Vágasteini tveir triðingar av hýruni at teir ikki sluppu at selja veiðina undir Eysturgrønlandi uttanlands, men vórðu tvingaðir at avreiða í Føroyum. Teir siga, at sostatt fingu teir bara minstuløn og [...] á Vágasteini, at okkurt má gerast við hesi viðurskiftini. – Øll vita tað, at línuflotin hevur tað ivaleysa ringt frammanundan. Vit kunnu tí ikki halda fram at tvinga føroysku skipini at avreiða í Føroyum [...] heldur, at tað næstan bara vera tí, at tey, sum eiga virkini á landi, eiga eisini skipini í stóran mun, annars hevði prísurin ikki kunna fallið so nógv upp á ein dag. Úrslitið av túrinum gjørdist, at frá at
36 fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum samd um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla tað, sum tey kalla, grova álopi, sum landsstýrið ætlar at fremja móti rættinum til fakligt stríð. Men nærm [...] umboð fyri fakfeløg hava eisini sagt, at hetta er grovasta álopið á fakfeløgini, tey vita um og at aftursvarið verður samsvarandi hesum – Fakfeløgini hava álit á, at arbeiðsgevarar og Pedagogfelagið finna [...] grova álopið er, at landsstýrið nú ætlar at tvinga úrvald fólk, sum annars eru í lógligum verkfalli aftur til arbeiðis. Og stjórarnir skulu velja, hvør skal í verkfall. Hetta er at blanda seg upp
talan um at halda uppat við fyri at spara. - Men vit hava eina kantinu til avvarðandi og onnur uttaneftir og hon er skerd. Kristbjørg Petersen sigur, at sparingarnar fara at vera eftirmettar javnan at vita [...] viðmerking, at hon heldur ikki, at støðan er óforsvarlig. - Vit settu sparingar í verk í januar og vit hava sett enn fleiri sparingar í verk beint nú, sigur hon. - Ein sparing, sum er sett í verk, er, at fleiri [...] 34 fólk og hon heldur ikki, at tað er óforsvarligt. Annars var ætlanin at skerja eina náttarvakt burtur, men tann ætlanin er slept. Samanumtikið heldur Hensia Einarson, at støðan á Tjarnargarði er nøktandi
sjálvir fyri at útvega bilar, bátar og arbeiðsfólk. - Dagliga umsitingin verður so at hava eftirlit av útgerðini. Eli Lassen sigur, at tað fer at kosta 580.000 krónur at stovna T BáS og at raksturin verður [...] til at fyribyrgja oljudálking og til at reinsa aftur, tá ið vanlukkan er hend. Hann ætlar, at talan skal verða um ein felagsskap við limum, sum skulu tryggja dagliga raksturin. Hann hugsar sær, at kommunurnar [...] Tryggingarfelagið Føroyar um at vera við til at stovna T BáS. Eli Lassen staðfestir somuleiðis, at vegna manglandi fígging, áhugað ella vilja, er landið ikki við í arbeiðinum at skipa eina umhvørvistilbúgving
hon bara er til staðar. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at dømi eru um, at Paramoeba perurans er til staðar uttan at geva sjúku. - Fyri at staðfesta um vit hava sjúkuna, eru táknusýni send til kanningar [...] Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Fyri at fiskurin ikki skal fáa AGD, hóast smittan er til staðar, er avgerandi at fiskurin hevur tað gott. Tað merkir, at umhvørvið er ódálkað, at fiskurin ikki gongur ov tætt og [...] frammanundan í holt við at slakta fiskin, so her verða alibrúkini tømd fyri fisk. - Í Lambavík og í Oyndarfirði er fiskurin ikki tøkuklárur. Tó eigur dentur at verða lagdur á, at Amøban, á hesum støðum
avdúkaði, at hetta helst ikki bleiv til veruleika og at fyriskipararnir ikki vóru at finna. Eftir at greinin var prentað komu fyriskipararnir fra, og í gjár komu teir við einum telduposti, sum vísti at rinda [...] øgiliga lítið at frætta um Kenny Rogers. Spurdur, hvussu møguleikin er fyri, at Kenny Rogers kemur til Føroya er, er hann serstakliga spakur. - Eg veit onki. Tað veit Gud. Men vit fara at tosa við managaran [...] fastir. So teir pengarnir eru til, staðfestir hann. Brúkaraumboðið vísir á, at fólk hava krav uppá, at fáa peningin aftur, og at skuldi felagið farið á húsagang, so er talan um eitt heilt annað mál, sum
býráðsmálum, skuldi hetta verið nóg mikið til at sagt honum, at eingin umbering er fyri at koma ófyrireikaður ella óílatin á býráðsfund! Tí er neyðugt at spyrja, hvat Annfinn Brekkstein ger í býráðnum [...] atkvøður, svarar tað til at vera fyri einum máli. Tann, ið tegir, hann samtykkir. Tað er einki, sum eitur ikki at taka støðu, so hetta sær mest út sum ein bíligur máti at skáka sær undan at taka á seg ta ábyrgd [...] um, hví hann ikki atkvøddi fyri, at Tórshavnar kommuna skuldi fáa loyvi til at samráðast um lánstreytir fyri einum láni upp á góðar 200 milliónir krónur. Orsøkina til, at hann »ikki var ílatin til støðutakanina«
neyðugt at hava yvirskot til at finna eina semju, leggur hann afturat. Men teir staðfesta báðir, at tað kemur framvegis ikki upp á tala at Sandoyartunnilin verður útsettur í fleiri ár. Hetta merkir, at teir [...] ár hava teir treiskast fyri at fáa undirtøku í samgonguni fyri at fara undir Sandoyartunnilin næsta ár og teir hava enntá verið til reiðar at seta samgonguna í vanda fyri at fáa sín vilja, tí teir hava [...] Pálli á Reynatúgvu at treiskast um Sandoyartunnilin, tí teir eru rættiliga væl nøgdir við fundin í gjár. Teir eru báðir samdir um, at teir merktu ein ektaðan vilja í samgonguni til at finna eina semju.
samtíðis fáa at vita, at ímillum hesar 500 milliónir eru 48.000 fólk sum í fylgi prestastýrinum ikki tola at síggja ella lesa slíkt. Ófatuligt at brúka fleiri 100 milliónir í skúlanum fyri at okkara børn [...] er greitt, at nøkur ynskja og hava altíð ynskt at steingja landið av fyri útlendskari ávirkan. Hetta hava serliga verið tey Kuba-trúgvu, blandað við fyrrverðandi DDR viðhaldsfólkini. Men at eingin annar [...] skúlanum. Ótrúligt at man kundi uppliva at fyrsta stigið í globaliseringini skuldi enda við einum forboði fyri øllum útlendslum tilfari. Hugaligt verður, tá stórar europeiskar haldilsketur fara at senda lýsingartilfar
skína ígjøgnum, at uppskotið um fiskidagar fer at liggja nærri tí, sum fiskifrøðingarnir ráða til, enn uppskotini hjá landsstýrismonnunum plaga at gera. Eingin ábending hevur verið um, at fiskimálaráðharrin [...] sannførdan um, at tað er neyðugt at bremsa harðliga, tí gýtingarstovnurin er hóttur. Landsstýrismaðurin spælir høgt spæl, og tað fer at krevja stórt politiskt hegni hjá honum og løgmanni at fáa sum frægast [...] burturúr, og tað fer at krevja dirvi hjá einstøku samgongulimunum at bekenna sama kulør, sum Sjálvstýrisflokkurin longu hevur gjørt. Tíðin er komin, at tingið sigur, hvussu tað ætlar, at tað skal komast til