standa fyri arbeiðnum at fyrireika, og reka Suðuroyartunnilin, hevur havt sín fyrsta fund. Bergur Poulsen, formaður í nevndini, sigur, at tey eru eisini farin til verka við at leggja eina ætlan fyri tí f [...] Suðuroyar at hyggja at umstøðunum í Sandvík, og at tosa við bygdaráðið í Hvalba. – Bæði fyri kostnaðin, og fyri trygdina, hevur tað stóran týdning, at ein undirsjóvartunnil er so stuttur sum gjørligt, [...] náttúruna og bygdirnar í huga, tí bygdarløgini skulu heldur ikki smildrast sundur. Har skal vigast fyri og ímóti fyri at finna tey røttu støðini til tunnilsmunnarnar. Bergur Poulsen sigur, at tað er ilt at siga
- Vegna RS-virus hava vit valt at niðurleggja mammubólkarnar við teimum yngstu børnunum fram til nýggjárs. Tað merkir, at vit frámæla øllum mammubólkum við børnum yngri enn tríggjar mánaðir. Tað siga tey [...] kunnu smitta – eisini tey vaksnu. Gigni vísir á, at tað tískil er umráðandi at halda frástøðu frá teimum smáu børnunum, um vit eru forkølað, hosta ella hava onnur sjúkueyðkenni. - Sjálvandi kunnu foreldur [...] at foreldur ikki fara í stórar fólkamongdir ella aðrar samkomur við sínum smáu børnum, tí vandi er fyri smittu við RS-virus allastaðni, tá RS-virus er í hæddini. Í Gigni vísa tey á, at besta smittuverja
avbjóðingar, sum eg vil virka fyri at loysa, verði eg vald 8. desember. Fyrst og fremst, skulu vit hava smærri skúlaflokkar. Í dag eru 24-27 næmingar í hvørjum flokki á teimum størri skúlunum, og summar tíðir [...] lærarunum má vera í hásæti, so vit hava besta tilfeingið til framtíðina. X við Honnu Ovadóttir valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið
Er tað nakað, sum føroyingar hava áhuga fyri, er tað seyði. Men fyri at fáa so góðan seyð sum tilber, hava tey nú í fleiri ár skipað fyri seyðasýningum, har tey hava leitað eftir bestu brundseyðunum í [...] landinum. Tilsamans vóru 12 virðislønir, tí nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki fekk virðisløn. Av teimum 12 virðislønunum endaðu fýra í Suðuroy. Annars var úrslitið av lands-seyðasýningini hesaferð, hetta:
tríggjar kvinnur heiðraðar, tá Nes kommuna skipaði fyri jólaborðhaldi fyri starvsfólkunum. Turid Hansen fyri 20 ár, Súsanna Skoradal fyri 20 ár og Karina Olsen fyri 25 ár í starvi hjá kommununi. Tær arbeiða allar [...] dagliga, gera sítt allar besta fyri at røkja sína uppgávu. - Hetta virðismeta vit sera høgt, segði borgarstjórin, sum takkaði teimum trimum fyri sera gott samstarv og fyri bæði trúgva og drúgva tænastu [...] tænastu. Við høvið fingu tær tríggjar, Turid, Súsanna og Karina Olsen, gávur og blómur, samstundis sum teimum varð ynskt framhaldandi blíðan byr.
verður mótróknað fyri tey, sum bara hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av. Eg vil takka tykkum eldru í samfelagnum, fyri at tit hildu út gjøgnum 90ini. Persónliga havi stóra virðing fyri tykkum! Tjóðveldi [...] , eins og hjá teimum flestu sum sigla. Eg haldi, at eg havi nakað at bjóða hesum landi og tí haldi eg, at tíðin er komin at stilla upp og gera mun. Fiskivinnan Eg eri sera takksamur fyri, at politisku [...] reiðarí kempaðu fyri at yvirliva og nakrir av hesum aktørum komu ígjøgnum, har aðrir fullu. Tá ið t.d. gøtumenn bygdu Trónd í Gøtu, vórðu teir kallaðir svakir og teir pansettu hús og heim fyri tað. Persónliga
ikki “kopiera” loysnir, men taka útgangsstøði í teimum serligu avbjóðingunum, sum lítla samfelagið hjá okkum setir. Vit mugu seta okkum yvirskipað mál fyri nærverkstænasturnar, sum kunnu tryggja, at tæn [...] tænasturnar, sum eru nær borgarunum, eru samanhangandi og samstarva væl, so fólk fáa hjálpina, tá teimum tørva hana. Vit eiga at fara at uppfata “heilsuverkið”, sum samansett av einum “sjúkrahúsverkið” [...] hátt enn tær eru í dag. Tað má gerast eitt meira greitt ábyrgdarbýti millum tær ymisku skipanirnar fyri at tryggja at fólk ikki “detta niður ímillum”, tí ymiskir myndugleikar hava ábyrgdina. Vit mugu tora
tað til, at eitt land, sum er so væl fyri, kann veita so ringa tænastu, til ein so stóran part av fólkinum? Her eru nøkur fá dømi uppá, hvussu veruleikin sær út fyri fleiri, beint nú: Sum smábarn er onki [...] onki ansingartilboð til tín - jú, kanska, um foreldur tíni hava møguleika fyri, at sigla yvirum fjørðin, fyri at avlevera og heinta. (T.d. fáa børn úr Havn bjóðað ansingarpláss í Nólsoy). Sum skúlabarn er [...] mugu útsetast, fyri at vit fáa loyst hetta? Alt dettur aftur á raðfestingar! Eg gleði meg til, vónandi, at vera við til at finna loysnir, veruligar haldgóðar loysnir! Tí stilli eg upp fyri lista C, Javn
fólkaflokkurin rimmar fast og bakkaði ikki fyri trýsti. Fólkaflokkurin hevur allatíðina staðið fast við at vit skuldu gera eina fiskivinnuavtalu við russar, bæði fyri at tryggja landi okkara milliarda virðir [...] hetta hevur fólkaflokkurin syrgt fyri. Nú er sjógvurin slætnaður aftur, nú er klárt hjá hinum at koma undan loringini av fólkaflokkinum aftur og byrja at brúka av teimum virðum ið Fólkaflokkurin hevur tryggja [...] tryggja. Fólkaflokkurin er einasti garanturin fyri vælferð, tí uttan eina sterka vinnu ið skapar virðir er onki at býta til vælferð. Jóhan Eli Poulsen Valevni fyri Fólkaflokkin.
ES-nevndin hava tætt samstarv og skulu m.a. virka fyri at londini, sum luttaka í Horizon Europe hava møguleika at luttaka í COST netverkum. Umboð fyri COST vóru fyrr í ár í Føroyum við kunning um møguleikarnar [...] stendur fyri European Cooperation in Science and Technology. COST var sett á stovn í 1970 og er tí væl eldri enn stuðulsgrunnarnir hjá ES-nevndini, sum t.d. Horizon Europe, men COST netverk slóða fyri og skapa [...] gevur føroyskum granskarum rætt at luttaka í COST netverkum á jøvnum føti við onnur og við øllum teimum ágóðum, sum COST hevur at bjóða. Umframt netverk hevur COST virksemi, sum t.d. verkstovur og tiltøk