spentir eftir, hvussu hetta nýggja árið fer at hilnast hjá teimum. Trolarin hevur ligið við bryggju nóg leingi, og er tíðin komin hartil at farast skal á nýggjan túr. Og tað verður tað til einaferð í leypi av [...] jólum vóru teir bert úti í fýra dagar, og komu tá inn við veiðuni fýra dagar fyri jól. Hvussu langur hesin fyrsti túrurin í nýggja árinum verður, dugir Alvi ikki at meta um. So skal ein ganga eftir hesum [...] desember í fjør. Við trolaranum eru vanliga sjey mans. Ójavnur fiskiskapur Grímur Kamban hevur ligið við bryggju síðani undan jólum í fjør. Enn hava teir ikki gjørt endaliga upp fyri, hvussu árið royndist
festi eygað við tað svørtu taskuna. Ja, Jenny, har í er allur tín musiski heimur, sum skal til, fyri at alt skal ganga upp í eina hægri eind, .... andin úr í Atamonfløskuni er ikki at forsmáa, hugsaði bóndin [...] um konsertina í Njardalsvík 1. sunnudag í advent í fjør , sum mundi vera besta konsertin, sum kórið hevði havt higartil, men nalvabrokkur bóndans var ein bági fyri hansara musikalsku gongd í tónleikaheiminum [...] i, og nú var vorðið ringt skil í musiska heiminum í Múlavík. Bóndin var eitt sindur inntonktur og hevði ampað av nalvabrokkinum . Jenny í Miðtúni hevði ilt av bóndanum í hansara sváru pínu og rætti konuni
hjá foreldrunum í Vestmanna, í Gerðinum. Pápin var lærari í Vestmanna og gjørdi nógv fyri sang í Skúlanum. Hann kallaðist Andreas Andreasen og er deyður, mamman er í dag á einum sambýli í Vestmanna. Eg kenni [...] leiðir hava krossað nakrar ferðir í lívinum, í selskapslívinum í Havn, og so hava konan og eg búð trý og eitt hálvt ár í húsunum, sum hann bygdi á Traðarvegi í Havn í sekstiárunum, og sum Skrivstovu og [...] ósætt inn á Vestmanna, uttan tey í Gerðinum leggja merki til tað. Eldur í Tinganesi Tá ið tú er føddur í 1934, so er tú 16 ára gamal í 1950, og tá er barndómurin av, tá skal henda okkurt, og tað var júst
Jólini eru tíverri eisini vorðin søgan um, hvussu órættvísin verður reproduserað. Hvussu vit vesturlendingar góðtaka óndskapin, so leingi hann ikki rakar okkum. Hvussu vit hava vent solidaritetinum, ábyrgd [...] hvør í sær umboða syrgiligar mannalagnur hjá milliónum av menniskjum. Menniskju, sum eru í tapandi partinum í hálovaðu globaliseringini. Hesi livandi arbeiðsamboðini, sum hava fingið oyruni føst í ka [...] Heini í Skorini So er niðurteljingin av álvara farin í gongd. Í harðari kapprenning við tíðina roynir hvør at bjarga sær sum frægast og fáa tær seinastu jólagávurnar undir land. Allastaðni er myndin tann
Nevnt var í frágreiðingini, at árið eftir í Stormgrindini í Hvalba 28. november í 1916 gekk Petur í Køkini á Hvalbiarsandi - Skálasandi - og var ikki í báti, tí konan vildi ikki, at hann skuldi fara í bát. [...] Í blaðnum »Birting« í 2004 hevði eg eina frágreiðing um tann sorgartilburðin, sum fór fram í grindini í Sandvík í 1915. Seinast í frágreiðingini viðmerkti eg, at eingin ivi var um, at fleiri søgur og [...] hevði havt á veg til Fámjin, í hond. Foreldrini á Heyggi, Mortan og Elspa, vistu tí av ongum, at hann var farin í grind í Sandvík, fyrr enn seinni. Tá ið teir koma í Oddan í Sandvík - tað er har inni oman
