veruligan skattapolitikk fyri at tryggja framhaldandi vøkstri í búskapinum. Endamálið er, at lønin ikki skal verða etin upp av harðari skatting og at tað skal loysa seg at arbeiða. Skattalættar hava verið [...] settu vit okkum fyri at gera nakað við, og í høvuðsheitum snýr hetta seg um at dagføra okkara afturúrsiglda skattastiga og høga marginalskatt soleiðis, at tað altíð loysir seg at vinna nakrar eyka krónur [...] soleiðis, at vit eiga øll at gjalda fyri landshúsarhaldið. Tað er eisini rímiligt og í lagi, at tey við teimum hægru inntøkunum rinda ein størri part av lønini í skatti. Men neyðugt er javnan at gera dagføringar
var í farnu viku, at eldur kom í í pakkirúminum á Athenu, meðan hon var til fiskiskap í Kyrrahavinum. Tað eydnaðist tó skjótt at sløkkja eldin og varð avgjørt at sigla til lands í Chile at kanna skaðan. Í [...] noyddir at boða frá, at brandmenninir, sum komu frá landi til at taka yvir sløkkingina umborð á Athenu, hava mist tamarhaldið á støðuni, og sum tað sær út í løtuni, so stendur Athena nú ikki til at bjarga [...] sjálvandi, at støðan verður ikki eins ring sum við Hercules. Vit høvdu vónað, at støðan var í lagi, tá eldurin varð slóktur og at skipið varð bjargað sigur Hans Andrias og leggur aftrat, at privata el
rstovuni sigur, at tá ið stovnurin noyðist at ráðgeva úr pengapunginum hjá fólki, tí útlitini eru døpur, er einki undarligt í, at hetta ikki verður væl móttikið. - Hetta svarar til, at stjórin sigur við [...] eg vænti, at sum tíðin gongur, verður tað, sum tað hevur verið. Hjalti sigur, at sjálvandi fer Fiskirannsóknarstovan framhaldandi at gera sítt arbeiði til lýtar, samstundis sum neyðugt verður at taka tey [...] neyðugt at minka um veiðina. Um vit bara tosaðu vinnuni og myndugleikunum eftir munninum, var eingin orsøk til at hava Fiskirannsóknarstovuna, sigur hann. Gott samstarv Hjalti leggur tó dent á, at tað serliga
greitt, um ráðharrin velur at leggja júst hetta lógaruppskotið fram. Malene Vestergaard upplýsir, at tað serliga er uppskotið um at døma fólk, ið eru egnað sum foreldur, at hava felags foreldramyndugleika [...] mulighed for at fastsætte samvær&(s. 14) & Udvalget mener endvidere, at hensynet til barnets bedste må indebære, at barnets selv inddrages, i det omfang alder og modenhed tilsiger det, og at barnets perspektiv [...] ómarin Per Walsøe er formaður. Uppgávan hjá bólkinum var, at overveje, om reglerne om forældremyndighed og samvær (sum Landsstýrið at ætlar at leggja fyri Tingið, blðm.) er tidssvarende, samt om de i
in vátta, at avtalan snúði seg um at herða umsitingarliga mannagongdirnar sum heild fyri at veita arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og samstundis at gera eina smidligari og greiðari skipan fyri at avgreiða umsóknir [...] umsóknir hjá ítróttarfólki? 3.Kann landsstýrismaðurin vátta, at tað altíð hevur verið eitt krav, at fólk skulu hava arbeiði, bústað og váttan fyri, at tey kunnu forsyrgja sær sjálvum, áðrenn arbeiðs- og upp [...] landsstýrismaðurin hava mannagongdirnar herdar fyri at veita arbeiðs- og uppihaldsloyvir í Føroyum. Í tí sambandi hevur hann boðað frá, at hann fer ikki at seta ta avtaluna í gildi, sum undanfarna landsstýri
