skiftust um at hava leiðsluna. Munurin var ongantíð størri enn tvey mál, hesar 30 minuttirnar, og uttan at taka munnin ov fullan, kann sigast at sigurin kundi fara báðar vegir. Orsøkin til, at tað at enda eydnaðist [...] eydnaðist neistaliðnum at vinna dystin, var fyrst og fremst tann, at liðið hevur eina størri breidd, og at tað tískil var gjørligt hjá teimum at skifta út, uttan at hetta nervar spælið alt ov nógv. Serliga [...] ein styrkur fyri liðið, at Rúna Wardum nú er um at koma rættuliga fyri seg, við tað at hon eisini kann taka eitt sindur av trýstinum frá Ileanu og Ingu. Neistaliðið er sostatt um at koma rættuliga fyri seg
mundu vænta, at menninir hjá Kyndli av álvara fóru at spíla seg út, nú endaspælið í hondbóltinum byrjaði, men ístaðin er líkt til, at teir longu eftir fyrsta dystin í sama endaspælið eru um at verða aftu [...] støðugt, og kyndilsleikararnir at enda høvdu mist alla vón um at fáa nøkur stig, gjørdist talan nærum um eyðmýking. Verjan riggaði Styrkin hjá neistaliðnum er fyrst og fremst hon, at liðið hevur nakrar avbera [...] helst best um miðjan fyrra hálvleik. Fyri at verja fyri Áka Olsen, valdi Sophus at lata lítlabeiggjan, Hans Áka, mansverja stórskjúttan, men hetta viðførdi bert, at Heini fekk størri rásarúm, og eftir lítlari
avvarðandi teirra, ov ofta uppliva, at gerandisdagurin ikki hongur saman. Ein partur av loysnini á hesum er, at samskipandi eindin fyri brekøkið fer at virka fyri, at allir viðkomandi partar bæði samskifta [...] uppliva hann í dag, at nøkur orsaka av aldrinum detta niðurímillum við aldursmótini. MEGD vil tí heita á allar viðkomandi partar um at hava í huga, at tænasturnar altíð eru samanhangandi, og at hetta er treytað [...] Enn vita vit ikki, hvussu nýggja býtið fer at mynda gerandisdagin hjá børnum og ungum, ið bera brek. Eingin ivi er um, at hetta er gjørt við tí fyri eygað at fáa eina betri og meira samanhangandi tænastu
vit duga at ímynda okkum, og tað kann tykjast óveruligt at hugsa sær, at tað bert fer at taka einar 20 minuttir at koyra úr Skálavík og inn á meginøkið. - Tunnilin fer at gera tað møguligt at búgva í Guðs [...] n heldur tekin vera um, at bústaðarmynstrið millum ungar føroyingar er við at broytast og fer at broytast enn meira, sum tíðin gongur. - Vit vita, at tað hevur verið trupult at fíggja nýbygging her í oynni [...] byggja sær sethús, at vita, at frívirðið sambært fíggingarstovnum kanska er negativt við einari miljón, tá tey flyta inn. Linjohn Christiansen væntar, at íbúðir tí verður nakað, sum fer at vinda upp á seg
Rana, til at skriva undir avtaluna um radaran við danska verjumálaráðharran, Morten Bødskov, meðan Javnaðarflokkurin hinvegin mælti til at siga ja. – Eg havi altíð mælt til, at man bíðar við at skriva undir [...] Fólkaflokkin í Uttanlandsnevndini. Vil tað siga at tit hava mælt landsstýrismanninum frá at skriva undir? – Vit hava hvørki sagt ja ella nei. Vit hava bara biðið um at bíða eitt sindur, sigur Jacob Vestergaard [...] evnd tók undir við, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, skrivaði undir semjuna um radaran. – Tað gjørdi eg, hóast vit harmast um, at Løgtingið ikki er sloppið at viðgera málið, soleiðis
