Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur valt at lata arbeiðið liggja eftir við hús, meðan ólavsøkan er. - Makrel og ES fyllir ikki nógv í okkara ólavsøku. Tað er einans, tá fólk koma yvir at práta
Kappróðurin á Ólavsøku gekk upp á stás. Eftir at tað hava verið ávísir trupulleikar á undanfarnum FM-róðrum, vóru líkindini í dag at rógva av teimum allarbestu. Myndamaður okkara var á staðnum, og her
Nógv við ólavsøkuni er broytt gjøgnum ár og dag. Tivoliøkið, konsertir og matstovur flyta og rokera, men útimøtið hjá brøðrasamkomuni í Ebenezer hevur verið fastur táttur á Ebenezertrappuni í mannamin
Lena Anderssen hevði í seinastu viku fýra framførslur á Vancouver Folk Music Festival. Lena hevði tvær framførslur saman við øðrum tónleikarum, eina sjálv og so varð hon eisini boðin at framføra tvey
Í fjør upplivdi Róar sína lívs fyrstu ólavsøku. Men tá var hann so lítil, einans tríggjar mánaðir, so í ár ber betur til hjá honum at uppliva ólavsøkuna. - Tað er eitt sindur stuttligari at vera á óla
POLITIKKUR: - Almenna hugsanin hevur higartil verið, at tað eru ali- og fiskivinnan, sum skulu skapa arbeiðspláss kring alt landið. Men um hesi arbeiðspláss verða flutt úr Norðoyggjum, so fer tað at s
Tað er sera gott lag í ÍF leguni í Gundadali, og vónbrotið í B36 leguni er størri, enn tað var fyri viku síðani, tá ið 2-0 varð vent til 2-3 ímóti AB – um tað ber til. ÍF vann í kvøld ólavsøkudystin í
Ein maður rændi í dag gimsteinar fyri 300 milliónir krónur av eini smúkkuframsýning í franska býnum Cannes, sigur tíðindastovan AFP ambært dr.dk. Á alljósum degi trokaði vápnaði maðurin seg inn í fram
Heimsmeistarastevnan í svimjing byrjaði avbera gott fyri okkum føroyingar, tá ið Poula Øssursdóttir Mohr longu í fyrstu kapping setti stórt nýtt føroyskt met, við at svimja 100 metra firvaldasvimjing
Konservativi Fólkaflokkurin á Fólkatingi stuðlar revsitiltøkum ímóti Føroyum í sambandi við sildaósemjuna. Danska stjórnin fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri