útvega ansingarpláss til børnini. Um hetta verður gjørt kunnu vit til endans bjóða foreldrunum ansingartrygd, men hetta er bara ein av nógvum møguleikum til at gera hetta møguligt, sigur Leila á Lofti. [...] eitt ár, tí soleiðis verður eisini minkað um ansingartørvin, sigur Leila á Lofti umboðandi Fólkaflokkin. ? Hvussu býtið verður millum mammu og pápa verður samrátt um, tá málið kemur fyri ting. Men eitt av [...] sleppa at avgera, hvør verður verandi heima. Leila á Lofti heldur ikki, at hetta fer at ávirka samgongusamráðingarnar, tí semjan um økt barnsburðarfarloyvi tykist at vera ógvuliga breið. ? Útgangsstøðið má
at spurningurin um ríkisveitingina skuldi avgerast á einari fólkaatkvøðu. Henda fólkaatkvøðan var tó av ongum. Hetta eru teir í Miðflokkinum ikki heilt nøgdir við, tá ið teir mettu hetta vera møguleikan [...] vit eisini at røkka. Um so er, at hesi fáa góðar sømdir, so vilja vit eisini taka undir við einari tílíkari fíggjarlóg, sigur Bill Justinussen. Miðflokkurin atkvøddi fyri uppskotinum um sjálvstýri Føroya [...] Føroya fólks, men hetta merkir ikki, at teir taka undir við at skerja ríkisveitingina. ?Vit eiga í roynd og veru ríkisveitingina, tá ið hetta eru pengar, ið danir lata okkum afturfyri NATO-støðina, sigur Bill
ár 2000 var føddur í Suðuroynni. - Hetta er gleðilig hending. Men ein kann ikki siga, at hetta sigur nógv um burðartalið í oynni. - Hetta er jú tilvild og sigur einki um hin trupulleikan við lága burðartalinum [...] manna øll børnini í oynni ein 1. flokk um nøkur ár og vit hava 10 skúlar, vísir Hergeir á og legur afturat, at 20 børn manna ikki 10 skúlar. Men hann fegnast um, at tá fíggjarlógin var fyri í løgtinginum [...] samtykt at seta av 500.000 krónur til at kanna viðurskiftini í útjaðaranum og longu á ólavsøku skal hetta umrøðast. Henda samtykt sæst á internetinum á heimasíðu løgtingsins undir gransking.
í Gundadali høvdu verið fyri. Men talan var um unglingar, høvdu koyrt runt í býum og ikki veruliga givið sær far um, hvat tað var teir gjørdu. – Tá hetta næstan bleiv til eina eftirlýsing, so vendi ein [...] a at greiða frá, at hetta einki hevði við barnalokkarar at gera, men at talan bara var um dreingjalótir. – Vit hava tosað við menninar, við foreldur og við smádreingirnar, so hetta málið varð loyst í sátt [...] varð meldað sunnukvøldið. Tað snúði seg um nakrar smádreingir, sum søgdu, at menn í einum bili royndu at lokka teir upp í bilin við at bjóða teimum bomm. Hetta hendi í Gundadali í Havn. Løgreglan vildi
sigast, at hetta ongantíð hevur verið nakar trupulleiki her heima, og hetta eri eg eisini sera fegin um, sigur Siborg. At Hjørdis eisini er glað um hetta er heldur einki at ivast í. Hon er fullgreið um, at tað [...] eisini sera fegin um hetta. Tey avvarandi hittast so við jøvnum millumbilum, og kunnu tey tá tosa saman um royndir sínar, eins og tey eisini kunnu kunna hvønn annan um, hvussu ymsu tilboðini um hjálp rigga. [...] sum á hvør sín hátt lætta um í gerandisdegnum. Týdningarmesta av hesum er helst kallitólið, sum Hjørdis altíð hevur um hálsin. Hetta ger, at hon altíð kann fáa fatur á dóttrini, um okkurt skuldi verið áfatt
eini óvissu ár undan ári um játtanarkarmar, ber illa til at tosa um eina filmsvinnu í Føroyum, siga tey. Tey halda, at hetta samstundis er ein boðskapur til ungfólk um, at halda seg burtur frá hesi [...] Tí er alneyðugt er at halda fast um verandi kós, og hækka játtanina 500.000 krónur um árið, soleiðis um upprunaliga ætlanin var. – Vit heita tí á Fíggjarnevdina um at endurskoða avgerðina, og síggja [...] Løgtingið umrøddi hana í gjár, vóru tað eisini nøkur løgtingsfólk, sum høvdu hetta á munni og tosað varð eisini um at broyta hetta aftur, áðrenn fíggjarlógin verður endaliga samtykt.
rokni eg so við, men um hetta er veruleiki fær man tó ongantíð at vita. Spurdur um hvørjar vónir hann hevði til komandi kappingarárið, segði liðformaðurin, at talan helst verður um enn eitt torført ár. [...] varð einamest tosað um skiftið hjá Darius, men hópur av øðrum spælarum flutti tá eisini úr felagnum, og hetta hevur eisini merkt venjinginga. - Hetta merkti nevnliga, at kappingin um plássini gjørdist so [...] tvinnað saman við, um liðið stóð seg í fyrstu deild, og hesum er liðskiparin als ikki ósamdur í. - Sigurin í dag bjargaði lívinum hjá felagnum, heldur Ari fyri. - Sjálvandi kann hetta ikki sigast við vissu
prestagjaldinum, varð eisini kunnaður um hesa støðuna hjá presti. Tí hann spurdi um tað, sigur Jóannis Fonsdal. ?Kirkjuráðsformaðurin í Nólsoy var tann einasti, sum spurdi um hesi viðurskifti, og eg legði kortini [...] eg hoyrdi einki aftur um tað, greiðir prestur frá. Hann sigur, at hann væntaði, at tá hann var til samrøðu hjá biskupi, fór hetta at verða tikið fram aftur, tí hann var ikki í iva um, at dómprosturin og [...] kirkjuráðunum við Havnar Kirkju og í Kaldbak um ymisk viðurskifti viðvíkjandi starvinum. Talan var um langar telefonsamrøður, men hvørgin teirra gretti við einum orðið hetta málið, sigur hann. Kirkjuráðsformaðurin
viðgerðin av tingmáli nummar 36/1999, ið er uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang. Hetta er uppskot, sum Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna, legði fyri tingið [...] viðgerðin var av tingmáli nummar 44/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Hetta er uppskot, ið Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin legði [...] skránni var av tingmáli nummar 41/1999, ið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar við meira. Hetta er uppskot, ið Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið legði
endan. Avtala um skúla Sands kommuna og Húsavíkar kommuna, sum eisini fevnir um Dal og Skarvanes, hava nú gjørt eina avtalu um samstarv, sum bæði fevnir um barnagarð og skúla á Sandi. - Samstarvið merkir [...] oynni, umsitir samstarvið um meginskúlan, har næmingar ganga í 6. flokki og upp í 10. flokk. - Hetta samstarvið, sum vit nú hava gjørt við Húsavíkar kommunu, fevnir soleiðis um børnini, sum ikki hava aldur [...] norður móti Skopun. - Eg havi umleið 200 seyðir. Hetta tekur ikki so nógv av mínari tíð til dagligt, undantikið tá farið verður á fjall, og tá slaktið er fyri um heystarnar. Brandur sigur, at Sands kommuna