brekaðu kunna svimja í felagnum ella verður tíð sett av til tey. - Tað at tú ert brekaður skal ikki gera, at tilboðini fækkast. Hetta fylgir eisini andanum í nýggju fólkaskúlalógini. At tú ert føddur við breki [...] hvørja ítróttargrein talan er um, og hvar viðkomandi býr í Føroyum. Í vár søkti sersambandið so eftir fólki, og 1. juli varð Hans Hansen, ið í summar tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla, settur sum í [...] gjøgnum Kvøldskúlaskipanina í Havn. Henda skipanin hevur verið galdandi í eini tíggju ár, og kvøldskúlin hevur fíggjað virksemið við at rinda fyri kvøldskúlalærararnar. - Í høvuðsheitum hava tilboðini
eisni vilja búð í Havn. Hvat heldur tú, tú gert í framtíðini? Eg havi ikki hugsa so langt. Annað uppá hvat hendir í lívinum hjá mær. Hvar hevði tú farið um tú ikki slapst her sum tú ert nú ? Helst okkurt [...] aldur: 15 ár, gangi í 10 fl. á Runavíkar Skúla. Bústaður: Saltangará. Starvsvenjingarstað: Tjaldurs Apotekið. Hví valdi tú hettar staðið? Tí eg var á Salong Tótu síðsta ár, so í ár vildi eg prøva okkurt [...] øðiliga væl. Navn: Tórhallur Thomsen. Aldur : 16 ár, gangi í 10 fl. á Runavíkar Skúla. Bústaður: Skopun og Rituvík. Starvsvenjingarstað: Svimjihylurin í Havn. Hví valdi tú hetta staðið? Tí tað ljóðaði sera áhugavert
øðrum sterkum løgi latnum útí. Jú, sanniliga er langt síðani, at Rich?s veitti Ríkinum bót í kaffi, kaffibót. Ert tú á hesum leiðum, á Eysturbrúgv, er vert at spáka oman Nordre Frihavnsgade. Fornlutahandlar [...] r, at seta klisturmerki í. Á miðari gøtu sæst skeltið ?Kervan?. Tríni innar og blíður eysturlendingur tekur ímóti. Greiðir frá, at Kervan merkir kamelferðin hjá hirðafólkinum í oyðimørkini. ?Eitt heilt [...] Jespersen. Dagur teirra er lokin og í flokki stevna tey yvir um gøtuna og ganga niður nakrar trappur. Forvitin, leiti eg niður somu trappur og eri bráddliga inni í lítlum italsk-meksikanskum køki, har
at flúgva í november sama árið. Hann fleyg o.u. ein túr um vikuna í eitt ár og fulla tíð um jóltíðir, meðan aðrir høvdu frí. Í fjør fekk Atlantsflog sær annað flogfar, og tá var Egelund aftur í Føroyum. [...] heldur hann sæst aftur í medferðini. ? Bjóðar tú føroyingum í veitslu, koma teir dettandi inn á gólvið í einum tíðarskeiði innanfyri einar tríggjar til fýra tímar. Eg leggi ikki petti í tað, tí eg haldi tað [...] Egelund, professari, er í donskum fjølmiðlum endurgivin fyri at siga at danski fólkaskúlin er »útkleimdur í ovurkenslusomum næstrakærleika«, og hetta stendur hann við, hóast hann í dag er í fulltíðarstarvi á
vísir at tað er væl møguligt at brúka vind- ella sólorku, í staðin fyri vatnorku. ? Hava umhvørvismál í veruleikanum ongan politiskan prioritet í Føroyum?- Føroyar hava undirskrivað nógvar ymiskar sáttmálar [...] generell prinsipp um náttúru- og umhvørvisvernd. Í sáttmálanum stendur, at fleiri fyrilit skulu havast í huga, serliga tá stórar útbyggingar skulu fremjast. Í nevnda norðurlendska sáttmálanum bindir Landsstýrið [...] in), sum hevur ábyrgdina av náttúruumsitingini í Føroyum, men har er tíð at fara at hugsa ørvísi, tá hesir trupulleikarnir skulu loysast. Vend má koma í og skiftast má spor, vit eiga at læra av feilunum
