forsetarnir í teimum trimum fótbóltssambondunum. Í juli løgdu FIFA og Infantino fram ætlanina um eitt nýtt handilsligt felag, Fifa Forward Enterprise, FFE. Ætlanin var at selja privatum íleggjarum part í kappingunum [...] Gianni Infantino, forseti í FIFA, hevur svikið álitið við sviki í málinum um ætlanina at selja privatum íleggjarum part av kappingunum hjá FIFA. Tað siga evropeiska UEFA, asiatiska AFC og Concacaf fyri [...] Miðamerika og Karibia í eini felags fráboðan mánadagin. – Tá álitið verður brotið við sviki, og ein persónur setir seg sjálvan oman fyri felagsskapin, sum hevur litið honum myndugleika upp í hendur, hevur hann
russiskir myndugleikar ikki fingu fráboðan um tøkuna av skipinum, áðrenn rætturin í Noregi hevði tikið sína avgerð í málinum. Russiskir myndugleikar siga, at málið, sum er millum Naftogaz í Ukraina og Russland [...] Í russiska uttanríkisráðnum eru tey alt annað enn fegin um norsku avgerðina at leggja hald á russiska skipið, Professor Molchanov í Barentsburg á Svalbard. - Hetta er sjórán, sigur talskvinnan hjá russiska [...] m, Maria Zakharova, í einari samrøðu við almennu russisku tíðindastovuna, Tass. Hon leggur aftrat, at vesturheimurin við átakinum "normaliserar" piratvirksemi, sum hon rópar tað. Í norska løgmálaráðnum
Í mentanarvikuni í Fuglafirði kundi ÍF ígjár á facebookvanga felagsins kunngera góð tíðindi til fjeppararnar. ÍF skrivar á facebookvanga sínum: - Ruben Møller Nielsen hevur í kvøld longt sáttmálan við [...] við ÍF í tvey ár. Sterki miðvallarin kom til ÍF í 2023 og hevur síðani verið ein týdningarmikil partur av liðnum. Fryntligi danskarin hevur ikki bara víst síni góðu evni á vøllinum, men er eisini vorðin ein [...] sítt 5. og 6. ár í ÍF-búnanum, og tað eru vit í Fuglafirði sera glað fyri. Skrivar ÍF. ---------------------------------------------- Klokkan 17.30 spælir ÍF dyst móti FC Hoyvík á vøllinum í Fløtugerði. ÍF
Í samrøðu við russiskt ríkissjónvarp segði Putin í dag, at Ukraina við álopum á russisk búskaparlig mál hevur „latið Pandoru-eskju upp“. – Stýrið í Kyiv setti sær fyri at skaða okkara búskap. Hvat gjørdu [...] matvørutrot í heiminum. – Vit hava avbjóðingar við at fáa okkara egnu vørur út á marknaðin, men tær fara vit at loysa. Tí verður eingin mangul á heimsmarknaðinum, segði russiski forsetin. Russland tók seg í 2023 [...] russiskt undirstøðukervi og logistikkur verða álopin. – Vilja tit órógva okkara logistikk? So varir tað ikki leingi, áðrenn okkara aftursvar kemur. Eg havi sagt tað mangan áður. Tað kemur altíð eitt svar, segði
fingu tó síðsta orðið. Í yvirtíðini fann Símun hegnisliga Una við einari fríspæling, og Uni tók av, og skoraði trygt móti liðnum, sum seinni vann HM-gull í 2010 og í 2026. Føroyar fingu í undankappingini 1996-1997 [...] Í dag eru liðin 30 ár síðani 4.200 áskoðarar á Svangaskarði á Toftum sóu Toda Jónsson og Una Arge skjóta góð mál móti Andoni Zubizarreta. Spania vann greitt 6-2 í HM-undankappingardystinum hendan dagin [...] fólk fóru heim við einari góðari kenslu aftaná Føroyar høvdu skotið tvey mál. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Todi fangaði Andoni Zubizarreta á skeiva beininum og javnaði til 1-1. Tá var
