restar bara ein FM-sigur í til at leggja seg upp á síðuna á stórmeistaranum Helga Dam Ziska, sum av núlivandi føroyskum telvarum eigur flestar FM-sigrar. Av okkara bestu telvarum hevur Høgni verið ein hin [...] tí, at Høgni Egilstoft Nielsen innan nøkur ár stendur við metinum sum føroyski FM-kongurin í talvi. Luitjen kann sjálvandi gerast ein avbjóðari. Og hvussu við Rógva Egilstoft? Ella hvat man Helgi ætla [...] Landsliðsbólkinum seinnu árini í árligu FM-einstaklingakappingunum í klassiskum standardtalvi. Sum nýklaktur altjóða meistari var hann rímiligt favorittur at vinna í ár, men ikki óvæntað gav meistarin árið
kom ein maður úr Vestmannaoyggjunum, sum skuldi hava nakrar menn. Hesin maður átti ein bát um 40-50 tons. Báturin æt Sæfari. Vit vóru tríggir føroyingar, sum fóru við har, pápi mín, eg og so ein víkamaður [...] dekksbáti sum æt Glyggur. Teir búðu har inni, sum tann gamla smiðan var. Eg haldi, at hann var bara tað eina ári. Ein maður frá Ljósá var eisini í Føroyingahavnini. Hann keypti ein bát, sum danska skonnartin [...] 15 tons, sum æt Ingolf. Tað var ein tvøramaður, sum var farin av. Eg var so nakrar dagar við hesum bátinum, til vertíðin var liðug. Eg var so biðin um at koma við aftir várið eftir. Eg var so við har í einar
skuldi gera. Í ein mánað ella so leitaði eg fram upplýsingar um alt møguligt á netinum, og at tað endaði so við hesum. - Ikki tí. Bilar hava altíð ligið nær í familjuni. Pápi mín fór longu sum 15 ára gamal [...] tó ikki, at hetta kennist sum eitt trýst á sær ella øðrum. - Tað er væl nakað, sum kemur náttúrligt, so hvørt sum tilveran broytist. Tá vit fingu Fríða, var hetta nakað, sum vit vóru samd um. Vit vistu [...] Føroyum, at flestu arbeiðsgevarar eru sera lagaligir. Eg havi so ongan tíð kent tað sum ein trupulleika tey støð, har eg havi starvast. - Í so máta er tað kanska verri fyri meg sjálvan í dag, um fótbólturin
merkt ofta. So ofta, at tá hon varð spurd, hvat hon gjørdi, so svaraði hon bara, at hon gekk í skúla. Ikki uttan so at fólk spurdu, hvat fyri skúla, segði hon teimum tað. ? Eg tímdi ikki, tí so fór alt prátið [...] avgjørd, men leggur so afturat, at tað er so hennara egna uppfatan. Lena greiðir frá, at hon hevur møtt mongum mannfólki, sum hava róst henni fyri hennara avrik á Sjómansskúlanum, men sum í sama andadrátti [...] kvinnur eru minst líka dugnaligar sum menn, slær hon fast og leggur ivaleys afturat, at fekk hon møguleikan, so tók hon av. Eg gangi bara í skúla At tað er sjáldsamt, at ein kvinna tekur skipsføraraútbúgving
Páll, sum skuldi havt skrivað hesa bókina. So varð ikki, og sonurin Gunnar ivast ikki í, at tað var tí, at so nógv lá afturat tíðini á bróstsjúkrahúsinum. - Pína, sorg, og ein ófrættadámur, sum hevur sett [...] fór í holt við at skriva, og tað var ein ring støða at koma í. Pápi ætlaði í nógv ár at fara undir at skriva eina bók, men hann fekk tað ikki í lag, tí tað kendist so sárt. Hetta sárið hevur gjørt, at eingin [...] lív og burturtagdu mál, sigur Gunnar Hoydal. Eingin ivi skal kortini vera um, at "Dalurin fagri" fyrst og fremst er ein skaldsøga. Ein skaldsøga, har høvundurin hevur funnið upp á persónar og hendingar.
