at hann er bjartskygdur um málið, at hann í hvussu er, er øgiliga positivur fyri tí, og at hann metir tað vera rætt, at búfólkið í Kirkjubø og á Velbastað fáa tað bussambandið, sum tørvur er á. Men tað [...] tykir mær, at neyðugt er við eini viðmerking til útsøgnina hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, soleiðis at lesarin fær innlit í rætta samanhangin í hesum máli. Borgarstjórin verður endurgivin fyri at siga, [...] er, at hann sjálvur, sum borgarstjóri og harvið eisini sum formaður í fíggjarnevndini, ikki hevur viljað tikið undir við einum meiriluta í teknisku nevnd um at játta nakrar túsund krónur til at seta eyka
Har var onki at tosa um, hóast fleiri limir í Tjóðveldinum søgdu, at tey vóru ímóti at lækka blokkin beint nú. Síðan boðaði Sjálvstýrisflokkurin frá, at teir hildu ikki tað vera rætt at minka blokkin [...] hevði verið ringt at fingið nakran føroying at skilt, eisini tey ið velja Tjóðveldi. Samanumtikið halda vit, at leiðslan í Tjóðveldi eigur at taka í egnan barm, og nýta orkuna til at fáa samstøðu innanhýsis [...] av búskaparstøðuni, at fáa eitt tjak í samgonguni um, nær blokkurin skuldi skerjast. Á fyrstu síðu í samgonguskjalinum stendur, at atlit skal takast til búskaparstøðuna. Men gakk - at síggja veruleikan hjá
Tað má vera hugaligt at vakna henda mánamorgun hjá teimum mongu, sum hava sett pening í felagið, ið hevur brúkt nógvan pening og orku at røkka so langt. At vit føroyingar hava megnað at byggja upp eitt oljufelag [...] Frá at byrja í tí smáa við bara føroyskum íleggjarum hevur felagið ment seg til eisini at lata dyrnar upp fyri aljóða íløgukapitali, og spennandi verður at síggja, hvussu áhugin nú verður fyri at keypa [...] seg inn í loyvi aðrastaðni, og her má sigast, at tað hevur verið gjørt við hepnari hond, tó at slíkt altíð hevur stóran váða við sær. At felagið hevur knýtt at sær dugnalig og professionell oljufólk er eisini
vóru fyrstir at gagnnýta altjóðagerðina. Ásannast má, at teir hava dugað væl at troyta teir møguleikar, sum vístu seg, tá allur heimurin so at siga gjørdist ein marknaður. Teir hava dugað væl at rikið sínar [...] kreppu, sum hevur verið um at taka heimsins sterkastu lond av fótum. Tað er tí gleðiligt, at Norðurlond og við teimum eisini Føroyar nú rætta Íslandi bróðurhond. Vit eiga at umhugsa at lata lánið rentu- og [...] vinargerð, ið føroyingar ongantíð eiga at gloyma. Ísland er nú kunnugt komið í stórar fíggjarligar trupulleikar og mangt bendir á, at álvarsamir búskaparligir trupulleikar fara at koma í kjalarvørrinum á kreppuni
partarnar til tess at fáa teir at góðtaka uppskotið hjá Egyptalandi um vápnahvíld. Nú ljóðar, at partarnir eru sinnaðir fyri vápnahvíld, spurningurin er bert nær tað passar báðum pørtum best at taka hesa váp [...] Tað ljóðar, at útlitini fyri vápnahvíld eru batnandi, hetta serstakliga eftir, at ST av álvara er farið inn í friðarsamráðingarnar. ST aðalskrivarin hevur av øllum alvi roynt at leggja trýst á partarnar [...] eytin fyri øllum hesum er sjálvsagt, at Hamas gevst við rakettálopunum inn í Ísrael. Dúgliga verður roynt at kanna allar møguleikar fyri friði. Ymist bendir á, at partarnir eru áhugaðir. Báðir partar eru
