keypa økið fyri marknaðarprís, so grønu og rekreativu virðini í økinum kunnu varðveitast. Tað er høvuðsniðurstøðan í hoyringarviðgerðini hjá Umhvørvisdeildini. Deildin staðfestir, at uppskotið til nýggja [...] bygging at byggja á eina heildarætlan fyri landslag, grønar samanhangir og burðardygga lendisnýtslu. Málið hevur fingið stóra umrøðu. Fyrst komu fimm hoyringarskriv inn til kommununa. Eftir at hoyringarfreistin [...] verið, komu fýra afturat. Til samans hevur kommunan sostatt fingið níggju hoyringarskriv. Ætlanin er at broyta byggisamtyktina, so tað verður møguligt at byggja 84 íbúðir í upp til trimum hæddum í nýggja
gjørt sáttmálar fram til 1. oktober 2026 við Starvsfelagið, Heilsurøktarafelagið, Havnar Arbeiðarafelag og danska Tannlæknafelagið. Karmurin fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er [...] undan summarsteðginum. Tá varð semja um, at arbeiðsgevarafelagið skal gera eitt uppskot til ein nýggjan sáttmála fyri kommunalt sett arbeiðsfólk. Samráðingarnar halda fram við Havnar Arbeiðarafelag, Føroya [...] Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Felagið hevur boðað pørtunum frá, at tað er til reiðar at taka samráðingarnar upp aftur, og uppskot um fundartíðir eru send fakfeløgunum. Pedagogarnir
verður í Hósvík komandi mikukvøld klokkan 20. Í Sunda kommunu vísa tey á, at kommunan í fjør skipaði fyri væl vitjaðum borgarafundum runt í ymisku bygdunum í kommununi. Fundirnir vórðu væl móttiknir, og kommunan [...] bæði rís og rós. Endamálið við borgarafundunum er, at allir borgarar skulu hava møguleikan at sleppa til orðanna og føra síni sjónarmið fram. - Ætlanin er, at hetta skal síggjast aftur í raðfestingunum hjá [...] hjá býráðnum, siga tey í Sunda kommunu í dag. Nú eru dagfestingar og tíðir settar á borgarafundirnar fyri 2026: 19. august: Bygdarhúsið, Hósvík 20. august: Dúvugarðar, Saksun 26. august: Við Margáir, Hvalvík
Tónaskaldið Alan Menken, sum eisini er kendur fyri tónleikin í m.a. Aladdin , Beauty and the Beast og The Little Mermaid , hevur skrivað tónleikin. Leikurin er egnaður til øll millum 7 og 100 ár Leikarar Aksel
Eitt nostalgiskt ferðalag aftur til eitt summar. Ung, frí og uttan at vita, hvat liggur fyri framman. Eitt lag um tær løturnar, vit vilja halda fast í, áðrenn tær gerast til minnir. Adrenaline 20TveyFimm
hevur størstu nettoskuldina fyri hvønn íbúgva í Føroyum. Við árslok 2025 hevði kommunan 358,7 milliónir krónur í nettoskuld. Við 5.537 íbúgvum svarar tað til 64.800 krónur fyri hvønn. Runavíkar kommuna er [...] n 42.800 krónur fyri hvønn íbúgva. Samlaða nettoskuldin hjá kommununum var 1,465 milliardir krónur. Býtt á teir 54.910 íbúgvarnar í uppgerðini svarar tað til umleið 26.700 krónur fyri hvønn íbúgva. Tórshavnar [...] næst á listanum við 62.800 krónum fyri hvønn íbúgva. Síðan koma Skopunar kommuna við 48.400 krónum, Eysturkommuna við 47.700 krónum og Sands kommuna við 46.500 krónum fyri hvønn íbúgva. Í Fuglafjarðar kommunu
føroyskar fyritøkur sjálvar kunnu gera fyri at gagnnýta møguleikarnar í vitlíki, menna neyðugu førleikarnar og standa sterkari í teimum broytingum, sum eru fyri framman. Spurningurin er sostatt ikki longur [...] arbeiðsgevarar, fyritøkur og politiska skipanin at fyrireika seg? Á Vinnudegnum verður evnið tikið upp til kjak í Norðurlandahúsinum. Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen [...] kunnu vænta okkum á vitlíkisøkinum komandi fimm árini, og hvørjir møguleikar og avbjóðingar liggja fyri framman. Hvørji atlit eigur ein arbeiðsgevari at hava, tá ið vitlíki verður ein alsamt størri partur
Hetta var aðru ferð, síðani hann í summar flutti úr Víkingi og til ÍF, at 20 ára gamli Bogi á Reynatrøð var málskjútti. Hann skoraði eisini fyri einari viku síðani, tá ið ÍF á heimavølli vann 3-1 ímóti EB/Streymi [...] undan leikloki fyri fyrstu ferð varð skiftur inn á besta ÍF liðið. Hjá TB vóru bara tríggir spælarar á beinkinum. Ein teirra var 35 ára gamli Heine Mortensen, sum eitt korter undan leikloki fyri fyrstu ferð [...] Tað endaði við 3-0 sigri til gestirnar, tá ið Karl Løkin og hansara menn í ÍF seinnapartin vóru gestir hjá TB í Trongisvági. Úrslitið ber við sær, at ÍF, nú tveir triðingar av kappingini eru lagdir aftur
virkið vísindafólk á Setrinum tey seinastu trý árini, og hon hevur fingið væl av uttanhýsis fígging til vega til sítt granskingarvirksemi, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari. Karin Habermehl-Cwirzen hevur [...] hon havt ein týðandi leiklut í at byggja upp og menna granskingar- og starvsstovuundirstøðukervið fyri tilfarsgransking í Føroyum. Tilnevningin sum professari er grundað á eina uttanhýsis meting. Tríggir [...] Karin Habermehl-Cwirzen við sínum granskingar-, undirvísingar- og leiðsluroyndum er sera væl skikkað til professarastarv í náttúruvísindum. Sum siður er, fer hon nú at halda almennan professarafyrilestur
arbeiðstakarum. Kanningin varð gjørd í verkætlanini Arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum løntakarum á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undir leiðslu av Anniku Helgadóttir Davidsen og Pál Weihe. Hetta skrivar [...] Úrslitini úr hesi grein byggja á kanningina Arbeiðið og Tú , og umfatar 5.198 arbeiðstakarar, svarandi til umleið ein fjórðing av føroysku arbeiðsmegini í 2021, tá kanningin varð gjørd. Úrslitini vísa eitt [...] meðan arbeiði við boygdum ella snaraðum ryggi var knýtt at pínu í nakkanum. Hetta var galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Heilsustarvsfólk, lærarar, námsfrøðingar og fólk í kropsliga krevjandi størvum høvdu