virksemi í økinum hoyrast og atlit takast til ávirkanina í náttúruni. Tórshavnar kommuna má raðfesta, hvussu nýtslan av lendi er, og í størst møguligan mun røkkur tørvin hjá flest borgarum í kommununi [...] sum var minni í vavi enn upprunaliga ætlanin. Tað uppskotið varð samtykt á býráðsfundi tann 26. februar 2026. ##med2## Málið til viðgerðar í Yvirfriðingarnevndini – avgerð er ikki tikin enn Í mai kunnaði [...] bæði reiðfólk, skótar, gongu- og rennifólk og súkklarar í økinum. Í mai viðmælti náttúrufriðingarnevndin ætlanina við ávísum treytum. Málið liggur nú í Yvirfriðingarnevndini, og fundur verður 17. august, har
har tað í kvøld vóru 33 hitastig. Seinni dysturin verður um eina viku í Klaksvík. Tá verður tað greitt, um leikluturin hjá NSÍ verður av á hesum sinni í Europa, ella um NSÍ fer at halda fram í UEFA Conference [...] Tom Amos aftur í kvøld var sannur brandur millum NSÍ stólparnar. Í kvøld var saknur í liðformanninum Peturi Knudsen, sum var leikbannaður, og so kom tað illa við, at Meinhard E. Olsen ikki var tøkur, eftir [...] liðini hóskvøldið um eina viku fara á vøllin í Klaksvík verður setningurin hjá NSÍ nett tann sami, sum hann var fyri einari viku síðani, tá ið NSÍ var á útivølli í Slovenia ímóti FC Koper. Tá var útgangsstøðan
endaði við 3-0 favorittsigri til heimaliðið, tá ið KÍ og EB/Streymur í kvøld í góðveðrinum í Klaksvík settu punktum fyri 21. leikumfari í Meistaradeildini. Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur 41 stig og er [...] Klettskarð í 69. minutti og seks minuttir eftir, at hann var skiftur inn, úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið. EB/Streymur spenti álopsbogan, og í eina løtu vóru tað fleiri spentar støður í KÍ brotsteiginum [...] ð at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi. Næsti dystur hjá KÍ í landskappingini verður annan sunnudag á útivølli ímóti 07 Vestur. Næsti dystur hjá EB/Streymi í landskappingini verður
sendinevndin í Útnorðurráðnum í mentanarhúsinum Hof á Akureyri. ##med3## Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA og Hanna í Horni, sendikvinna Føroya í Íslandi. ##med4## Dagbjørt Hákonardóttir, limur í formansskapinum [...] Akureyri í Íslandi í hesum døgum. Útnorðurráðið er mannað við seks tinglimum úr hvørjum av teimum trimum londunum í útnorðri: Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Á ársfundinum hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum [...] felags áhuga fyri londini í útnorðri. Vælferðin hjá børnum og ungum á breddanum Evnið hjá Útnorðurráðnum í farna virksemisári hevur verið „Framtíðarvánir hjá børnum og ungum í útnorðri“. Evnið fekk drúgva
tollarar, sum funnu hassjið umborð í trolaranum, og longu í dag hava menninir fingið dóm í rættinum í Hjørring í Danmark. Báðir menninir vóru í grundlógaravhoyri fyrrapartin í dag. Ein 26 ára gamal maður játtaði [...] Heili 93 kilo av hassju vóru í gjár funnin umborð í einum trolara í Hirtshals, sum skuldi til Grønlands, og í dag hava tveir mans fingið fongsulsdóm fyri ætlanina um at smugla hassjið til Grønlands. Hetta [...] Nordjyllands Politi upplýsir í tíðindaskrivi, at hassji varð funnið í gjár í einari regluligari kanning hjá tollvaldinum. Tollararnir funnu 22,2 kilo av hassji umborð í trolaranum, og síðan boðsendi