tekur tó undir við meirilutanum í, at skipanin fyri bólk 5 eigur at dagførast. Hann heldur, at landsstýrismaðurin heldur eigur at gera eina varandi loysn fyri bólkin enn at lata fleiri fiskidagar, hvørja ferð [...] heldur eisini, at tað verður torført at nokta øðrum bólkum fleiri fiskidagar, um grundgevingin fyri at lata bólki 5 B fleiri dagar bara er, at dagarnir hjá teimum eru uppi. Óttast fyri MSC-góðkenningini [...] rin biðin um at hækka markið á 200.000 krónur í avreiðingarvirði fyri at verða flokkaður í bólk 5 A. Eisini markið á 150.000 krónum fyri aðra arbeiðsinntøku eigur sambært meirilutanum at verða hækkað.
medisinsku seingjadeildina, fara at hava betri umstøður at vera saman við sínum nærmastu. Eisini verða nýggjar isolatiónsstovur tiknar í brúk, ið er eitt týdningarmikið ískoyti at brynja sjúkrahúsverkið til [...] eins og sjúklingar við hjarta- og lungnasjúkum, ið koma at vera innlagdir á eystursíðuni. Á H1 seingjadeildini eru einastovur, ið er eitt frambrot fyri bæði sjúklingar og teirra avvarðandi. Tey, ið framyvir [...] Landssjúkrahúsið skrivar, at sjúklingar, ið áður hava verið innlagdir á B7 og B8, verða nú framyvir innlagdir á H1 eystaru megin. Tað eru serliga sjúklingar við apopleksi og neurologiskum sjúkum – eins
varð handtikin og skuldsettur fyri herverk. Løgreglan steðgaði í gjár einum bilførara, sum yvirhálaði á einum stað, har tað ikki er loyvt. Annars hevur tað ikki verið tað stór at gjørt hjá løgregluni, sum [...] bilur skuldi snara til vinstru, og fleiri bilar hópaðu seg upp aftanfyri. Ein bilførari megnaði ikki at bremsa og rendi á bilin frammanfyri. Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu nakað av materiellum
tap fyri Belgia gjørdist endastøðin. Men í USA eru tey nøgd við, at hann førdi liðið úr innleiðandi bólkaspælinum og úr sekstandapartsfinalunum. Nú verður uppgávan hjá Mauricio Pochettino at vinna komandi [...] Gold Cup kappingina. Tað er endaspælið fyri Norðuramerisku, millumamerikisku og karibisku landsliðini. Tað verður sjálvsagt eisini uppgávan hjá Mauricio Pochettino at føra USA til HM-endaspælið í 2030, ið
Enn eina ferð byrjaði Mattias Hellisdal inni fyri Västerås SK, ið hevði dyst á heimavølli móti oddaliðnum í bestu svensku fótbóltsdeildini, Sirius úr Uppsala. Undan dystinum hevði Sirius tapt tríggjar [...] tríggjar dystir á rað, og tí høvdu Mattias og liðfelagarnir vónir um, at teir kundu fáa stig móti Sirius í dag. Men oddaliðið kom á sigursslóðina aftur við einum 1-0 sigri. Sigursmálið var skotið tíðliga í seinna [...] gekk ein drúgv løta áðrenn dysturin var tikin uppaftur. Mattias fekk 73 minuttir á vøllinum í dag. Fyri leikliga avrikið fær Mattias karakterin: 6,3 frá Sofascore og 6,1 frá Soccerstand (av 10 møguligum)
m »Oprop!« hjá týsku hersetingarvaldinum. Hesir lutirnir vórðu seldir fyri 22.000 krónur. Mett varð frammanundan, at teir fóru at geva millum 6.000 og 8.000 krónur. Klæði úr røðini vóru eisini undir hamaranum [...] Upprunaligu handritini til alla donsku sjónvarpsrøðina Matador eru seld á uppboði fyri 200.000 krónur. Undan uppboðssøluni hevði uppboðshúsið Bruun Rasmussen mett virðið á handritunum til millum 80.000 [...] vita ikki, nær ein slíkur dýrgripur verður tøkur aftur, og tað hevur heilt vist eisini verið við til at skapa stóra áhugan og høga prísin, sigur Peter Broe, serfrøðingur í savnslutum hjá Bruun Rasmussen
væntandi fyri héraðsrættin í Vesturlandi. Sakførarin vónar kortini, at ein loysn verður funnin fyrr, so skipið kann fara úr Íslandi. Næstan øll upprunaliga manningin er farin úr landinum eftir at hava verið [...] kravt skipið afturhildið sum trygd fyri einum endurgjaldskravi í sambandi við átøkini hjá manningini móti hvalaveiðuni. Umbønin hjá Paul Watson-felagsskapinum um at taka avgerðina um afturhaldið uppaftur [...] Sambært sakføraranum hjá Paul Watson-felagsskapinum var grundgevingin, at maðurin ikki hevði arbeiðsloyvi. Sakførarin, Helgi Þorsteinsson Silva, heldur avgerðina vera skeiva, tí maskinmeistarin ikki skuldi
B36. At ÍF átti heimavøll í Norðragøtu í dag kemst av, at arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði er ikki heilt liðugt enn. Tað gongur rætta vegin, og tað verður vónað, at ÍF [...] gamla Jóan Peturi Jónsson, og hetta var sætta ferðin í ár, at Ruben Møller-Nielsen var málskjútti. Og so var tað, at Martin Klein Joensen fór at gera um seg. Tíggju minuttir undan steðginum økti hann um [...] sær, at ÍF nú hevur 30 stig. Nú tað resta sjey umfør, eru tað 11 stig fram til FC Suðuroy, sum er á uppflytingarplássi. B36 er á sætta plássi við 23 stigum. Um eina viku fer ÍF at spæla á útivølli ímóti
stig. At Klæmint A. Olsen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var millum teir fyrstu ellivu, tíggju minuttir eftir steðgin økti um heimaleiðsluna til 4-0 bar við sær, at tað bar til hjá NSÍ meiri at taka [...] skoraði seinna málið. Meðan dagsskráin hjá NSÍ er heilt hugalig, nú setningurin er at vinna FM og hóskvøldið at vinna seg víðari í Europa, so er tað minni hugaligt hjá Skála ÍF. Uppflytararnir mistu í [...] smeitur. Setningurin hjá Skála ÍF er at vinna seg av aftasta plássi og upp á í hvussu so er áttanda plássi. Sunnukvøldið fær Skála ÍF vitjan av Víkingi, og NSÍ fer hóskvøldið at spæla UEFA Conference League ímóti
verandi meistararnir, og vunnu gestirnir at enda dystin 31-29. Marita var noterað fyri tvey mál og somuleiðis tvey upplegg til mál. Nykøbing-Falster hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. [...] Yvir 1.600 áskoðarar vóru mikukvøldið møttir í SPAR NORD Boxen høllini í Nykøbing Falster fyri at síggja Maritu Mortensen og liðfelagarnar í Nykøbing Falster spæla dyst móti meistaraliðnum, Team Esbjerg