so er minni orsøk hjá láginntøkufamiljum at royna at seta føtur undir egið borð, tá tey allíkavæl kunnu risikera ikki at kunna sita í sínum dreymahúsum, tí at grannahúsini verða seld fyri milliónir. Ein [...] slíkur skattur tyngja nógv um. Fyriuttan at tað er skeivt at skatta órealiserað virði, so tykist hugskotið eisini vera illa gjøgnumhugsað. Gamaní verður sagt, at pensionistar verða undantiknir. Hvat við [...] møguleikar at finna sparingar her, og hvussu við øðrum almennum ráðum og stovnum í Føroyum heldur enn sum so oftani altíð at fara eftir pensionistunum, heimahjálpini, ja teimum veiku og sjúku! At tosa um
hugsast, at okkurt kundi verið øðrvísi. Tað er nakað vit fara at tosa um, nú vit fara at eftirmeta dekningin av ólavsøkuni, sigur Annika M. Jacobsen. Sum skilst kunnu hyggjara heldur ikki vænta, at meir verður [...] hevur verið at hoyrt um, at júst hesin parturin av sjónvarpsfrásagnum ikki var við í ár, er stjórin í Kringvarpi Føroya, Annika M. Jacobsen, sum heild væl nøgd við samlaða dekningin. Hon vísir á, at sjónvarpið [...] nóg væl við bert at seta eitt myndatól upp, og stórt sæð bara lata myndirnar tala fyri seg sjálvar? - Tað dugi eg ikki ikki rættiliga at siga. Hetta var ein raðfesting, sum vit valdu at royna í ár. Eftir
fyri, at tey við stórum meirluta samtyktu, at seta savnið á fíggjarlógina, tóat lógartekninskir trupulleikar gera, at Mentamálaráðið sigur seg ikki ført fyri, at rinda út stuðul. Hann vónaði at endin varð [...] Krígssavnið ynskja sær til endaligt savnshøli. Og vónaði, at nýliga samtyktin um at friða jarðføst minni frá stríðsárunum fór at føra til, at savnið fekk hesi høli. Tí verandi høli eru longu nú ov lítil [...] varð tann, at løgtingsins vilji varð framdur í hesum máli. Karl Jóhan nevndi eisini, at tíverri er tað so, at savnið ikki hevur fingið almenna góðkenning og tessvegna ikki hevur fingið umleið 70 lutir
Jógvan Jespersen sigur, at teir hesaferð ætla at gera nógv meiri burtur úr internetinum, og fara at leggja bæði bandaðar frágreiðingar og filmsbrot út á heimasíðuna. Hann sigur eisini, at hóast ein redaktørur [...] húsast. Verður tað í tveimum hølum sum nú, so er vandi fyri, at talan framvegis fer at verða um tveir miðlar. So tað er alneyðugt, at vit fáa at vita frá politikarunum, hvat teir ætla í so máta, sigur Jógvan [...] við teirri grundgeving, at tíðin ikki er búgvin til slíkt samstarv enn. - Tað er ein avgerandi fyritreyt, at hølisspurningurin verður avgreiddur, áðrenn prosessin kann halda fram at samansjóða útvarp og sjónvarp
seinastu vikurnar hevur veðrið verið framúr. Tað ber við sær, at lagið er gott, og at trongdin til at sleppa út at heilsa upp á fólk og at vera við til at skapa góðan hýr verður størri. Grundarlagið undir men [...] Klaksvík. Tað kann væl vera, at tey, sum hava sína dagligu gongd har norðuri, ikki duga at síggja og harvið at skatta, hvussu ríkt mentanarlívið er. Men tá ið tað ber til at fara til Klaksvíkar tríggjar [...] sum undirstrikar, at mentanarliga virksemið er so stórt, sum tað kanska ongastaðni er í heiminum, tá ið fólkatalið verður havt í huga. Tað var undir sváru kreppuni í tríati árunum, at tey í Klaksvík tóku