleggið. Eitt stórt korter undan leikloki var tað Eric Oteng
eru ætlaðir til heilsu- og eldraøkið, bjargingararbeiði og arbeiði í vandamiklum umhvørvi. Kina satsar stórt Kina hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur í robotídnaðin. Endamálið er ikki bara at menna [...] umhvørvi eftir einari einfaldari boðgeving. World Robot Conference byrjaði mikudagin og heldur fram til sunnudagin. Myndir: Adek Berry/AFP/Ritzau Scanpix ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7##
hevur 34 stig og er næstfremst. Hjá AB eru tað níggju stig fram til fimta plássið, sum Víkingur er á, og hjá KÍ eru tað seks stig fram til toppliðið NSÍ. Tað er nýggjur maður millum KÍ stólparnar á Argjum [...] loyst av. Luca Thorstensen, sum man vera ársins spælari higartil í ár, er aftur í høgru, eftir at hann ikki hevur verið við á AB liðnum síðani á ólavsøku. AB – KÍ kl. 18.30 Dómari: Heini Ziska Viðoy AB: Torkil
amerikanski forsetin, Donald Trump, skapti við kravi sínum um amerikanskan ognarrætt til Grønlands. Átakið snýr seg tó ikki bara um Grønland. Við Arctic Sentry tekur Nato við samskipanini av hernaðarligu hjáveruni [...] høvunum er ein beinleiðis hóttan móti trygdini hjá Russlandi. – Vandin fyri tilburðum, sum kunnu elva til ein vápnaðan samanbrest við møguliga vanlukkuligum avleiðingum, er vaksandi, skrivar Lavrov. Hann hevur
í ár í landskappingini. Fyrsti dysturin endaði 2-2 í Leirvík. Annar dysturin endaði við 4-3 sigri til víkingarnar í Fuglafirði, og so var tað í dag, at Víkingur aftur tryggjaði sær øll stigini. Tey trý [...] var málskjútti í 1. deild. Átta minuttir seinni var tað Fróði Jarnskor, sum økti um heimaleiðsluna til 2-0. 16. apríl fylti Fróði 16 ár, og í dag var hann í sínum 14. dysti í næstbestu deildini fyri fyrstu [...] málskjútti hjá Víkingi í 1. deild. Fimm minuttir eftir steðgin minkaði Martin Klein Joensen um munin til 3-1, og áðrenn ein tími var farin, var tað Óla Kristian Jacobsen, sum við brotssparki staðfesti trivaliga
endaði við sannførandi 3-1 sigri til HB í Sarpugerði í kvøld. Síðstu vikurnar hevur HB vunnið ímíti NSÍ, KÍ og Víkingi, og nú er tað eitt stig fram til KÍ og fýra stig fram til NSÍ. Sunnudagin fær NSÍ vitjan [...] skorað málið. Víkingarnir royndu at vísa vilja í at svara aftur, men tað eydnaðist ikki. Heldur var tað HB, sum vann seg til støður og møguleikar, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað innskifti Ebiye [...] eftir leiðslumálið hjá Víkingi fór Aron Benjaminsen av vøllinum. Sambært dimma.fo fer hann mánadagin til Skotlands at hyggja eftir umstøðunum í Hearts og at samráðast um persónligu treytirnar fyri sáttmála
fyrrapartin til sorgargudstænastu fyri Harald kong. Dómkirkjan í Asker, í útsynning úr Oslo, var á tremur við fólki. Umleið 500 fólk, sum høvdu staðið í bíðirøð uttan fyri kirkjuna, sluppu ikki inn til gudstænastuna [...] fríggjamorgunin, í hinum tíggju dómkirkjunum í landinum. Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, var til sorgargudstænastuna í Oslo dómkirkju saman við stortingsformanninum, Masud Gharahkhani, og øðrum umboðum [...] fólkaalskaða kong, segði dómprósturin í innganginum. Longu tíðliga um morgunin vóru nógv fólk komin til kirkjurnar kring landið í vónini um at fáa eitt pláss á kirkjubeinkinum. Norskir miðlar greiddu frá