til leigu í Havn, er bæði torført og kostnaðarmikið. Vit halda, at Runavíkarøkið liggur væl fyri, tí komandi er úr stórum parti av landinum, og her er nógv ferðsla og nógv virksemi í økinum. Hans Eiler [...] egnari inngongd og wc. - Vit skulu bara hava okkara skrivstovuútgerð inn umframt eina sofu, so fólk kunnu støkka inn á gólvið til prát. Vit fara bæði at ráðgeva offrum og avvarðandi, eins og vit fara at røkja [...] í senn, og til várs verður aftur aðalfundur. Upplýsingar-og fyribyrgingarvirksemi er tó eldri enn tvey ár. - Tað eru trý ár, síðan vit settu ljóskastaran á hesi viðurskifti, ið eru børnunum og teimum,
eru ikki at skapa óneyðugt stríð og kegl um hetta álvarsmál, ið snýr seg um okkara eldru og teirra kor og umstøður. Okkara eldru borgarar hava borið byrðar í samfelagnum og hava slóðað fyri okkum, sum aftaná [...] umrøtt í seinastuni. Gjald og vald skulu fylgjast. Ein er eftirhondini byrjaður at troyttast av at endurtaka seg sjálvan í spurninginum um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, men lat meg siga [...] kommununum, tá tær hava viðgjørt hetta mál og játtað pening til endamálið. Tí er tað sera løgið og eisini óheppi, nú eftir at kommunur hava játtað luttøku og harvið hava bundið seg til milliónaupphæddir
smakkar mjølut og heldur sær illani. Turkað pasta er næstan altíð betri. Viðhvørt sæst litað pasta. Tomat litar reytt, saffran appilsingult, spinat grønt og høgguslokka-blekk svart. Og so eru tað øll skapini [...] skriftum. Hvussu leingi skal pasta kóka? Tað veldst um slagið og stødd og skap á pasta-bitunum. Hyggið á pakkanum. Fusilli skal kókast 10-12 min til pasta er ”al dente”. Tað merkir ikki sundurkókað, men [...] ikki. Og minst til salt. Tá ið pasta er kókað og vatnið er stoytt frá er skilagott at lata góða olju (olivin) í. So er rest upp til tín! Men smáar frískar tomatir, eitt sindur av frískum basilikum og ný-rivin
7) Gjørt má verða greitt, hvør ið hevur uppgávuna og ábyrgdina av teimum ymisku økjunum. Her verður hugsað um stovnar og onnur, bæði á landsplani og í lokalsamfelagnum 8) Tá ið ferðslutrygdartiltøk verða [...] upp eina hugmynd - eina visión- sum skal lýsa, hvussu ynskt verður, at ferðslan og ferðslutrygdin skal vera í framtíðini. Og skal nakað spyrjast burtur úr, má breið undirtøka vera í fólkinum fyri hugmyndini [...] koma fram til skilagóðar loysnir, sum passa júst til tað ávísu bygdina ella býin, og mangan uttan, at tað kostar tað stóra. 10) Fyri at fólk betri skulu skilja tað skilagóða í at gera tiltøk at betra um f
tá Tomislav Sivic og Zoran Mancic komu til Vágs at venja og spæla. VB er eisini eitt av feløgunum, sum hevur havt bestu royndirnar av útlendskum spælarum, fyrst við Sivic og Mancic og seinni eisini við [...] til hjá VB um hesa tíðina fyri einum ári síðani. Tað vóru bert 10-12 mans til venjing hvørjaferð, og tað var ov lítið til eitt 1. deildarlið og eitt 3. deildarlið. Í ár sær betri út. Umleið 20 mans hava verið [...] tosað um hetta fyrr, bæði í VB og millum feløgini á árliga fundinum, sum FSF hevur við feløgini, sigur Petur Ludvig. Hann sigur, at hóast VB í løtuni hevur nóg nógvar spælarar, og at felagið ikki fer at leita
