minni larmandi punkpoppin hjá Zink. Eg velji at síggja manglandi dansin og flipparíið sum tað, at áhoyrara-fjøldin var so hugtikin av hesum, at tey gloymdu at flippa út. Kanska flippaðu tey inneftir ístaðin [...] vóni eg, at restin av konsertini var góð. Eg veit, at eg gleði meg til at hoyra teir aftur. Sigast kann tó um henda ógvuliga tunga tónleikin, at viðhvørt so haldi eg hann vera eitt sindur foroldaðan, og eg [...] øll øðin, sum skal til fyri at fáa lortið at svinga, blívur av. Eitt nokso festligt innslag í konsertini var, at Spren Rex veitti eitt slag av tónlistarligari ulandshjálp við at forera fløguna Ampaljóð (tey
er sostatt, at fiskimannaskatturin er við til at varðveita/fasthalda okkara flota- og vinnumynstur, ið annars helst eigur at tillaga seg, so hvørt umstøðurnar broytast. Sigast kann ikki, at reiðararnir [...] haldast at fáa fíggjarligan ágóða av at kunnu vera verandi í vinnuni. Óli sigur, at eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi ikki økist av fiskimannaskattinum, heldur sum frá líður. Hann prógvar tað við at vísa [...] náttúrligt at vænta, at fiskimannaskattaskipanin ger, at trýstið frá fiskimonnum á reiðararnar at hækka hýrupartin verður minni. Um hýruparturin kortini verður hildin uppi, so hevur Óli í fyrstu atløgu
honum at fara upp í meirilutan var, at hann fekk størri ávirkan í samgonguni. Væntar tú, at tínir veljarar kenna seg sviknar eftir, at tú í sjálvdrátti fór upp í meirilutan? -Tað er ómetaliga ringt at siga [...] verið við til at skaða umdømið hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býrað, svarar hann, at tað er ringt at siga. -Sjálvandi er hetta ein óheppin støða, men eg eri framvegis sannførdur um, at eg tók røttu [...] rokni við, at tey sum hava valt meg havi ynskt, at eg kundi gera meg galdandi í býráðsarbeiðinum. Sum veljari hevði eg kent meg sviknan um mítt umboð í býráðnum ikki hevði tikið av møguleikanum at fáa ávirkan
lækna ávaringar, um hann roynir at ordinera heilivág, sum sjúklingurin ikki tolir. Orsøkin kann vera, at sjúklingurin fær annan heilivág frá øðrum lækna, sum ikki eigur at verða tikin saman við tí heilivági [...] frá fyrst at prenta út, senda við posti ella fax, og síðani tøppa upplýsingar inn av nýggjum í aðra skipan. Omanfyristandandi eru bert nøkur einstøk dømi fyri at skapa lesarin kann skilja, at alternativa [...] kommunulæknar. Skipanin hevur tí í verki víst, at hon kann brúkast. Nú veit eg, at kommunulæknarnir í Svøríki ikki eru løntir á sama hátt sum teir føroysku og at faktureringsamboðið tí ikki er ment, í mun
rætt í, at tað er ein stór ábyrgd, at hava við ungdóm at gera. Og at ungdómur og børn eru ógvuliga viðbrekin, og taka lætt ímoti ávirkan. Men har frá at siga at André ikki er at tosað við, at onki hevði [...] óiva at halda áfram við tí. Men tað sum eg eftirlysi er moralin í kjakinum. Er hann fullkomiliga gloymdur? Hevur hann onki at siga, bara so leingi eg sleppi at siga mína hugsan og sleppi undan at taka [...] um?" Men eg helt, at meðalvarpingin hjá Barbaru hóskaði so nógv betur at lýsa klakksvíkingar við... Tað er serliga orði "umaftur" ið eg hefti meg við. Tað er ikki lang tíð síðani, at klakksvíksprestur
