frá sunnudegnum í álvara, og áðrenn kollfirðingarnir veruliga høvdu vent sær, vóru strandingarnir stroknir avstað. Men tað gekk kanska ov lætt hjá gestunum hesa løtuna, og í øllum førum fóru teir nú at [...] at taka nakað lættari upp á tað heila, og so fall revsingin. Longu fyri steðgin vann KÍF seg heilt nógv aftur í dystin, og við bert einum máli á muni, var spenningurin undan seinna hálvleiki heilt stórur [...] aftur framum, og tað var hetta, sum skuldi vísa seg sum avgerandi løtan. Gaman í megnaðu heimamenninir aftur móti endanum at skjóta tvey mál, men nærri enn tað sama komu teir tó ikki, og meira enn nakað
hugsa vit fyrst og fremst at røkka einum so mikið góðum úrsliti á útivølli, at tað verður spennandi hjá okkara áskoðarum og okkum, tá ið Molde um tvær vikur kemur at vitja okkum. Upp og niður KÍ var fyrsta [...] Europa Cup í 1992. Síðani hevur tað gingið eitt sindur upp og niður. Í 2000 var KÍ í fyrsta innleiðandi umfarinum í kappingini fyri meistaralið, og tá gekk tað av skriðuni ímóti eysturríksla liðnum. Frammanundan [...] SOSIALURIN-MOLDE: Hjalgrím Elttør hevur havt undanvind síðstu dagarnar. Sunnudagin skoraði hann fýra mál, og undan fráferðini úr Føroyum týsdagin fekk hann landsliðsboð. Tey fýra málini ímóti EB/Streymi hava
millum Føroya Lærarafelag og Føroya Kommunufelag um savnsrøktina á skúlum. Málið snýr seg um, at Føroya Lærarafelag heldur, at lærarar eiga at fáa løn fyri at keypa inn til og røkja søvnini á skúlunum, [...] , evningstovur, alis- og evnafrøði, tónleik, fimleik o. s. fr. Men hetta vil Føroya Kommunufelag ikki hoyra talan um. Fyrr í ár var semja gjørd millum Kommunusamskipan Føroya og Føroya Lærarafelag um hesi [...] vilja gjalda pengarnar, so gera kommunurnar tað, at amboð á skúlunum forfella, og at undirvísingin verður nógv darvað og í summum førum steðgar upp, sigur forkvinna lærarafelagsins, sum heldur tað vera
fólkaskúla í Føroyum. Ingi Joensen hevur gjørt permuna, og Hestprent hevur umbrotið og prentað. Bókin er 410 blaðsíður og kostar 150 krónur. Maður og kona Við árslok búðu í Føroyum 46.996 fólk í Føroyum, [...] 74 pólendingar, 73 bretar og 37 teilendingar teljast millum teir mongu útlendingarnar, sum búleikaðust í Føroyum 31. desember 2001. Eisini vóru 31 serbar, 27 amerikanarar og 8 úr Avstralia vóru íbúgvarnar [...] 347 í 2000 til 270 í 2001. Tað vísir seg at vera í Tórshavn og Eysturoynni, at tey serliga eiga nógv børn. 133 børn vórðu fødd í Eysturoynni, og burðaravlopið var 61. 272 børn vórðu fødd í Tórshavnarøkinum
ri, og so núverandi týski landsliðsvenjarin, Rudi Völler, sum undir Vogts spældi 21 landsdystir. Um tað vera í bólki við Skotlandi sigur Völler, at hetta ikki er nakað, sum nervar teir. - Berti og skotska [...] teir seinastu 18 verða. Scott Gemmil (Everton), Dominic Matteo (Leeds) og Derek McInnes (WBA) hava allir givið avboð vegna skaða, og Robbie Stockdale úr Middlesbrough verður heldur ikki við á ferðini, tí [...] Skotlandi, so einki er at ivast í, at Vogts er harmur um missin av teimum, og hartil hava báðir miðvallarovastarnir, Paul Lambert og Barry Ferguson, drigist við skaðar, men roknað verður tó við, at teir verða