Kathrini. Mangt og mikið er ljóst og lætt, tá ið kærleiksylurin kókar í innastu sálarkrókum okkara. Alt, tað sum vit síggja og hoyra, nemur hjartað, og er tað serliga, tá ið ástin er ung og kvom. Mangur mundi [...] knóranum, og var Haraldsen eitt av teimum, sum kendi snertin frá hesi sváru tíð. Við skygni og ágrýtni tóku Oddfríður og bróðirin Kristian (Bassi) um endan og mentu virksemið aftur. Kathrin og Oddfríður [...] Tyrlarnir. Borgin, Kambur og Gjógvarafjall, Blábjørg, Slætnatindur og Húsafelli taka alt til sín sum rørist og nørist í lofti og vatni. Hetta er sjónin, sum tær verður opinberað hvønn tann einasta dag úr gluggunum
rúm tíð er fráliðin, nívir sorgin og saknurin er framvegis stórur. Elskaða mamma, tað er við inniligum takksemi í hjarta, at eg siti og minnist aftur á barnaárini og tíðina, ið farin er. Takk fyri allar [...] troystaðu, leiddu, stuðlaðu og hjúklaðu um mín lítla, hjálparleysa barnakropp. Sera klár eru minnini um tær løturnar sum barn, har tú hvørt kvøld sat við songarstokkin og segði frá søgum, og tá so eyguni tyngdust [...] at vit systkin fingu tað sum vit høvdu tørv á, bæði andaliga og handaliga. Ófør var tú til hendurnar, bæði at seyma, brodera og binda, og var tað ikki so lítið, sum lá eftir teg, nú tú endaði lívsleið
sáttmálanum, og tað eydnaðist, so eg eri sjálvsagt nøgdur. - Sáttmálasettar, generellar arbeiðstíðsreglur á øðrum økjum enn innan heilsu, røkt og umsorgan er eitt slóðbrótandi framstig og eitt neyðugt [...] á heilsu- og umsorganarøkinum eru ásetingar um arbeiði á frídøgum, í skeivum arbeiðstíðum, vikuskiftum, tilkallivaktir og annað. Hesir sáttmálar eru serstakir, júst tí teir umfata røktar- og umsorganararbeiði [...] fáa maskinmeistararnir hjá SEV og IRF í meðal somu lønarhækking, sum hini feløgini á landsalmenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum hava fingið.Maskinmeistararnir hjá SEV og IRF fáa 3,8 prosent oman á lønina
dagarnar, og tá avtornaði, vóru tað Elsebeth Vang úr Kaldbak og Anna Marsten úr Klaksvík, ið áttu vinnarapørini. Felags fyri tey bæði er, at tey í sniði, tilfari og litum eru ein samaneting av gomlum og nýggjum [...] stórur. Kvinnur úr øllum landinum hava latið inn í alt 33 pør av skóleistum til børn og vaksin í alskyns litum og sniðum. Og tað er ikki bara hugflogið, sum hevur fevnt víða í hesi sera forvitnisligu kappingini [...] aldursmark. Yngsti luttakarin var nevniliga 10 ár meðan tann elsta var 93. Gamalt og nýtt Tá seinasta skóleistaparið var komið inn, fingu tey øll hvør sítt nummar og vórðu síðani løgd fram í handlinum til
árið royndist, bæði á politiska økinum og á vinnuliga økinum. ? Á politiska økinum hava vit fingið bæði nýtt løgting, nýtt landsstýri og nýggj bý- og bygdaráð. Og á vinnuliga økinum hava vit havt stór bakkøst [...] orðini við umhugsni og tað hevur Løgmaður eisini gjørt. ? Hóast nýggjársrøðan bara er slakar 10 minuttir, er hetta ikki ein røða, sum verður skrivað uppá ein seinnapart. Eg havi hugsað væl og leingi um, hvat [...] heldur eina aðra stóra røðu hvørt ár og tað er Ólavsøkurøðan. Men hann heldur ikki, at nýggjársrøðan og ólavsøkurøðan kunnu samanberast. Ólavsøkurøðan er lógarásett og hon er ein partur í politiska arbeiðnum