ferðin, at stevnan verður hildin í Sandoynni. Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum sigur, at floksleiðslan er sera fegin um, at lokalfelagið í Sandoynni hevur átikið sær, at skipað fyri stevnuni [...] er »lættari« at vera í Havn, so er tað rættari ikki altíð at vera á sama stað. Men er tað fyri at geva sandoyingum moralskan uppbakning, at leggja landsstevnuna har suðuri nú, júst í tí tíðarbilinum tá teir [...] Um vikuskiftið verður Samljóð í Skopun karmur um árligu landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum. Hóast tað er vanligt, at landsstevnan annað hvørt ár er aðrastaðni enn í Havn, so er hetta kortini fyrsta ferðin
loyvini, ert tú ikki búsettur í Føroyum, verður sagt. Men onnur viðurskifti hava kortini skumpað væl undir avgerðina at lata dyrnar á Stokkastovuni aftur. Nógv fólk, serliga óttafull foreldur í býnum, hava [...] skil tykist hava verið á staðnum. Leygarmorgun stóðst sostatt aftur illstøða í hølunum. Ikki tað at siga; lagnum í Stokkastovuni í Saltangará fríggjakvøldið bagdi onki. Fitt av fólki var samankomið, og móti [...] stórur fólkaskaði Tilvildin bjargaði tí órættaða Løgreglan í Runavík fekk klokkan 3.25 fráboðan um, at ein ungur maður hevði fingið skaða í bardaga í Stokkastovuni, og so skjótt tilbar hjá løgreglumonnunum
eftir mínum tykki var tað sama sum 9. Í 1997 fór eg so niðan í Hoydalar har eg fekk prógv í 1999, og nú eri eg so sjúkravikarur í fólkaskúlanum Hvat hevur gjørt, at tú ert byrjaður at upptraðka fyri almenninginum [...] tónleik, sjónleik ella ítrótt. Tónleikurin er tó nr. 1 hjá mær. Tú ert í løtuni við í bólkinum Tangz. Hevur tú verið við í øðrum bólkum? ?Vit í Tangz eru so at siga ein aldursbólkur, sum alla tíðina hevur spælt [...] Hvat hevur tú gjørt higarrtil í tínum lívi? ? Aftaná 9 1/2 ár í Kommunuskúlanum var eg várið 1996 hjá ommusystur mínari í USA í 6 mánaðir. Orsøkin til hetta var, at eg var vorðin troyttur av skúlanum,
háskúlanum í Kungälv úr øllum norðurlondum, og eg skilti á lagnum, at ikki sørt av ?stórdanskara? búði í læraranum hjá vinmanni mínum í fjølmiðlafrøði ? hann, sum hevði sent vinmann mín avstað í ørindum til [...] yvirhøvur fjarur. Sumt her í verðini skilir tú ikki uttan so, at tú ert uppvaksin í tí danska kongaríkinum, tí mær er sagt, at henda reaktiónin hjá tí danska kennaranum í Kungälv er ikki nakað eindømi [...] til Svøríkis í heilt øðrum ørindum enn at marknaðarføra ?rigssproget?, fall uppskotið. Hvussu er og ikki, so settu eg og vinmaður mín okkum fyri, at henda áðurnevnda samrøða skuldi vera í so norðurlendskum
og hevur í nógv ár leikt við í sjónleikum bæði í Havnar Sjónleikarfelag og í Grímu. Umframt var hon við í uttanduraleikinum Giu og Grana í SvF, hon hevur undirhildið børnum á bókasøvnum og í bókabilinum [...] Turið Kjølbro Síðani januar í fjør hevur dramaverkstað verið á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum á Hallarheygi í Havn. Har eru børn og ung í aldrinum 9 til 20 ár komin á skeið, og síðani byrjan hava [...] r. Seinnu árini hevur hon fingið sær útbúgving innan leikstjórnan í Íslandi, umframt at hon hevur verið við á nógvum øðrum skeiðum. Í ár er hon farin undir at útbúgva seg sum barnaleikhúsleiðara. - Hugskotið