40,8 stig í útjaðaranum Stammersdorf í høvuðsstaðnum Wien. Tað upplýsir eysturríkska veðurstovan Geosphere Austria. Mátingin er fyribils, men er 0,3 stig hægri enn fyrra landsmetið frá 2013. Hitametið kemur [...] hava sett veðurmet. Í Fraklandi var juli tann heitasti mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur. Miðalhitin var 24,9 stig, sum er 0,1 stig hægri enn fyrra metið frá august 2003. Eisini longur norðuri hava serlig [...] Hitabylgjurnar hava havt álvarsligar avleiðingar. Vatnstøðan í fleiri stórum áum er nógv lækkað, og vandin fyri skógareldum er vaksin. Í Ungarn var einasta kjarnorkuverkið í landinum, Paks-verkið, um reppið
og áhugaverd at lurta eftir. Eitt tað besta við Hildigarð var, at mann altíð visti hvar mann hevði hana. Um mann spurdi hana um okkurt, fekk mann altíð svar, hóast tað ikki altíð var ta svarið mann ynskti [...] fóru ymiskar leiðir í lívinum, høvdu vit altíð samband, og var tað altíð stuttligt at tosa saman og minnast á gamlar dagar og annars tað, ið rørdist í samfelagnum. Hildigarð var ein av teimum, ið var við [...] Eftir hana standa varðar, ið hon hevur verið við til at byggja. Hon var nakað heilt serligt, og er tað løgi, at mann ikki longur kann ringja til hana og fáa eitt prát um verðins situatiónina. Saman við
um í Suðuroynni er byrjað. Talan er aftur um fullsett skeið. 48 næmingar, allir føroyingar. Næmingarnir koma úr øllum landinum. Tað merkist í bygdamyndini í Vági, at Ítróttaháskúlin er byrjaður. Hvønn [...] súkklu, ella á Garðabrúgv, har eitt yndisírtív er at dyppa, ella kava, hoppa og sum heild spæla sær við ymsum brøgdnum, sum myndin omanfyri ber boð um. Myndin er tikin í góðveðrinum í gjár.
at streymurin verður góður, men hann harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður gott fyri tað mesta. - Tað verður nakað av útróðrarfiski og helst fer onkur eisini út á Føroyabanka, vita tey á Fiskamarknaði [...] línuskipini verður sagt soleiðis: - Tey fiska í føroyskum sjógvi, tvey eru á Íslandsrygginum, og eitt er á Flemish Kap. Øll skipini fáa mest av toski og so nakað av hýsu, brosmu og longu. Um útlitini til
Átakið, sum hevur fingið heitið Tunnel Vision , varð sett á stovn fyri nøkrum árum síðan. Endamálið er at fáa undirtøku fyri tunlum, sum kunnu avloysa eina alsamt meira óálítandi ferjusigling millum hetlendsku [...] Liberalu demokratarnar, meðan Hannah Mary Goodlad varð vald fyri skotska tjóðskaparflokkin SNP. Hon er eisini limur í skotsku stjórnini. – Við hvørjum fundarumfari hava oyggjabúgvarnir skapt størri undirtøku [...] til umleið 1,5 milliardir pund, svarandi til umleið 15 milliardir danskar krónur. Stóri spurningurin er, hvussu verkætlanirnar skulu fíggjast. Millum møguleikarnar eru almennar játtanir, lántøka og privat
eingin fólkaskaði var. Um klokkan 17.30 steðgaði løgreglan eisini einum prutli, har tvey fólk vóru á. Tað er ikki loyvt at hava ferðafólk á einum vanligum prutli. Bæði førarin og tann, sum sat aftanfyri, vóru [...] herverk móti einum bili á Garðavegi í Klaksvík. Bæði síðuspeglini vóru tikin av bilinum. Herverkið er framt onkuntíð millum leygardagin og sunnudagin, men varð ikki meldað fyrr enn mikumorgunin. Løgreglan
sum eiga hagan, undir at hava framt herverkið. – Nei, tað haldi eg ikki, tað er. Slett ikki. Men eg havi onga viðmerking um hetta málið, tí tað er áleikandi politimál, svarar Linjohn Christiansen. Eynar [...] Tað skrivar Frihedsbrevet, sum hevur tosað við Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavíkar kommunu. – Eg kann vátta, at tað er framt herverk á vatnskipanina hjá Skálavíkar kommunu, sigur Linjohn C [...] havi fingið at vita frá serkønum, at tað kundi staðið stórur skaði av hesum. Har varð reinsiútgerð og annað, sum koyrdi hasa náttina, og tá einki vatn kom í, kundi tað væl gjørt skaða fyri nógvar pengar
og Guðrun halda, at tað er ein øðrvísi uppliving hjá ferðafólkum at koma á gátt í Spinnarínum, tí har verður fari niður í ferð, og tað er júst tað sum eyðkennir ullarbeiði. - Tað er gott fyri sinni at arbeiða [...] heldur tú at ull er ull, og tógv er tógv, men tað er ikki so einfalt. At spinna er sum at taka koyrikort, tú noyðist at kenna útgerðina, og vita hvat tú skal gera fyri at alt skal rigga sum tað skal, og tá [...] seyðurin eitur tað sama sum ommubørnini, hetta ger tað persónligt fyri tey. Tá ullin er vaskað verður hon løgd í kurvar har hon tornar. - Onkur ull er framvegis full í grasið og mosa, onkuntíð er hon tøvd nakað
illa fyri í nógv ár. Gýtingarstovnurin er framvegis undir ásetta lágmarkinum, meðan veiðilutfallið er oman fyri hámarkið í veiðiregluni. Niðurstøðan hjá Havstovuni er tí, at veiðitrýstið ikki eigur at verða [...] kunnu fáa avleiðingar fyri eftirmetingina hjá ICES. Verður tað torførari hjá ICES at góðtaka føroysku umsitingarætlanina sum burðardygga, kann tað aftur fáa týdning fyri MSC-góðkenningina. Hetta kann hava [...] smanni í fiskivinnumálum, um at lata útróðrarbátum í bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Orsøkin er, at bátarnir væntandi fara at hava brúkt allar sínar fiskidagar innan stutta tíð. Við teimum 750 eyka
trinum, er saman við Tráin Petursson Nónklett, granskara, farin undir at kanna, hvønn týdning tað hevur fyri samleikan hjá føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av [...] av granskingarverkætlanini LostToClimate , som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis . - Fyri oyggjar sum Mykines, Skúvoy og Fugloy hevur fuglaveiða altíð havt [...] týdning. Fólk í hesum oyggjum hava havt holla vitan um fuglastovnar, veiðihættir og matgerð, sum nú er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tá umstøðurnar broytast, og siðbundin livikor og handverk missa sín