úrslitið er, at búskaparvøksturin verður væl minni, enn stjórnin hevði roknað við. Í teirri upprunaligu metingini segði stjórnin, at vøksturin fór at verða 1,3 prosent í 2012, men nú sigur, at hann verður [...] verður bara 0,4 prosent. Samstundis væntar stjórnin, at arbeiðsloysið fer at veksa í ár. Tað var 7,5 prosent í fjør, og fíggjarmálaráðið væntar, at tað verður 7,8 prosent í ár. Fíggjarmálaráðið og Anders Borg [...] Borg, fíggjarmálaráðharri (myndin), vænta framvegis, at búskaparvøksturin verður 3,5 prosent frá 2013 til 2016, og at arbeiðsloysið fer at minka í somu árum og verður 5,2 prosent í 2016.
Tey, sum kanska hava gingið og stúrt fyri, at tann ovurstóra smástjørnan AG5 fer at raka jørðina um 28 ár, hava eftir øllum at døma onga orsøk til at stúra kortini. Tá granskarar í januar í 2011 varnaðust [...] vístu, at um illa vildi til, kundi hon raka jørðina í 2040. Men nú sigur amerikanska rúmdarumsitingina Nasa, at tað er 99 prosent sannlíkindi fyri, at hon fer framvið. Granskararnir siga kortini, at teir [...] teir ætla sær at halda eygað við AG5 tey næstu árini. Eitt nú er ætlanin at kanna hana um heystið næsta ár. Tá verður AG5 147 milliónir kilometrar frá jørðini.
vísir, at 60 prosent av teimum, sum styðja stjórnina hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, ætla sær at velja Þóru Árnadóttir, og at 62 prosent av teimum, sum eru ímóti stjórnini, ætla sær at velja [...] á, at Ólafur Ragnar Grímsson verður verandi í embætinum sum íslendskur forseti aftan á valið seinni í summar. Í einari nýggjari meiningakanning hjá ríkisútvarpinum siga 44,8 prosent, at tey fara at velja [...] velja Ólaf Ragnar Grímsson. 37 prosent siga, at tey ættla sær at velja Þóru Arnórsdóttir. Ríkisútvarpið sigur, at samanborið við næstseinastu kanning hevur forsetin mist eitt prosentstig og avbjóðarin tvey
fyrireika seg til, at evran hvørvur sum gjaldoyra. Hann leggur afturat, at leiðararnir í øllum ES-londunum eiga at fyrireika seg til, at evruøkið dettur sundur. Men Alexander Stubb, sum er ráðharri í ES-viðurskiftum [...] eftir øllum at døma ikki semja í finsku stjórnini um evruna, hennara framtíð og týdning. Uttanríkisráðharrin, Erkki Tuomioja, sigur við bretska blaðið Daily Telegraph, at finnlendingar eiga at fyrireika [...] við Daily Telegraph, at tað nýtist ikki at fáa nakra neiliga ávirkan á ES, um evran fer fyri bakka. Tvørturímóti kann tað styrkja samveldið, sigur hann.
átikið sær skuld fyri at vera við í gjaldoyrasamstarvinum, og at finnar eru fegnir um at vera partur av hesum samstarvi. Men finnar eru ikki sinnaðir at góðtaka hvat sum helst fyri at vera partur av samstarvinum [...] sigur Jutta Urpilainen við blaðið. Hon vísir á, at Finnland er eitt av teimum fáu ES-londunum, sum hevur bestu kreditmeting, AAA, men at landið hevur ikki hug at taka á seg ábyrgd fyri onnur. [...] r, fer landið heldur at taka seg burtur úr evrusamstarvinum. Tað sigur Jutta Urpilainen, fíggjarmálaráðharri (vm. á myndini), í samrøðu við blaðið Kauppalehti í dag. Hon sigur, at Finnland hevur átikið
ígjøgnum HSBC. Eygleiðarar siga við BBC, at tann amerikanska frágreiðingin kemur bretska bankakervinum illa við, tí hon fer helst at gera, at politikararnir fara at krevja, at virksemið hjá bankunum verður endavent [...] niðurstøðu, at bretski stórbankin HSBC hevur havt so vánaligt eftirlit við sínum virksemi, at tey, sum hvítvaska ólógligar pengar, hava havt rúmar ræsur í bankanum. Millum annað sigur nevndin, at ovurstórar [...] endavent. Talsmenn fyri HSBC siga, at teir eru í ferð við at orða eitt svar til ta amerikonsku frágreiðingina.
siga, at umleið 170.000 fólk luttóku. Fólk bóru skelti ímóti kjarnorku, og fleiri teirra róptu, at Yoshihiko Noda, forsætisráðharri, eigur at fara frá. Hann hevur fyrr sagt, at hann fer ikki at slaka fyri [...] Japanar í tíggjutúsundatali vóru í dag komnir saman í høvuðsstaðnum Tokyo at krevja, at landið skal gevast við at brúka kjarnorku. Sambært fjølmiðlunum er hetta tað størsta tiltakið ímóti kjarnorku síðani [...] fyri teimum, sum mótmæla kjarnorkuni. Hann hevur samstundis vissað fólk um, at kjarnorkuverkini eru munandi tryggari enn fyrr, tí at trygdarkrøvini eru vorðin strangari eftir tað, sum hendi í Fukushima.
drotningin eigur at fara frá nú. Serfrøðingar siga, at drotningin fer ikki at siga trúnuna frá sær. Burtursæð frá Niðurlondum er tað ikki siðvenja, siga teir. Harafturat hevur drotningin sagt, at hon verður sitandi [...] drotning at siga trúnuna frá sær og at lata Fríðrik krúnprins taka við. Tað siga 40 prosent av teimum spurdu dønunum í einari kanning, sum er gjørd fyri Politiken og TV2. 11 prosent halda, at drotningin [...] háskúlanum í Keypmannahavn, sigur við Politiken, at kanningarúrslitið sigur meiri um, at Fríðrikur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa eru væl umtókt, enn at fólk eru misnøgd við drotningina.
kom at fara at leita har, og norðoyingarnir vóru beinanvegin til reiðar at fara at leita, hóast illgongt er og haraftrat hált. Áheitanin kom frá onkrum, sum hevði sæð fyri sær, at har var maðurin at finna [...] Bjargingarfelag at leita eftir Pidda Hansen. Teir hava leitað í fjøruni á vestursíðuni á Kalsoynni og Borðoynni. Teir leita aftur í dag. Sunleiv Højgaard, samskpari fyri allari leitingini sigur, at ein áheitan [...] men leitað hevur kortini verið ymsa staðni í Eysturoynni. Annars er okkurt spor eftir at elta. Tað kemur av, at onkur heldur seg hava sæð gráa bilin.
millum annað, at teir sýrisku myndugleikarnir binda seg til at steðga bardøgunum og at taka herin og tung vápn úr bygdum økjum. Samstundis skal Kofi Annan eisini royna at fáa andstøðuna at gevast við bardøgunum [...] neyðstøddum hjálp og at flyta tey særdu burtur. Felagsskapirnir fáa tveir tímar um dagin til hetta arbeiðið. At enda skulu tíðindafólk fáa frítt at fara í landinum, og fólk skulu hava loyvi til at skipa seg í [...] felagsskapir og at skipa fyri mótmælistiltøkum.