Tá ið avgjørt var at fara undir at gera undirsjóartunnil undir Vestmannasund, vóru tey mong, ið væntaðu, at hetta fór at verða mønustingurin hjá Vestmanna, men nú hálvtannað ár eftir, at tunnilin lat upp [...] Gunn Joensen sigur, at dagrøktarskipanin verður niðurløgd í næstum, tí tað gongur so striltið við at fáa dagrøktarmammur. Sjálv heldur Gunn Joensen eisini, at fólki dámar best, at børnini verða ansaði [...] partur av hesum ætlanum, men aðrastaðnis er vanligt, at kommunur eru við til at reka kunningarstovur, og tí er ikki óhugsandi, at Vestmanna kommuna fer at koma upp í ætlanirnar. Nú Gunn Joensen fyrireikar
sat heima hjá mammu síni, tá talið kom á skíggjan. Tá kom hon at hugsa um, at hon átti tveir seðlar heima. Hon hugsaði, at hon átti at farið at hugt, men so tímdi hon ikki, tí hon hevði helst ikki vunnið [...] til Havnar at avheinta stóra kekkin. ? Eg havi júst tosað við sjónvarpi, og nú trúgvi eg, at tað veruliga eri eg, sum havi vunnið pengarnar, sigur hon. Hóast hon hevur hugt fleiri ferðir at seðlanum og [...] høvdu gjørt av, at tær skuldu fara at spæla Gekk. ? Eg spæli annars ongantíð Gekk, havi kanska spælt einar fimm til tíggju ferðir, síðani hann byrjaði, sigur Anna. Hinar søgdu við hana, at hon mátti goyma
eisini á, at arbeiðið at gera havnina hevur gingið ógvuliga væl og at havnin er liðug væl fyri tíðina. Samstundis fer kostnaðarmetingin at halda. Oyvindur Brimnes segði, at næsta ár er ætlanin at gera eina [...] Hann segði, at Articon setti sær fyri at klára arbeiðið við glans, til tíðina og fyri ásettan kostnað og at lata Landsverki og suðuroyingum eitt væl úr hondum greitt havnarlag. ? Vit halda, at hetta hevur [...] fekk heiðurin at kvetta bandið og at taka havnina í nýtslu. Aftaná varð øll fjøldin bjóðað umborð á Smyril, har tey fingu gløgg, saft, karamellur og ymsan jólabakstur. Og øll eru samd um, at vit hava fingið
framtíðini at taka nógv størri tøk fyri at tryggja, at tær broytingar, vit síggja í umhvørvinum og veðurlagnum, kunnu tálmast, so heimurin ikki endar í eini vanlukku í framtíðini. Bogi Hansen vísir á, at eitt [...] myndugleikar eiga at seta í gildi Kyoto-sáttmálan at galda fyri Føroyar. Tað er als eingin ivi í hansara sál um hetta. - Eg vil siga tað heilt stutt og greitt: Tekur Føroya løgting ikki undir við at seta Kyot [...] prógvað, at Føroyar verða stýrdar av nøkrum ábyrgdarleysum klovnum. Bogi Hansen sigur, at antin má uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum samtykkjast á løgtingi, ella noyðast samgonguflokkarnir í stundini at koma
gott til at vera satt, sigur Steintór og hyggur upp í luftina. Veðurfrøðingarnir siga, at veðri fer at halda, so vit hava ongan plan B og eg trúgvi heldur ikki , at nakar hevur hug júst nú at ganga og [...] sjálvi sleppa at velja, hvat tey hava hug at lurta eftir og so koma og fara, sum tey hava hug. Og eitt afturat ? ongum nýtist at stinga hondina langt niður í lumman fyri at fáa ráð til at vera við, sigur [...] tí fíggjarliga, sum altíð er tungt at fáa at hanga saman, heldur Steintór at marknaðarføringin hevur verið ein tann størsta avbjóðingin. - Tað er eitt sindur trupult at marknaðarføra nakað, sum ongantíð