fyrst og fremst syrgja fyri at vinna sín dyst, og tað gjørdu tær so eisini uttan stórvegis hóvasták. Í roynd og veru, so varð dysturin longu avgjørdur fyrstu 20 minuttirnar ella so, tá Kyndil fyrst og fremst [...] fimm mál, og nakað munandi nærri enn hesum kom Tjaldur ongan tíð aftur í dystinum. Kanska royndu tær at gera ein lítlan vørr í seinna hálvleiki, men tá tær so sjálvar misnýttu tvey brotskøst, og Kyndil síðani [...] við torførastu eftirverandi skránni. Næst á skránni er heimadystur móti VÍF, og síðani er talan um útidystir móti StÍF, VB og Stjørnuni, so lætt verður tað undir ongum umstøðum. Hinvegin, so er útgangsstøðiðið
fór at spæla fótbólt, tá ið eg var 7 ára gamal. Tá fór eg í 1. flokk, og tá byrjaðu allir hinir dreingirnir í flokkinum at spæla, og teir spældu allir við HB, so tað vildi eg eisini. Ein kann næstan kalla [...] bólkatrýst, flennir Andrew. Fyrimyndirnar hjá Andrew eru Michel Platini,Gary Lineker og føroysku leikarnir Bjarni Jacobsen og Rói Árting. Sum flestu aðrir fótbóltsspælarar, hevur Andrew eisini dreymin, at koma [...] munur á teimum fremstu og á teimum aftastu liðunum í 1. deild. Fyri at bøta um hetta, haldi eg, at man burdi skorið talið á liðum í fyrstu deild niður. Kanska til 8 ístaðin fyri 10 lið, sigur Andrew, sum
høvuðsstaðin, og hann er nú umborð á Argjabátinum. Teir á Argjum plaga at standa seg væl í tí kappingini. Teir vunnu FM í 2000, og teir vóru eisini meistarar í 1998. Nú hava teir nýggjan bát, og fyrsta FM [...] 8-MANNAFØR Í fjør var tað Nevið Reyða. Klaksvíkingar áttu nýggjan bát, og hann var sera sannførandi og vann FM heitið. Teir kiksaðu bara eina ferð. Tað var í Fuglafirði. Á norðoyarstevnu leygardagin var [...] ur, og gamli Kvívíkingurin ella Kvívíksbáturin var væl aftastur. Teir báðir aftastu bátarnir vóru so nógv aftanfyri hinar, at talan næstan var um róður í fleiri deildum.Munurin frá Argjabátinum og aftur
eru í dagrøkt standa og bíða eftir einum stovnsplássi. Tí eins og í Klaksvíkar Kommunu arbeiða tey eisini í Havn fram í móti, at dagrøktararnir skulu hava børn í aldrinum 0 til 3 ár, og so skulu tey sleppa [...] Havnini veksur alsamt og harvið talið á børnum, ið hava tørv fyri ansingarplássi eisini. Men Katrin vísir á, at hendan býráðssamgongan setti sær sum mál at útvega fleiri ansingarpláss. Og tað hevur eisini eydnast [...] at talið á bíðilistanum, sum nýtt er omanfyri, er frá 1. januar og ikki í dag, er, at tey júst hava tikið nýggj børn inn í skipanina, og tí er listin ikki dagførdur enn. Men tað verður hann, so skjótt
Neistan og VB, og at tey bæði liðini fram til tá mugu stríðast sum frægast fyri at fáa fulla úrtøku burtur úr teimum liðum, sum eru lægri stødd á stigatalvuni. Dysturin í tølum Sóljan-VB 18-23 (10-11) M [...] men so við og við komu tær á heimaliðnum alt betri við. Eitt skifti vóru tær eisini á odda, men við tveimum skjótum málum seinastu løtuna vann VB sær tó fyrimun undan steðginum. Hóast hetta, og hóast VB [...] skrædnaði. Seinastu løtuna vann VB so klárt sum 7-2, og so kundi tað vera tað sama, at heimaliðið hevði verið væl við. Tær høvdu enn eina ferð tapt, og liggja framvegis fastar í botninum. Fyri VB merkti