seljast. Tórshavnar Skipasmiðja er seld, Eimskip hevur keypt Skipafelag Føroya, og Tórshavnar Skipasmiðja, sum áður hevur keypt Skála Skipasmiðju, hevur nú eisini keypt maskinverkstaðin, FJM. Fiskasølan [...] veitst jú ikki, hvønn tú skal samstarva við eftir eitt møguligt eigaraskifti. Stjórar, sum Sosialurin hevur tosað við, vísa á, at sjálvandi eru kenslur eisini inni í myndini, tá ið væntast kann, at eigaraskifti [...] eigaraskifti sjálvandi órógvar leiðslu og starvsfólk. - Men hetta er ein partur av lívinum, sum tú ikki hevur so stóra ávirkan á. Hann heldur, at vanliga fólkið á gólvinum sjálvsagt eisini hugsa um tíðindini
lektaran inn á sálina og helst hevur gjørt tað, síðan Múrurin fall, og allar hansara ismur: kommunisma, stalinisma, marxisma, leninisma o.s.fr. eru rapaðar, hevur gjørt, at hann hevur mist sín samleika. Tí [...] lektarin við Københavns Universitet, sum hevur búð í Danmark í umleið 50 ár av lívi sínum, kennir alt ov lítið, fyri ikki at siga einki, til tað samskifti, sum er og hevur verið millum íslendingar og føroyingar [...] ant á stovn í Føroyum, ístaðin fyri gamla konsulatið. Her kann eg lata hann vita, at síðan 2001 hevur verið íslendskur aðalkonsul í Føroyum, nevniliga Poul Mohr. At íslendingar nú senda ein royndan
týsdagin mitt í januar. Hann hevur nevniliga játtað at geva sítt íkast til kjakið um HM-endaspælið í manshondbólti. Spennandi dystir í væntu Hans Holm sigur, at hann hevur fylgt við í hondbólti í nógv [...] enn, og í hesum HM-endaspælinum hevur hann sæð onkran dyst, sum er blivin vístur í donskum sjónvarpi. Hann heldur tó ikki, at HM veruliga er komið í gongd enn. - Støðið hevur ikki verið serliga høgt í kappingini [...] ávísan yndishondbóltsleikara. Mær hevur ongantíð dámt hetta við at kjósa árins verjuleikara, ársins áleypara, ársins spælara og so víðari, tí at eg haldi, at liðið hevur størri týdning enn einstaki spælarin
útbygging av Flogvøllinum hastar, men politisk ósemja hevur verið um, hvussu útbyggingin skal fíggjast. Danir hava ikki vilja goldið fyri útbyggingina, og tí hevur verið samráðst um at brúka ein part av Íleggi [...] Tjóðveldisflokkurin við Høgna Hoydal, floksformanni og fólkatingsmanni á odda, er í móti. Høgni Hoydal hevur ta áskoðan, at danir hava forsømt vøllin og eiga sjálvir at gjalda fyri útbyggingina. Tí er hann ímóti [...] sum føroyingar kunnu liva við. - Danir hava í nógv ár ynskt at sleppa av við vøllin, og samráðst hevur verið aftur og fram millum føroyskar og danskar myndugleikar, um hvussu flogvallamálið skal loysast
vónandi verður tónleikurin, ið Thor hevur skrivað síðan hetta at hoyra í nærmastu framtíð. Ger alt sjálvur Við hús upptekur og mixar Thor síni egnu løg sjálvur, og hetta hevur hann gjørt, síðan hann var 11 ára [...] lánið liðugt, endar Thor Simonsen samrøðuna. Thor hevur tvær heimasíður, har til ber at síggja myndir, sjónbandaløg og lurta eftir tónleiki, Thor sjálvur hevur framleitt. www.thorsimonsen.com & www.myspace [...] Simonsen er 19 ára gamal ‘Hip-pop’ tónleikari. Sum sæst á navninum, er Thor hálvur dani, men eisini hevur hann búð 10 ár í Canada. Fyri hálvum øðrum ári síðani flutti hann einsamallur til Føroyar at læra
