feløg vilja við hesum heita á flokkarnar á tingi um at taka stig til, at oljuavgjaldið verður tikið av. Tær grundgevingar, sum politiski myndugleikin hevði fyri upprunaliga at áleggja nevnda oljugjald er [...] gjaldinum í dag eru burtur umframt, at nógvar familjur als ikki hava ráð at gjalda fyri olju til upphitan av húsum sínum. Vit hugsa her serliga um pensionistarnar umframt tey tímaløntu, sum frammanundan eru sera [...] flokkunum at bera so í bandi, at alment gjald, sum upprunaliga varð álagt borgarunum, nú verður tikið av aftur, tá fyritreytirnar fyri hesum gjaldi ikki longur eru til staðar. Talan er um ein eyka "skatt"
annað av júst hesi orsøk, at eg eri Sambandsmaður. Men neyðugt er samstundis at vísa á, at júst Tjóðveldispolitikkur er størsta hóttan ímóti okkara samfelagi og ímóti okkara eldru. Skerjingin av ríkis [...] kann koma so langt, at haldast skal uppat at gera mat til tey eldru, tá tørvur júst er á, at hendan skipan verður enn meira útbygd. Víðari hoyrist eisini, at skerjingar eru innan heimarøktina. Hendan skerjing [...] mikrofonhaldarar fyri tjóðveldisflokkin. Hví spurdu hesir journalistar onki um hvør avleiðingin var av at skerja ríkisveitingina á sinni. Tí sjálvandi kom tað at ávirka. Tað merkja tey eldru í hesum døgum
elituspælarunum. Skelkandi Kanningarnar av forminum hjá føroysku landsliðsspælarunum vísa, at tað er ymiskt, hvussu væl spælararnir eru fyri. Eini 20 til 30 prosent av spælarunum eru í nøktandi venjingarstøðu [...] landsliðsvenjara, í eini grein í nýggja FSF-blaðnum. Samanhangandi kanningar eru seinasta árið gjørdar av føroysku landsliðsspælarunum í fótbólti, og hesar kanningar staðfast turt og greitt, at stórur munur [...] sær ikki bara at staðfesta støðuna, og so einki gera við hana. FSF fyrireikar nú eina nýggja test-skipan, sum feløgini kunnu brúka til at kanna, hvussu teirra spælarar eru fyri kropsliga. FSF hevur ognað
vikur). Av tí at har eru so nógvir fyribyrgingarmøguleikar, verður hvørt úrslit ikki tað sama. Nevnast skal, at onkrar fyribyrgingar krevja læknaváttan, og læknin kann tá kunna um fyrimunir og vansar av tí [...] sjálvur at duga at seta mørk. Ein ræður sjálvur yvir sínum egna kroppi, og hevur tí sjálvur ábyrgd av at verja seg ímóti sjúkum og graviditeti. Fyrbyrgingarmøguleikarnir eru nógvir, nevnast kann: hít, [...] mitt ímillum. Undir hvørjum leisti skal kunningin so í framtíðini fara fram? Hvør skal hava ábyrgdina av upplýsingini?: 1. heimið? 2. kirkjan/samkoman? 3. skúlin? 4. ein nýggjur stovnur? Danmark ein fyrimynd
ógina og kringvarpslógina verða kannað av føroyingum í Føroyum. Grannskoðaratrupulleikin verður vigaður í Danmark. Tað vil við øðrum orðum siga, at ein partur av málinum verður vigaður við atliti til, [...] viðgerðini. Tað sigur seg sjálvt. Men ikki altíð undir galdandi skipan. Spurningurin troðkar á, um tað yvirhøvur er skilagott at senda gegnismál av landinum at kanna. Í løtuni er trupulleikin, at gegnisspurningar [...] . Tað hevði ivaleyst verið roknað sum trupulleiki. At sovorðið ikki er trupulleiki hjá okkum kemst av, at vit eru lítið samfelag. Um mál, sum koma einum nevndarlimi í kringvarpsnevndini ov nær, verða viðgjørd