lagdur á gjøgnum árini at royna at samantvinna søguna hjá oynni, bæði tað góða og tað ónda, soleiðist at tey vitjandi fáa eina so “sanna” uppliving sum møguligt, við tí fyri eyga, at hon virkar hugkveikjandi [...] týdningin av at at standa saman um frælsið og ikki lata frælsiskúgandi megi fáa valdið á okkum. Túrurin var viðvirkandi til, at nýggj vinarbond vóru knýtt, og hevur hetta verið ein sannur framíhjárættur at sloppið [...] og eru nú noydd til at miðla teirra boðskap úr øðrum londum. Saman fingu vit møguleikan at skifta orð um politisk viðurskifti, ið eru uppi í tíðini í einstøku londunum, umframt at vit viðgjørdu mál í felag
sum vit nú fara at søkja Búnaðarstovuna um at yvirtaka. So er tað upp til Búnaðarstovuna og festararnar í Kollafirði. So fáa vit at síggja, hvussu verður við vælvildini. Legði til merkis, at Signar í Homrum [...] pástandurin hjá trimum umboðum fyri kollafjarðarnevndina, at ‘Tórshavnar kommuna hevur vanrøktað Kollafjørð í 20 ár’ . Eg fái meg ikki til at trúgva, at vanligi kollfirðingurin tekur undir við hesum. Hetta [...] ikki soleiðis, at ongin arbeiðir fyri Kollafjørð. Á borgarafundinum sást, at t.d. tekniski stjórin, býararkitekturin, byggimálsdeildin og trivnaðarfyrisitingin øll áhaldandi arbeiða við at loysa átrokandi
sera spennandi at vera við til at byggja nakað nýtt upp. Karin Kristina, er, eins og Shaila, her av staðnum. Eins og hinar heldur hon tað vera sera gevandi at sleppa at vera partur av at bróta upp úr nýggjum [...] heldur enn at brúka fyrstu mánaðirnar upp á at venja børnini til at vera still og lurta eftir. ##med8## ##med9## At forskúlin var ætlaður sum ein bindiliður og ein fyrireiking upp á tað at fara í fyrsta [...] sluppu eina løtu at royna seg við at tekna og høvdu eisini fingið okkurt leskiligt sett á borðið. Eftir kunningarløtuna varð farið niður undir í hølið, har næmingarnir koma at halda til, eftir at tímarnir í
metir ikki, at tað er rætt, at man frá politiskari síðu blandar seg í arbeiðsmarknaðarmál á hendan hátt. ##med2## Minnilutin metir heldur ikki, at tað er rætt, at samgongan á hendan hátt roynir at tiga málið [...] ígjøgnum, so at man ikki hevur havt møguleikan at hoyrt allar partar, í hesum føri sjúkrarøktarfrøðingarnar. Tað skaðar fólkaræðisligu gongdina í viðgerðini, at tingfólk ikki fáa møguleika at fáa lýst málið [...] heldur ikki eru nóg væl ílætin til at taka støðu í málinum. Minnilutin ásannar, at tað er sera álvarsamt, at tað kann standa um heilsuna hjá fólki, um hendan støðan sleppur at halda fram. Tó vil minnilutin
hugskot, um SEV fór undir at bjóða hesa tænastuna, men SEV hevur boðað frá, at tey ikki eru áhugað í at fara undir at annað virksemi enn at framleiða streym. Fleiri vísa á, at við lógarbroytingini kunnu [...] verður tað gjørligt at fáa eina varandi orkuloysn í húsini UTTAN at gera stóru íløguna sum tað er, at seta eina slíka skipan upp, heilt upp í omanfyri 250 túsund krónur. Sjálv haldi eg, at tað hevði verið [...] hava møguleika at geva mótboð, har tað frammanundan hevur verið ov stutt skotbrá til tað. Tað er til dømis eisini fyri at tryggja, at alt fer rætt fram í útbyggingini av varandi orku, og at avtala ikki er