78, tá hann vann á Trump, so tað ber væl til. Hinvegin er tað ikki bara politikk, sum alt snýr seg um. Trump hevur í yrkisleið síni víst, at er tað nakað, sum hann hatar, so er tað at tapa. Hann og konan [...] Um tað er ein, sum kann seta fólk í bás í USA og í restini av heiminum, so er tað Donald Trump. Fyrrverandi amerikanski forsetin er bæði hámettur og vanvirdur. Og tað tykist honum dáma væl. Trump heldur [...] lkið, sum 6. januar løgdu á Kongressina í Washington D. C. So Trump hevur enn stuðul, og tað tykist eisini sum um, at hann megnar av savna flokkin, Republikanararnar, aftan fyri seg. Um hann so stillar
chattar, so um tú allíkavæl ert á netinum, tá ið tú er til arbeiðis ella í skúla, so kann tú bara lata chatforritið vera tendrað.- Oftani verður hildið at tað er so torført at nýta teldur, og at vera á in [...] fyribrigdini, sum vera nýtt innan teldumál, er Sóley als ikki trygg við. -Tað skal ikki so nógv til fyri at duga at chatta, men tað eru fleiri, sum duga sera væl, haldi eg.- Telduforritini, sum nýtt vera til at [...] fær tað bara eina aðra merking. Tað kann samanberast við at senda eitt bræv og tosa saman í telefonini, í senn. Tú situr við telduna og skrivar til ein annan, sum sær tað beinanvegin, og kann svara tær
syskjum sínum - tey vóru Frits, Emma, Karl, sum doyði ungur av sjúku, Esmund og Minna. Mamma er einasta, sum eftir er á lívi av teimum. Í 1944 giftist hon og pápi okkara, Jógvan Andrias, og tey fluttu inn [...] í Toftum ella í Tronganum, sum tað eisini verður kallað, at búgva. Saman fingu tey fýra børn - Sonja, sum er gift við Haraldi Hammer av Tvøroyri og býr í Syðrugøtu. Kári, sum doyði av krabbameini bert 44 [...] hann var ógiftur. Jónsvein, sum er giftur við Káru av Skipanesi og Jógvan Finnur, sum er giftur við Jónvør úr Syðrugøtu. Ommubørnini eru nýggju og langommubørnini tvey. Pápi doyði í 1980. Gott var at vaksa
serliga, tá okkara Tannáringur so ella so velur okk um foreldur frá. Tað ber ikki til at spáa um, nær tað hendir; einu løtuna er hann eitt lítið klemmut barn, sum heldur tað vera so hugnaligt at spæla Sequence [...] reiðiliga. Enn Tað er sum at fara ígjøgnum eina (mini) eksistensiella kreppu, hetta at verða mamma at einum Tannáringi. Tað kom so knappliga, og sjálvt um tað eisini er ein spennandi tíð, so eru løtur, har eg [...] lætt at vera Tannáringur við avoldaðum foreldrum, sigur seg sjálvt, so eg havi roynt at seta meg eitt sindur inn í, hvat rørir seg í hansara verð. Okkara Tann áringur er nørdur (og stoltur av at vera tað)
byrjaði so karrieran hjá Maritu Reynheim Danielsen á sjónum? - Mín fyrsti túrur var við Nærabergi í mai 2000. Pápabeiggi mín, sum hevði verið við Skálabergi, sigldi við Nærabergi sum kokkur, og pápi mín hevði [...] ið siglir sum dekkari við línuskipinum, Reynsatindi. Í heyst fer hon á skiparaskúla. Tey eru hjún, Marita Reynheim Danielsen og Kristian Højgaard, og bæði sigla tey við sama skipi. Tað, sum er øðrvísi [...] øðrvísi við hennara arbeiði enn hjá flest øðrum kvinnum, er, at Marita siglir sum dekkari við línuskipi. Hetta er ikki nakað, hon bara ger í løtuni. Siglingstíðin er langt síðan komin í hús, og í august byrjar