sigur, at stór styrki er í felagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark. Styrkin liggur sambært henni í tí beinleiðis og álitisfulla sambandinum og í opinleikanum um tað, sum er torført. Trygdin í [...] meira enn tvífalda stuðulin til Grønlands. Uppskotið er, at stuðulin verður 530 milliónir evrur – knappar fýra milliardir krónur – í sjey ára skeiðnum frá 2028. Harumframt hevur ES-nevndin umrøtt ein íløgupakka [...] verður vertur, tá Beinir Johannesen og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, koma til Nuuk. Talan er bæði um hálvárliga ríkisfundin og fund í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. –
varð send fyrstu ferð frá 1978 til 1982. Handritini eru mett at hava eitt samlað virði á upp ímóti 100.000 donskum krónum. Ein partur av danska mentanararvinum Peter Broe, sum er serfrøðingur í savnslutum [...] savnslutum hjá Bruun Rasmussen, sigur, at áhugin fyri Matador framvegis er stórur, hóast røðin skjótt er 50 ára gomul. Bæði royndir savnarar og fólk, sum bjóða á uppboði á fyrsta sinni, vísa lutunum áhuga. – [...] Í dag er ein heil savningarvinna kring røðina, sigur Peter Broe. Hann fegnast um, at savnarar og fjepparar aftur fáa møguleikan at ogna sær ein lítlan part av sjónvarpsrøðini, sum langt síðan er vorðin
OpenAI hevur í dag lanserað eina nýggja útgávu av ChatGPT, sum er serliga ætlað ungum millum 13 og 17 ár. Tað upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi. Sambært OpenAI skal nýggja útgávan verja ungar brúkarar [...] innihaldi, sum ikki er hóskandi fyri tey. Aldurin verður mettur OpenAI staðfestir ikki aldurin hjá brúkarunum við samleikaprógvi. Í staðin brúkar felagið eina skipan, sum metir, um ein brúkari er yngri enn 18 [...] sjálvur, at hann er ómyndugur, verður hann sjálvvirkandi fluttur í tannáringaútgávuna av ChatGPT. Útgávan fer eisini at minna tey ungu á, at tey ikki skulu deila privatar ella viðkvæmar myndir. Er komið eftir
kemur millum annað til sjóndar, tá næmingar siga »eg orki ikki« ella »eg fái meg ikki til tað«. Harumframt er sosial møði, har møðin kann breiða seg sum ein huglag í flokkinum og gerast ein felags mótstøða [...] til møðina. Men fyri børnini snýr rørsla seg ikki bara um kropsliga venjing. Tað hevur eisini týdning at fáa ein steðg frá undirvísingini og sjálv sleppa at velja, hvussu tey fáa orkuna aftur. Ein næmingur [...] kann møðin síggjast sum eitt ávaringartekin og sum ein kropslig reaktión upp á, hvussu skúladagurin er skipaður. Kanningin vísir á tríggjar ymiskar, men samanflættaðar formar fyri møði. Tann kropsliga møðin
týdning. Ja-síðan vísir hinvegin á, at ein atkvøða fyri samráðingum ikki er tað sama sum ein atkvøða fyri limaskapi. Endamálið er fyrst at fáa greiðu á, hvørjar treytir Ísland kann fáa. Samráðingarnar steðgaðu [...] framtíðarviðurskiftini við ES. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Talan er sostatt ikki um eina fólkaatkvøðu um sjálvan limaskapin [...] fevndi um 1.019 fólk. Munurin millum ja- og nei-síðuna er minkaður seinastu vikurnar. Fiskivinnan stóra stríðsmálið Fiskivinnan verður mett at vera eitt tað torførasta málið í møguligum samráðingum. Tey, sum
inn til seinasta partin av rættarfundinum. Ein teirra rópti móti tí skuldsetta: – Tað er tín skyld, at vinmaður mín er deyður nú. Løgreglufólk førdu síðani unga mannin úr rættarsalinum. Eftir rættarfundin [...] Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde. Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina [...] legði fram sum grundarlag fyri hesum, varð tó lagt fram fyri afturlatnum hurðum. Hetta víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði fyrr í dag. Tá var metingin, at ein ósemja hevði verið millum teir báðar 16
barnakoppsetingunum er minkandi. Hugburðskanning frá 2025 millum føroysk foreldur um barnakoppsetingar vísti tó, at foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur [...] tí at so nógv eru koppsett. Tá stórur partur av fólkinum eru koppsett, er trupult hjá smittusjúkum at breiða seg, og vit fáa tað, sum verður rópt hópimmunitetur. Hóast sjúkurnar eru sjáldsamar í Føroyum [...] koppseta. Tilmældar koppsetingar Heilsustýrið mælir til, at børnini fylgja barnakoppsetingarætlanini, sum er henda: 3 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (1) 5 mánaðir: Difteri,
BAKKAFROST, NAVIGARE, SAMSKIP, VARÐIN, KAPPRÓÐRARFELAGIÐ Tað er gott, at Skálafjørðurin bæði er langur, víður og góð skipahavn. Tí við tíðini er Skálafjørðurin vorðin heimstaður hjá stórum reiðaríum umframt [...] hava ein nýggjan føroyskan bát í bygging inni á gólvinum í Borg. Tað er kollfirðingurin Terji Reinert Jacobsen við ílegum av Glyvrum, sum er dugnaligi bátabyggjarin. Kappróðrarfelagið var heppið at seta Janus [...] rúma stóru menningini á so nógvum økjum her í kommununi er tvingandi neyðugt hjá Runavíkar kommunu at fylgja við og gera allar neyðugar løgur. Tað er onki mál í sær sjálvum at seta skattapengarnar inn á eina
góð fyrimynd fyri onnur. Vit høvdu sera gott samstarv, og var tað altíð stuttligt og áhugavert at práta við Hildigarð. Vit kundu tosa um alt frá at dekka borð rætt og til alla verðins situatiónina. Hildigarð [...] og áhugaverd at lurta eftir. Eitt tað besta við Hildigarð var, at mann altíð visti hvar mann hevði hana. Um mann spurdi hana um okkurt, fekk mann altíð svar, hóast tað ikki altíð var ta svarið mann ynskti [...] fóru ymiskar leiðir í lívinum, høvdu vit altíð samband, og var tað altíð stuttligt at tosa saman og minnast á gamlar dagar og annars tað, ið rørdist í samfelagnum. Hildigarð var ein av teimum, ið var við
Frá Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu: Samandráttur av frágreiðing, sum Eldraráðið í Tórshavnar kommunu hevur handað kommununi Uppgávan hjá Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu er at vera talurør fyri tey eldru [...] brúkarum. røktarheimunum eru tað serliga sjúkrarøktarfrøðingar, sum taka sær av fyrisitingarligar uppgávum á stovnunum. Ynski var um skrivstovuhjálp til hesar uppgávur, tí tað vildi frígivið røktarfakligu [...] Tilmælir Eldraráðið hevur valt at raðfesta tey, sum flest ynsktu, og tey sum hava størstan týdning. Tað er tó onki til hindurs fyri at kommunan, av sínum eintingum, raðfestir onnur viðurskifti, enn tey, sum