Men at rætta Greenpeace lítlafingur í hesum døgum, har felagsskapurin hevur funnið sær eitt nýtt mál at yvirliva uppá, ætla vit okkum ikki, tó at vit í princippinum eru samdir um, at vit eiga at gera [...] minnast annars, hvussu hesin felagsskapurin fyri góðum ári síðani megnaði at fáa eitt av heimsins størstu og ríkastu feløgum, Shell til at slaka og steðga eini ætlan at søkkja ein brúktan oljupall stutt frá [...] pengar av til fyri tað fyrsta at minka mest møguligt um dálkandi árinið og harnæst í gransking í alternativum varandi orkukeldum. Tað er eisini tí vit á hesum stað fyri stuttum skutu upp, at Føroyar sum
vónar hann at fáa dupultan vinning. Fyri tað fyrsta, vónar hann, at veljarin sigur: Endliga ein, sum torir at lata høvdini rulla. Í øðrum lagi kann hann vinna hetta, at veljarin gloymir, at tað eru po [...] máta. Hetta duga øll at skilja og síggja - eisini landsstýrismaðurin. Vit vilja fegin her sterkt undirstrika, at vit halda, at landsstýrismaðurin eigur at fáa politiskan stuðul til at útvega eitt nýtt skip [...] skip í staðin fyri Trónda. Men vit vita eisini, at hetta er eingin løtt uppgáva - hvørki politiskt ella tekniskt. Politiskt tí at fíggjarlógaruppskotið longu er farið í løgtingið. Tekniskt tí at her er ikki
við til slíka loysn, so eiga almennu Føroyar fyri tað fyrsta at kanna møguleikan fyri at ákæra Danmark fyri altjóða dómstól - og ber hetta ikki til - so at umhugsa samstarvið við Danmark á 50 ára degi [...] politikarar fara at brúka hetta høvið til at seta út í kortið á nýggjum. Og soleiðis sum støðan er vorðin millum Føroyar og Danmark, er lítil ivi um, at tað fara at vera sterkar røddir frammi um at leggja enn [...] er eingin ivi um, at danskir myndugleikar eiga høvuðsábyrgdina av tí støðu, sum hevur tikið seg upp millum Danmark og Føroyar. Tað er eina og aleina donskum myndugleikum fyri at takka at tað loysnar meira
einstakliga prestatión. Her var eitt lið, sum spældi saman og sum spældi fyri sínum felag, fyri sínum heimplássi, sum spældi fyri Føroyum. AT tað so júst skuldu vera vestmenningar, sum framdu hetta bragd, er [...] hetta frálíka úrslit at kveikja nýtt lív í hondbóltin her heima. Tað verður gjørt eitt sera stórt arbeiði kring landið fyri hondbóltsáhugað, men tað er líkasum at gularótin - hetta at vera við í altjóða [...] úrslit - manglar. Hetta at fáa vitjan av góðum fremmandum liðum, og hetta at halda sínum egnu góðu spælarum til við at lata teir spæla móti spælarum úr øðrum londum. Vit siga ikki, at talan skal vera um nakra
ping-pongspæl, har taðmeira ræður um at vinna sær tekkju millum donsku veljararnar enn at skula taka støðu til eitt endurgjald til Føroyar. NÚ tá alsamt fleiri halda, at tað rætta hevði verið ein dómarakanning [...] hevur bráddliga eingin ábyrgd men fyri at sleppa undan henni vilja teir kortini lata føroyingum ein skilling ella tveir fyri tort og svie. HÓAST vit føroyingar ikki eiga at leypa framav og bara seta krøv [...] grundarlag - at tekin eru ikki til, at vit fara at fáa tað afturgoldið, sum vit hava rætt til eftir donsku svikagerðina. Tí jú nærri nærkast vali í Danmark tess torførari verður hjá donskum politikarum at vera
TAÐ er at fegnast um, at vit hava fólk í landinum, sum tora og duga at siga sína meining. Ein av teimum er Birgir Danielsen, sum Sosialurin hevði eina samrøðu við mikudagin. Umframt at vera stjóri í F [...] m, at vit høvdu ikki brúk fyri einum landsbanka, og tískil floymdu uttanlandslánini inn yvir okkum. Nógv av teimum vóru forhondslán, sum vórðu sett í føroysku bankarnar, og bankarnir skulu jú vinna pening [...] partinum stýrdu bankarnir! Bankarnir sleppa ikki undan ábyrgdini, at teir vóru medvirkandi til, at privata brúkið vaks ómetaliga nógv, og at húsaprísirnir fóru langt upp um veruliga virðið. Syndarligu av
týðandi broytingar til frama fyri føroysku tjóðina ? bæði vinnuliga, sosialt og mentanarliga. VERANDI leiðsla hevur valt at halda fram hesa kós ? at vera ímóti og vinna atkvøður fyri tað. Sjálvandi var flokkurin [...] SAMBANDSFLOKKURIN heldur ikki, at tað er nøkur grund at broyta heimastýrislógina. Á hinum bógnum heldur Tjóðveldisflokkurin fast við, at tað er eingin leið millum loysing og verandi óhaldbaru støðu. FLOKKARNIR [...] krígslok vildu fleiri av fremstu monnum sambandsins, at Føroyar skuldu halda fram sum eitt danskt amt. At enda gekk sambandsflokkurin so við til at góðtaka heimastýrislógina. Í SAMBANDSFLOKSINS eygum er
dittaði sær at nema við hetta málið. Nú eigur løgmaður tað alt sum tað er, og spurningurin er, hvat verður gjørt fyri at fáa skil á í hesum málinum, soleiðis at m.a. føroyingar, sum vinna, skulu kunna [...] Skotlandssiglingini og hvussu vit tippingini fyri bert at taka nøkur av málunum fram. TAÐ er einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur hjá føroysku pressuni at fáa hendur á. Sjálvandi er ein løgmaður nógv [...] teimum skyldum hetta ber í sær. Og ein av hesum skyldum er at vera tilreiðar at svara spurningum frá pressuni. Tvs. at hann verður noyddur at skifta løgmanskasjettuna út við landsstýrismannahúgvuni, tá
áttu teir at brúkt hetta høvið til at fingið góð viðurskifti við Føroyar við tí fyri eygað at bæði londini so avgjørt hava nógv at samvinna um bæði í sambandi við olju og aðra vinnu. Fyri ikki at tosa um [...] a um at fáa marknamálið upp á politiskt støði. Við øðrum orðum biðjur løgmaður starvsfelaga sín í Danmark um at seta seg í samband við Tony Blair, forsætisráðharra í Bretlandi fyri at fáa hann at taka [...] Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar virða Bretland. NÚ er at vóna, at bretar vísa sín góða vilja
segði, at vit føroyingar áttu at standa saman í hesum málinum. At vit áttu at fara til Danmarkar við eini felags stevnu og ætlan. Sami løgmaður tekur síðani alt tað føroyska fólkið sum gísla fyri at skaffa [...] vil hann eisini royna at vinna sær atkvøður uppá bankamálið. Hann torir ikki at tala løgmanni ímóti, tí helst síggja báðir flokkar sær møguleikan at kunna vinna sær atkvøður uppá at koyra bankamálið fram [...] mál til, at nakar flokkur má sleppa at spekulera í tí til egnan fyrimun. Allar góðar krefir eiga at leggjast í til tess at fáa Føroyum eina góða loysn. At løgmaður ætlar sær til Danmarkar at samráðast