verður tí ikki longur loyvt at koyra norður eftir Strandatúni um morgunin. Hetta er gjørt fyri at gera tað tryggari fyri børn og onnur í ferðsluni. Heitt verður á øll um at halda seg til nýggju ásetingarnar [...] Ein nýggj gongugøta er gjørd sunnan fyri Strandatún 4 (oman fyri missiónshúsið) til børnini at ganga á niðan í skúlan. Tann gamla gøtan er norðan fyri Strandatún 4. Tey, sum koyra børn í skúla, skulu tí [...] ásetingarnar. Komandi dagarnar verða fólk á økinum fyri at leiða ferðsluni, skrivar Sjóvar kommuna á sjovar.fo..
men eingin fólkaskaði hendi. Løgreglan sigur, at sýnið í krossinum er eitt sindur avmarkað, men tað broytir ikki upp á tað, at bilførarar hava skyldu at halda víkiskylduna. Vanliga fær ein bilførari í [...] í minsta lagi eitt klipp í koyrikortið fyri at bróta víkiskylduna. Endar brotið við einum samanstoyti, kann tað eisini hava við sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
frá føroyska skattgjaldaranunm, fer út at spæla jólamann við yvir fyri útlendskum ferðafólkum og bjóðar teimum nærum ókeypis flutning - tað er spottprísur einas at gjalda 95 kr fyri eitt ferðafólk t.d. [...] sum Føroyar, ikki at taka pening fyri almennar tænastur. Hvar er Vinnuhúsið, politiska skipanin, Vinnumálaráðið - er hettar tann politiski viljin og er ongin borgarligur politikkur at hóma í hesari samgonguni [...] í Føroyum, so mugu útlendingar til at gjalda eyka, eins og hetta verður gjørt í øðrum londum, sum vit sjálvi ferðast til. Ferðavinnan skuldi gerast eitt eyka bein at standa á fyri føroyska búskapin, men
hava somuleiðis ført fram, at vegurin millum býlingarnar kennist ótryggur, og at bilarnir koyra skjótt. Ein tvívegis felagsbreyt fyri gongufólk og súkklufólk verður mett at vera tryggasta loysnin. Hon [...] Vika Tað er kortini ikki lætt at fáa pláss fyri leiðini allastaðni. Inni í Vika er trongt, og sambært ætlanini er neyðugt at taka serligt náttúruatlit. Ein møguleiki er at seta hámarksferðina niður í 40 [...] Ein serstøk gongu- og súkkluleið millum Sandslíð og Meginskúlan verður mett at kosta millum 40 og 60 milliónir krónur. Loysnin er eitt av høvuðsuppskotunum í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu.
tekur við starvinum eftir nærri avtalu. Sum stjóri fer Rune Nørregaard at standa á odda fyri at menna LÍV við serligum denti á at styrkja raksturin, skapa góð og støðug úrslit og seta eina greiða, strategiska [...] ið megnar at sameina strategiskt yvirlit við tryggan rakstur og greiða leiðslu. Hann kennir føroyska samfelagið og vinnulívið væl, og nevndirnar eru sannførdar um, at hann er rætti persónurin at standa á [...] ábyrgdina av at stovna lívstryggingarfelagið NordikLív, og var hann fyrsti stjórin í felagnum. Hann hevur eisini nevndarroyndir frá tryggingarfeløgunum Trygd og Vörður og hevur áður verið góðkendur til at leiða
ni og verður við til at tryggja, at hon verður løgd til rættis og framd so væl og effektivt sum gjørligt. Ein týðandi partur av starvinum er eisini innkeyp av rávøru. Tú kemur at arbeiða tætt saman við [...] fevnir m.a. um: at hava ábyrgd av dagligu framleiðsluni og tryggja gott samstarv tvørtur um virkið at hava ábyrgd av innkeypi av rávøru til virkið; herundir regluligt samskifti við skip at tryggja ein effektivan [...] heild dugir væl at skapa og varðveita góð sambond trívist við ábyrgd og dugir at taka avgerðir í einum virksemi, har umstøðurnar kunnu broytast skjótt hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta við
eftirløn. Jacob Vestergaard heldur, at ein líknandi skipan kann vera viðkomandi í Føroyum. – Eg fari at heita á Tryggingareftirlitið um at taka upp samband við feløgini fyri at kanna, um tørvur er á einari líknandi [...] skal virka fyri, at kundarnir fáa størst møguligt avkast í mun til váðan. Nevndin skal áseta íløgupolitikk, mørk fyri váða og mál fyri avkastið. Feløgini skulu eisini hava mannagongdir til at fylgja við vinningi [...] Tryggingarlógin verður dagførd Tryggingareftirlitið og Vinnumálaráðið eru farin undir at dagføra tryggingarlógina. Ætlanin er, at føroyska lógin í høvuðsheitum skal samsvara við nýggju donsku tryggingarlógina
hóast stóru áskoðarafjøldina eydnaðist als ikki at fáa norska partin av endaspælinum at bera seg. Norges Håndballforbund váttar fyri norska miðlinum VG, at sambandið hevði eitt hall upp á 9,5 milliónir norskar [...] stórar fjøldir av føroyskum áskoðarum vóru við til at seta sín serliga dám á kappingina. Men nógvu áskoðararnir vóru ikki nóg mikið til at fáa roknistykkið at ganga upp. – Tað er ikki superdramatiskt. Tað er [...] hondbóltssambandið ávarar nú um, at tað ikki gevur meining at halda fram við stórum endaspølum, um eingin hóskandi høll er og eingin almennur stuðul fæst. Erik Langerud vísir á, at nógvu útlendsku áskoðararnir
B36. At ÍF átti heimavøll í Norðragøtu í dag kemst av, at arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði er ikki heilt liðugt enn. Tað gongur rætta vegin, og tað verður vónað, at ÍF [...] gamla Jóan Peturi Jónsson, og hetta var sætta ferðin í ár, at Ruben Møller-Nielsen var málskjútti. Og so var tað, at Martin Klein Joensen fór at gera um seg. Tíggju minuttir undan steðginum økti hann um [...] sær, at ÍF nú hevur 30 stig. Nú tað resta sjey umfør, eru tað 11 stig fram til FC Suðuroy, sum er á uppflytingarplássi. B36 er á sætta plássi við 23 stigum. Um eina viku fer ÍF at spæla á útivølli ímóti
serliga um loksins at hava fingið frálík høli á Biskupstorginum. Høvuðskokkurin, Kob, sum hevur verið ein partur av Etika síðan byrjan, er í Klaksvík fyrstu dagarnar fyri at tryggja, at nýggja matstovan [...] byrjan. - Vit eru bæði fegin og stolt av at lata okkara fjórðu Etika-matstovu upp í Føroyum. Vit vóna, at norðoyingar og tey mongu, sum vitja í Norðoyggjum, fara at leggja leiðina framvið og fáa eina góða