venjing eru treytað av, at tey ungu tilvitað velja at liva sum ítróttafólk. Teori og praksis Tilboðið, sum skúlin nú fer at bjóða, fevnir um bæði praktiska venjing og ástøðiliga partin av hesum. Umframt vanligu [...] vikuna. Fýra av hesum tímum verður fótbóltsvenjing, sum Eyðun Klakstein stendur fyri. Hinum báðum tímunum stendur Sølvi R. Hansen, ítróttarráðgevi, fyri, og verður talan her um ástøðiliga partin av ítróttarlívinum [...] Føroya og Fótbóltssamband Føroya hava avgjørt at fara undir eina royndarverkætlan, ið byggir á somu skipan, ið feløg í hinum norðurlondunum nýta í samstarvi við miðnámsskúlarnar fyri at menna evnarík ítróttarfólk
samtykkja, at bústaðir verða útvegaðir til tey heimleysu. - Her skal talan vera um bústaðir til tann bólkin av heimleysum, sum er ringast fyri og har krøvini til búfólkini verða avmarkað. Tað merkir, at talan skal [...] Samstundis vil hann hava Løgtingið at samtykkja, at nakrir bústaðir eisini verða útvegaðir til tann bólkin av heimleysum, sum hevur brúk fyri resosialiserandi stuðli í styttri tíð. Tey heimleysu skulu eisini hava [...] teimum sjálvbodnu felagsskapunum, landinum og kommununum fyri at fáa ein samanhang í arbeiðið. Men av tí sama er eisini neyðugt, at aðrir stovnar, sum veita hjálp, eitt nú Almannastovan og Heimarøktin
land, sum hevur eitt virkið vinnulív, streymandi samskifti, víðfevnt vegasamband og eina politiska skipan, har stutt er millum borgarar og politikarar. Hesar fyrimunir kann føroyskt vinnulív gagnnýta. Vit [...] bjóða altjóða tøknifyritøkum hendan vegin og fáa samstarv í lag, sum báðir partar kunnu gera sær dælt av. Útlendingar fáa eina royndarstovu, og føroyingar skapa vøkstur og útflutning við nýskapan. Hetta er [...] Føroyskar fyritøkur mugu taka undir við tí, annars gevur Bitland onga meining. Til ber at stovna tvey sløg av tænastusáttmálum. Annar kostar 10.000 krónur, og hin kostar 60.000 krónur um árið. Fyri 10.000 krónur
og menning av vinnuni á landi. Hann sigur, at ymiskar granskingarkonto?ir eru skornar og har ímillum granskingarætlanin, sum er í trimum pørtum við einum granskingarleiðara. Undir hesi skipan saman við [...] leggur upp til í sínum áliti. - Álitið verður nú lagt fyri løgtingið, og tað verður tingið sum ger av, hvat endaliga úrslitið verður. Um hesi tølini verða tey endaligu ? ella, um løgtingið fremur onkrar [...] at útjavna flutningsstuðulin til fisk, soleiðis at útjaðarin ikki verður verri fyri enn aðrir partar av landinum. - Ætlanin var at lætta um hjá teimum, sum noyðast at flyta fiskin longri enn aðrir, eitt
skula arbeitt við at gera eina nýggja skipan fyri arbeiðstíð hjá fólkaskúlalærarum. Arbeiðið hevur ligið stilt fleiri ferðir, upp í meira enn hálvt ár ísenn, og helvtin av limunum í arbeiðsnevndini eru útskiftir [...] vunnin rættindi við umskipanini av arbeiðstíðini. Tað hevur heldur ongantíð verið ætlanin at taka samráðingarrættin frá nevndini í Føroya Lærarafelag. Tað vísir manningin av arbeiðsnevndini eisini: Hvørki [...] brádliga klárt og nevndin í Føroya Lærarafelag setti hetta uppskot til uratkvøðu 12. mai. Úrslitið av uratkvøðuni varð eitt klárt nei til uppskotið. Hetta tekur landsstýrismaðurin við skúlamálum, Høgni