Írlandi verður dagurin hildin til minnis um Sankta Brenda, sum doyði í árinum 578. 17. mai. Bruno, deyður í 1045. Biskupur í Würtzburg, sum saman við mongum øðrum komst av døgum á eini ferð í Ungarn. Navnið
18. mai. Eirikur, deyður umleið 1160. Svenski kongurin Eirikur IX Jeðvarðson, sum varð myrdur av danska prinsinum Magnusi og hansara monnum í Uppsala dómkirkju. Eirikur varð virdur sum svenskt tjóðhalgimenni
22. mai. Castus, deyður umleið ár 250. Saman við øðrum brendur á báli í Kartago. 23. mai. Desiderius. Tvey halgimenni bera hetta navn. Annar var biskupur í Langres í Fraklandi, tikin av døgum í 364 ella
26. mai. Beda, deyður ár 735. Eftirtíðin gav honum navnið venerabilis, hin tignarligi. Hesin enski munkurin gjørdist ein hin mest metti kirkjulærarin í miðøld við átrúnarligu, søguligu og málsligu bókum
27. mai. Lucianus, deyður umleið ár 200. Saman við fleiri øðrum tikin av døgum um Svartahavsleiðina. Kristian Osvald Viderø varð føddur hendan dagin í 1906.
28. mai. Vilhjálmur, deyður í 812. Hertogi í Gascogne í Fraklandi. Var ein av kempunum hjá Karlamagnusi keisara. Tað er um hann, at Sjóvarbóndin yrkti kvæðið Viljorm Kornus. Hann fór í kleystrið inn at
29. mai. Maximinus, deyður í 352. Biskupur í Trier í Fraklandi. Á ferð til Miklagarðs at royna semju í kirkjuligum stríði doyði hann. 30. mai. Vigand. Helst tann sami sum hin heilagi Venantius úr Arles [...] dóttir Pætur ápostul, men tað skal helst skiljast sum andaliga dóttir hansara. 1. juni. Nikomedes, deyður umleið ár 300. Rómverskur borgari ið gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum.
3. juni. Erasmus, deyður umleið ár 300. Biskupur í Antiokia. Fleiri ferðir varð lagt eftir honum, og hann varð illa píndur, men komst undan og doyði í friði og náðum. Navnið kemur av grikskum orði, ið
4. juni. Obtatus, deyður umleið ár 390. Var upprunaliga heiðin maður, sum gjørdist kristin og endaði sum biskupur í Milevis í Numidiu. Hann doyði strádeyðan.
í Frísalandi hvítusunnudag ár 754. Jákup Dahl varð føddur hendan dagin 1878 og deyður í 1944. 6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður, sum stovnaði eina nýggja munkaskipan í Premontre í Fraklandi