Garðasmiðjuna at arbeiða. Eftir tríggjar vetrar byrjaði hann so sítt egna virksemi, sum hevur hildið á til í dag. Virksemið hevur verið støðugt, men av skiftandi slag. Virksemið byrjaði við umvæling av súklum og [...] Hóast nógv ár eru liðin síðani virksemið byrjaði, og hóast svárar krepputíðir, so hevur smiðjan altíð hórað undan, og hevur í dag staðfest sítt virksemi. Á Tangavirkinum starvast 13 fólk, herav eru 4 lærlingar [...] Tangavirkið í Vági rundar tey 75 árini í hesum døgum og í hesum sambandi hevur virkið móttøku tann 23. februar. Tað var Palli Mortensen, nevndur Argja Palli, ið legði lunnar undir virkið. Hann flutti til
serliga ætlað Juliu, tí at hon hevur fyrst og fremst koyrt. Randal hevur í nógv ár siglt, meðan Julia hevur verið heimagangandi. Randal hevur tó eisini hjálpt væl til, tá ið tað hevur verið brúk fyri tveimum [...] tveimum bilum. - Ungdómurin hevur altíð tráðað eftir at sleppa av bygdini í vikuskiftinum. Vit hava koyrt tey í 30 ár, sigur Julia, sum eisini fekk ársins rós frá kommununi. Tey vilja tryggjað, at tey ungu koma
m FA, Mark Palios, hava havt kynsligt samband við ein skrivara í FA. Palios hevur sagt seg úr starvi, og leiðslan í FA hevur biðið Eriksson á fund á einari loyniligari adressu í London, har endalig støða [...] Keypmannahavn. Venjarin hjá FCK, Hans Backe, sigur, at hetta er tað ringasta, sum hann nakrantíð hevur upplivað sum venjari. Hann er annars júst kosin ársins venjari. Tapið í gjárkvøldið merkir, at FCK [...] Liverpool Sambært BBC er Liverpool FC áhuga í at keypa Thomas Gravesen. Danski landsliðsspælarin hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Everton. - Vit hava hoyrt slatur um Gravesen, men managarin vil helst
Festivalurin hevur í ár fingið ræðisrættin frá Gøtu kommuna yvir Syðrugøtu, og fyrireikararnir av G! Festivalinum ynskja tí ikki at lata matsøluna til GÍ, tí hon gevur pening í skjáttuna. GÍ hevur ongan áhuga [...] stuðul og ræðisrættin yvir Syðrugøtu. Kommunan hevur eftir mínum tykki veruliga klokkað í tí, vísir ein avgjørdur Jógvan Gregersen á. Hann sigur, at GÍ hevur góðtikið, at G! Festivalurin er sama vikuskiftið [...] millum G! Festivalin og GÍ, men partarnir hava ilt við at finna eina semju um matsøluna. Sum skilst hevur ein semingsmaður eisini roynt seg, men uttan úrslit. Verður eingin semja funnin millum partarnar
ongantíð hevur verið annað enn ein rammulóg við nøkrum kunngerðum. Í hesum føri kunnu vit staðfesta, at lóggávan og harvið politiski mynduleikin hevur slept brúkarnum uppá fjall og tískil hevur ábyrgdina [...] nú Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, saman við fakfólki innan heilsu hevur sett orð á, hvussu farast skal fram næstu 10 árini fyri at tryggja okkum øllum betri heilsu. Byrjað [...] yvirskriftini ?Vegurin fram? verður mett um, hvar tað fyribyrgjandi arbeiðið skal byrja, og hvør hevur ábyrgdina av at gera hvat. Hans Pauli Strøm ásannar, at í summum førum verður neyðugt at endurskoða