nál. 8. Hásummardagur Frammi í Dal, tá gras og blómur nú hagan prýddu, har fólk í torvi í hópatal á fuglaljómin so fegin lýddu. Og smálomb spældu við móður lið, tað gav í sinnið ein sælan frið. 9. Eg reisist [...] um Stórufles og lítið fleyr norði Undir Síðu. Men Kollafjørður í blikalogn, tað kenst, sum fevnir hann sína ogn. 2. Av Hólmasandi suður í Bø, frá Ósabakka til Rættarleiti, hvørt neyst, hvør dráttur og [...] sígur, mjúkt flóðin fløðir um Krákustein, og ferðafuglur í sunnan flýgur, bjart mánin lýsir á kamb og skørð, so fjálgt her kenst um tann heila fjørð, - so fjálgt her kennist við Kollafjørð. Kristian Djurhuus