flakavirkir at gera, bæði leiðsla og starvfólk, glett seg um, at nú fór at gerast meiri støðugt arbeiði, tí nú var fiskur at fáa. Men tað er ikki bara sum at siga tað hjá føroysku virkisleiðslunum at fáa fatur [...] sum formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, hevur verið við til at myndað vinnupolitikkin seinastu 4 árini, fløvar tað at at síggja, at Delta søkir eftir fólki til støðugt arbeiði á virkinum. Sum lokalt [...] verið ein fragd at uppliva, at teir framvegis, aftaná meiri enn 25 ár í vinnuni, brenna fyri at skapa virksemi í nærumhvørvinum og landinum øllum. Øll, sum fáast við fiskivinnu vita, at tað koma “ feit
landinum at kunna velja at fáa frálæru í tónleiki frá útlærdum tónleikara. Vit gjalda í dag øll somul til musikkskúlaskipanina, hetta umvegis lands- og kommunuskattin. Men hetta er langt frá nóg mikið at nøkta [...] okkara. Hetta eiga vit politikarar at gera nakað við. Allar kanningar vísa á, at frálæra og kennskapur til tónleik frá ungum aldri mennir einstaka barnið. Ikki einans til at taka ímóti tónleikinum, men tað [...] eisini førleikar til at taka til sín annan lærdóm og økir bæði ítróttaligar og sosialar førleikar munandi. Meina vit veruliga, at musikkskúlaskipanin skal vera fyri øll, verða vit noydd at styrkja um ta játtan
skipanini er tað staðfest, at útlendsk reiðarí skulu ikki sleppa at eiga fiskirættindi í føroyskum sjóøki. Poul Michelsen sigur, at síðani hevur íslendska stjórnin kravt at føroyski landskassin skal rinda [...] tal, at landskassin skal rinda útlendskum íleggjarum endurgjald fyri nakað, sum teir ikki hava krav uppá, sigur Poul Michelsen. Hann heldur, at av øllum tjóðum, áttu nettupp íslendingar at skilt, at vit [...] langt, at hon hevur sett Hoyvíkssáttmálan upp á spæl fyri at fáa sín vilja, sigur Poul Michelsen. Sosatt sær tað út til, at íslendingar seta sum treyt fyri fríum handilssamstarvið ímillum londini, at íslendingar
Millum tilmælini er til dømis at skipa undirvísingartilfar og royndartilfar sambært altjóða CEFR stiganum, at útbúgva lærarar at undirvísa í føroyskum sum annaðmál og at fáa betri samskipan millum Men [...] Arbeiðssetningurin er at ráðgeva landsstýrisfólkinum í máltøknispurningum, at savna vitan og tilfeingi, tryggja samstarv við onnur lond, lýsa máltøknistøðuna, at gera uppskot til neyðug átøk at fáa føroyskt inn [...] áleiðis, at samskipari kann fara til verka, og flestu tilmælini eru klár at seta í verk. - Vit skulu læra tilflytararnar føroyskt skjótari og betri, og vit skulu gera neyðuga arbeiðið til at røkja hesa
Eg má siga, at tað er hugstoytt at síggja, hvussu niðurraðfest Nólsoyarleiðin er. Einki røkist fyri nakrari loysn og eg haldi, at nú skal avgerðin takast, um at byggja nýggja ferju til Nólsoyarleiðina [...] kann vera ein haldgóð loysn í fleiri ár. Uttan at fara at brúka tíð uppá at skriva um dugnaloysi í politiskari stýring av okkara samferðslu, so fari eg heldur at seta nakrar reglur saman um, hvussu hettar [...] Tað raður um, at tekna eina nýggja fergu, sum er tøknuliga framkomin, so ikki er neyðugt við diesel-motorum at sigla um fjørðin, men at hon verður el-drivin. Sjálvandi kemur ein slík ferja at hava nýmótans
Naustvoll heldur, at vandin fyri, at algurnar fara at spreiða seg longu suður eftir er lítil, og hann vísir á, at algutrupulleikin er eitt fyribrigdi, sum í fyrsta lagi er knýtt at regiónini, har algan [...] Hav Line frá, at tey fara at senda sláturskipið Norwegian Gannet til Norðurnoregi at bjarga virðum undan algudeyða. - Hetta er ein vanlukka fyri øll tey, sum eru rakt. Øll vinnan noyðist at standa saman [...] fara, men sigur, at Norwegian Gannet kann slakta 60 tons av laksi um tíman úti í aliøkinum. - Eg vóni, at alarar kunnu fáa livandi fiskin úr nótunum, soleiðis at virðir kunnu bjargast við at senda fiskin á
veru at býráðið aftrar seg við at taka sína ábyrgd á seg. Annika Olsen, borgarstjóri, vísir á, at tað hava verið 3000 havnarfólk, sum ongan fastan kommunulækna hava havt, og tí var tað bráðneyðugt at fáa [...] ómetaliga dýrt at byggja, eitt nú fer kommunan nú at byggja umlættingar- og endurvenjingardepil fyri 41.000 krónur fermeturin, og tað er eisin ein grund til, at býráðið hveppir seg við at byggja, sigur [...] Hoyvík og tey hølini verða væntandi klár at taka í nýtslu í summar, ella í august. At peningur er játtaður til tveir kommunulæknar afturat, merkir kortini bara, at ein nýggjur lækni verður settur starv,
hvussu torført tað kundi vera at fáa tey ungu at blaða upp í orðabókunum. Men síðani orðabøkurnar gjørdust talgildar og atkomiligar hjá øllum er eingin trupulleiki at fáa tey at sláa orð upp. Tað er so skjótt [...] eisini frá, at Sprotin støðugt arbeiðir við at gera nýggjar orðabøkur. Tvær tær næstu, sum eru á veg, eru orðabøkurnar "Føroyskt - Grønlendskt" og "Føroyskt – Japanskt". Fyri at tryggja, at netorðabøkurnar [...] tað seg, at tað var ein bági og ein forðing fyri, at fólk vildu nýta Sprotan á netinum. Tí er hendan skipanin, ið ger tað ókeypis fyri brúkararnar, nógv tann besta, segði hann og vísti eisini á, at ókeypis
tí tey halda, at hetta verður alt ov ringt at hava eftirlit við. Tey sakna eisini, at tað eigur at vera eitt krav um at arbeiðstakarin skal útvega læknaváttan. Tey fýlast eisini á, at ongar útrokningar [...] tí tað fer at gera fólki betri rættindi í frítíðini. Tey halda, at hetta hevði verið eitt stórt framstig og tískil mæla tey staðiliga Løgtinginum til at samtykkja tað. Tey halda nevniliga, at hetta eigur [...] Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, nýtt høvi til at gera sína viðmerkingar til tað. Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at verður ein sjúkur í frítíðini, skal tað ikki teljast upp í frítíðina
men eg eri ikki samdur í, at tað er tað rætta at gera. Grundgivið verður fyri at keypa rúsdrekka til síni børn við at siga, at tey fara at drekka kortini, og tí er tað tryggari, at vit sum foreldur keypa [...] mínum hugaheimi er tað tí greitt, at tá tú sum foreldur keypir tínum barni rúsdrekka, so sigur tú samstundis, at tað er í ordan, at barnið drekkur. Tí fari eg ikki at keypa rúsdrekka til okkara børn, sigur [...] haldi eg tað vera bláoygd av foreldrum at halda, at tá tey hava keypt sínum barni fýra cider, so er hetta tað einasta, tey drekka í býnum. Borgarstjórin heldur, at tær fyrstu fýra saktans kunnu leggja botnin