fólk ikki verða koyrd út úr bústaði sínum í heilum. Í Tórshavnar kommunu eru væntandi áleið 800 tóm býli. Heilt nógv av hesum kunnu brúkast til fastan bústað, men í løtuni kunnu fólk ikki búgva har fast, [...] nógv fólk ongan bústað. Í summum førum hava fólk bústað í nakrar mánaðir, men tá summarið nærkast, mugu tey úr bústaðnum, tí hann skal leigast út til ferðafólk. Hetta er als ikki í lagi. Tað elvir til ó [...] stutttíðarleigumál. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum landspolitkararnir mugu taka í álvara. Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vóni eg, at Løgtingið og landsstýrið vilja hjálpa kommununum at loysa
rútmiskari grund. Samspælið er frítt og ævintýrligt, men samstundis merkt av nærleika og inniligheit. Tónleikurin verður skaptur í løtuni, og við dirvi flyta tónleikararnir seg út um vanligu karmarnar fyri [...] fyri livandi tónleiki. Fyrsta konsertin verður við altjóða jazzbólkinum Mother Boy, sum savnar fýra av fremstu jazztónleikarunum úr Niðurlondum, USA, Noregi og Føroyum. Mother Boy spælir modernaðan jazz [...] – vibrafon • Bárður Reinert Poulsen – bass • Simon Olderskog Albertsen – trummur Mother Boy spælir Í Listastovuni hóskvøldið 6. august kl. 20.30.
starvast og eru virkin í lista- og mentanarumhvørvinum í Føroyum, hava ferð eftir ferð víst á, at ein mvg-frítøka av atgongumerkjasølu hevði betrað munandi um støðuna, skrivar hon í viðmerkingunum. Kjak [...] Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, ein skrivligan fyrispurning um mvg á atgongumerkjum til mentanartiltøk. Hon spyr, [...] landskassanum, og um landsstýrið hevur ætlanir um at leggja uppskot fram um mvg-frítøku. Vísir á undantøk Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Hervør Pálsdóttir á, at føroyska mvg-lógin longu hevur fleiri
evropeiska jarðeygleiðingarskipanin Copernicus hevur valt sum dagsins mynd í dag, varð tikin av einum Sentinel-2 fylgisveini 31. mars í ár. Á myndini sæst týðiliga, hvussu ymisk havdýpdin er kring oyggjarnar [...] Buccaneer Archipelago liggur út fyri Kimberley-strondini í Vesturavstralia og fevnir um meira enn 800 oyggjar. Økið er kent fyri sína fløktu strandarlinju, klettaoyggjar, grunnt hav og sera sterkar sj [...] eygleiða strandar- og havumhvørvið. Copernicus kann við slíkum myndum fylgja við vatngóðsku og broytingum í oyggjum, rivum og strandarøkjum.
Tað skrivar Veðurstova Føroya: – Fitt av fólki var komið á gátt á Veðurstovuni til tiltakið í kvøld, og hetta fegnast vit um. – Tiltakið í Klaksvík varð flutt til Viðareiðis, tí har vóru betri líkindi [...] líkindi. Til tiltakið á Viðareiði kom enn meir fólk enn í Havn, og har vóru fleiri klárar løtur, so har fingu fólk nógv burturúr. – Vit vænta at kunna leggja inn myndir haðani seinni, skrivar Veðurstovan. ##med2##
Ljósfest byrjaði í Vági í gjár, og heldur fram í dag í fagrasta veðri. Eftir heiðran av borgarum í gjárkvøldið, spældu Sputnik og Solband í tjaldnum Seinnapartin í dag hevur tiltak verið fyri børn á stóra [...] Sunrid og Andrias. Í Vágs skúla hava tey árliga MGP viku, har børn kappast um besta sang og framførslu. Vinnarin, 3. flokkur síðsta skúlaár, slapp at framføra á Ljósfest í dag. Klokkan 18:30 í kvøld setir Magnus
Í morgin, leygardagin hin 29. august verður Viðareiði karmur um ein fjølbroyttan festivaldag við tónleiki, undirhaldi, mati og hugna. Av stóru hæddarpunktunum í tónleikahøpi verður danski rokkbólkurin [...] leygarkvøldið klokkan 21.45. D-A-D hevur í fleiri áratíggju verið millum kendastu rokkbólkarnar í Danmark, og festivalgestir kunnu gleða seg til at uppliva bólkin mitt í stórslignu náttúruni á Viðareiði. T [...] stóra palli verða eisini Friði & Marner, Hallur Joensen, Eyðun, Terji & Kim og ROX við Signari í Homrum at hoyra. Í Tjaldinum byrjar tónleikurin longu fyrrapartin leygardagin við Trølla Pæturi og Ommuni. Seinni
Grand Prix í 1993 og umboðaði Danmark í Eurovision sama ár. Sjálvt um altjóða úrslitið hjá Danmark hetta árið einki var at reypa av, so gjørdist sangurin fólkaogn í Danmark. Tommy Seebach doyði í 2003, 53 [...] Fjøldin sang við Á skránni vóru annars fleiri av stóru hittunum, sum hava gjørt Rasmus Seebach til eitt av størstu nøvnunum í donskum popptónleiki. Millum sangirnar vóru Kalder på dig , Tusind farver , Nangijala [...] 53 ára gamal. Sangurin varð spældur í jarðarferð hansara, og tá Rasmus Seebach gav sína egnu útgávu út í 2011, fekk hann ein nýggjan leiklut sum bæði minnisvarði um pápan og heilsan til systrina. Á Vágsbøi
kapping í sandflogbólti, sum Flogbóltssamband Føroya skipar fyri. Í sandflogbólti kappast tvey á hvørjum liði, so í dag vóru luttakandi leikararnir í kvinnukappingini seks í tali. Á fyrsta plássi endaðu Jakobina [...] sandflogbóltur í dag verið leiktur á Sandi. Tað vóru trý kvinnulið, sum kappaðust í morgun, og nú seinnapartin kappast trý lið hjá monnum. Veðrið hevur verið gott. Hann hevur lotað høgur í ættini, og tað [...] verið turt í allan dag. Sólin hevur kagað fram ein fittan part av degnum, og tað hevur verið hugnaligt at fylgt dystunum Niðri á Sand. Hetta er eisini fyrstu ferð, at leikarar úr B71 hava luttikið í kapping
Stúgvandi fult er í morgun til ókeypis morgunmatin, sum er partur av Vestmannadøgunum. Felags morgunmaturin er eitt av tiltøkunum á skránni í dag, nú nógv virksemi er í bygdini í sambandi við Vestmannadagarnar [...] seinni í dag verður eisini avdúkað, hvør verður kosin ársins vestmenningur. Vestmannadagarnir hava verið hildnir síðani mikudagin og halda fram til sunnudagin. Nógv tiltøk eru á skránni í Vestmanna í dag