Hansen Áhugin fyri at skipa stovnarnar av nýggjum, sum hava við víðari útbúgvingar at gera, og at tillaga innihaldið, hevur verið stórur fleiri tey seinastu árini. Tað sæst eitt nú á, at útbúgving hevur átt [...] Nú royna vit at síggja hetta økið sum eina heild og at finna loysnir, sum bera við sær, at menniskjaliga og fíggjarliga orkan verður betri gagnnýtt, enn hon higartil hevur verið, og at talan verður um [...] bygnað. Ætlanin er, at nevndin skal senda uppskotið til hoyringar hjá øllum avvarðandi pørtum, og samstundis at kalla til fundar at umrøða uppskotið við hoyringspartarnar við tí fyri eyga, at gera endaligt uppskot
beinanvegin oljukøn at hugsa um møguleikan at gera fund, sum liggja tvørtur um markið. Tað er eisini áhugavert at bíta merki í, at í fjør hendi júst tað sama. Tá beyð Chevron øðrum oljufeløgunum at farma inn tvs [...] Føroyaøkinum. Tað má sigast at vera einki minni enn ein lítil kollvelting, at Mærsk nú er farið at gera íløgur í leiting á Atlantsmótinum. Felagið, sum oftani verður mett bara at gera íløgur í sera tryggum [...] dótturfelag hjá Mærsk Olie og Gas AS. Ætlanin er nú, at felagið saman við Chevron og Talisman skal fara undir at gera 2D seismik í økinum seinni í ár. Ætlanin er at meta um tað sokallaða Capercaillie prospektið
so eg vóni at landsliðið klárar at vinna mikukvøldið, tí tá verður tað vinnarastemningur millum áskoðararnar. Boykotta Svangaskarð. Hvat er orsøkin fyri at Dimma mælir Fótbóltssambandinum at taka landsdystirnar [...] veruleikin er tann, at teir flestu áskoðararnir koma beinleiðis til dystin og fara direkta av stað aftur, sjálvt um øll vita, at Tórsvøllur liggur í Havn og tey vita hvat Havnin hevur at bjóða, so fyri nógvar [...] tað teir eru komnir at síggja og uppliva. Einans eitt stadion uppi í fjøllunum. Leiðarin á Dimmu hevur hug at taka synd í gestunum sum vera beindir inn á Svangaskarð, tí har er onki at bjóða áskoðarunum
hava tosað saman og eru á einum máli um, at teir góðtaka ikki, at sjúkrabilarnir verða fluttir til Havnar at hava støð. Sjúkrabilførararnir í Vágum hava boðað frá, at fáa teir ikki eina vaktarskipan, teir [...] oynni. Hann staðfestir, at tað er øgiliga neyðugt at hava sjúkraflutningstænastuna við støð í oynni. Skjót hjálp er góð hjálp, veit læknin, og tað kann i ávísum førum bjarga lívi, at bilurin er á staðnum [...] sannlíki fyri at noyðast at brúka sjúrkabilar í Vágum er størri enn fólkatalið, sum skrásett er í kommununum í oynni, vísir. Fólki kann altíð bráddliga bila eitthvørt, og tá kann vera gott at hava hjálpina
skuldi tikið sær av áðrenn hann byrjar at tosa um, hvør er rýmdur undan hvørjum. Tað er óhugnaligt at hugsa sær til, at flokkurin sum við reinum lótum, fyrigyklar fólki, at hann er borganin fyri einum frælsum [...] vera fullvísur í, at Tjóðveldisflokkurin fer at vera á varðhaldi. Búskaparligir vingluskøltar. Bjarni Djurholm vísur á, at Tjóðveldisflokkurin ikki vil vera við nú búðskaparliga er við at ganga eitt sindur [...] uppvaskinum« - tað er nú markháttligt, at Bjarni Djurholm skal ditta sær at tosa um politiskt ella búskaparligt uppvask; men lat tað vera sagt alt fyri eitt, at Tjóðveldsidflokkurin er ongantíð rýmdur