bøkur út í so mong ár - hvussu kom tað í lag? Eg fái ikki svarið beinanvegin, tí hann skal fyrst festa sær í Amulet-sigarina. Við tryggum handalagi fær hann sigarina úr pakkanum, og festir sær síðani í við [...] allar fagrasta henda mikumorgin í vikuni. Náttin var merkt av vindi, men nú hevur sólin kagað undan eina løtu. Ritan leggur at bryggju í Nólsoy sum hon er von. Eg leiti mær í land, og byrji samstundis leitingina [...] hevur hug at fara innar í stovuna at seta seg í sofuna. Hóast sín høga aldur fer hann heldur lættliga á føtur, og við sínum eyðkenda svarta stavi fer hann fram við borðinum og innar í stovuna. Millum stovuna
royna onkur onnur ting; til dømis skal eg í morgin á vitjan í Kringvarpinum, og tað gleði eg meg ordiliga nógv til. Tað verður heilt sikkurt spennandi at síggja, hvussu fólkini arbeiða har, heldur hon. [...] fyllir nógv í hennara lívið, og nøvn sum Avril Lavigne og Westlife liggja ofta í fløguspælaranum heima við hús. Sum onkur kanska longu hevur gitt, so er Barbara systir Elina, kendu vertinnuna í útvarpssendingini [...] sjónleikur verður spældur í Havn. Móta: Eg eri ikki tann, ið fylgi allarbest við í mótanum men eg royni alíkavæl eitt sindur Skúlan: Hmm... Eysturskúlin; har havi eg jú verið rættiliga leingi. Heilt erligt, so
Johannesen sigur, at ætlanir eru eisini um, at eitt stórt torg skal verða í bygninginum, ið skal verða eitt slag av einum miðdepli fyri ymisk tiltøk í bygdini. - Vit halda, at vestmenningar eru ógvuliga lokalir [...] ungir mans hava fyri handilslívið í Vestmanna. Teir tríggir menninir hava nevnliga ætlanir um at byggja ein stóran bygning inni á Fjørð, ið skal verða ein handilsmiðdepil í bygdini. Handlar og skrivstovur [...] økið klárt farið í gongd, og stigtakararnir vænta ikki, at tað verður leingi, áðrenn teir fáa grønt ljós frá kommununi. Hann sigur, at bygningurin, ið ætlan er um at byggja, verður í tveimum hæddum, og
ferðir verið í Føroyum í styttri tíðarskeið, eitt nú í ár, meðan mamma hennara lá sjúk. Men síðan fyrst í 80árunum, hevur Elin mest verið í Danmark. Hon hevur eina útbúgving sum Cand. Mag. í estetikki og [...] heimaráð til blaðið. Í nýggjastu útgávuni, greiðir ein lesari frá um, hvussu man lætt kann vaska ein mikroovn: Tú setir eina skál við vatni í og eini sitrón, sum er skorin í helvt, inn í ovnin.Síðan tendrar [...] eitt sindur lættari. "Her er í botn og grund talan um góð ráð um, hvussu lesarin kann spara pening, gera ymiskt sjálvur og fáa betri tíð í gerandisdegnum." sigur Elin. Blaðið er í stóran mun óheft av NETTO
Kanna t.d. í instruktiónsbókini til bilin hvussu hesin knøttur skal vera stillaður - tá bert bilførarin er í bilinum, og tá bilurin er fult lessaður. Lakk og rútar Tað er heldur ikki líkamikið hvussu lakkið [...] fortreytin fyri at dekkini kunnu halda leingi, er at lufttrýstið í dekkunum er tað rætta. Hetta gerst best við javnan at kanna trýstið. Tað er betri at hava í meira lagi av luft í dekkunum enn ov lítla luft. Hetta [...] polerað við jøvnum millumbili. Um neyðugt skal lakk verða koyrt í steinsløgini, so tey verða avmarkaði. Um veturin verða bilarnir sera skitnir av vanligum skitti, salti og asfalti. Hetta ger tað neyðugt at