sum hava yvir 400 hk, eru við í greiningini. Útróðrarflotin og eitt nú trolbátarnir, sum um sumrarnar hava loyvi at fiska á landleiðini, eru ikki við. Í blaðnum fríggjadagin høvdu vit nakað um greiningina [...] lotanum, og í dag fara vit at hyggja at gongdini hjá føroysku fiskavirkjunum, sum eru við í roknskapargreiningini hjá NOTA. Luttakandi feløgini, sum eru við í hesi greining, eru P/F Føroya Fiskavirking [...] hall upp á 58,7 miljónir. Hetta er tó eitt frægari úrslit enn í 2007, tá samlaða hallið var heilar 103,7 miljónir krónur. Í síni frágreiðing, sum vit venda aftur til seinni í hesi grein, vísir NOTA á, at tað
Heiðrikur á Heygum sína seinastu konsert á hesum sinni, og verður tað í Reinsarínum. Heiðrikur á Heygum, ið hevur verið at hoyrt á fleiri festivalum í summar, bjóðar nú til sína seinastu konsert á hesum sinni [...] m at framføra nýggj løg, ið eftir ætlan skulu á útgevast á einari fløgu, sum kemur út fyrst í komandi ári. Og nýggju løgini eru nakað øðrvísi enn tað, vit áður hava hoyrt frá Heiðriki. -Eg haldi, at nýggju [...] Heiðrikur á Heygum, ið kortini er væl nøgdur við gomlu fløguna. Aftrat sær hevur Heiðrikur millum annað Una Árting og Heðin Ziska Davidsen, og verður framførslan í kvøld at kalla størri enn vanligt. -Vit hava
betur, og Keld kom á mál 8 sekund frammanfyri Boga og Rógva. Í hesi skrivingini verður størstur dentur lagdur á teir fremstu súkklarnar, men afturat hesum seks, sum eru nevndir, eru 26 onnur, sum øll berjast [...] brekkuni niðan móti Eiðisskarði settu teir sterkastu rættuliga ferð á, og stór spjaðing kom í. Komir niðan á Eiðisskarð vóru bert fýra eftir á odda: Rógvi Johasen, Bogi Kristiansen, Keld Petersen og Jens Tousgaard [...] niðan úr Funningsfirði slitnaði aftari bólkurin sundur aftur. Á Skálafjørðinum fingu Gunnar og Brian tó fremsta bólkin aftur og vóru teir nú seks á odda: Rógvi, Bogi, Keld, Jens, Gunnar og Brian. Hesir vóru
Hinvegin leggur landsstýrismaðurin dent á, at tað er altumráðandi, at vit standa fast um rættin at veiða og heysta úr havsins tilfeingi, tá ið tað verður gjørt á burðardyggum og skipaðum grundarlagi. Og [...] ella hvussu fitt, fólk halda tey eru, máa vit grundarlagið undan okkara møguleikum og rættindum at gagnnýta náttúrutilfeingi, sigur Høgni Hoydal. – Tann føði, ið vit kunnu útvinna úr havsins livandi tilfeingi [...] hugsjónina um, hvussu vit skulu umsita, gagnnýta og verja náttúrutilfeingi, umhvørvi og vistskipanir í heiminum til frama fyri núverandi og ókomin ættarlið. Hann heldur, at fara vit at stigbenda ymsa burðardygga
týdning fyri trivnaðin í høvuðstaði okkara, at vit nú beinanvegin byggja eina venjingarhøll afturat, fyri at nøkta tann stóra tørv á hallartímun, sum vit ikki nøkta við verandi hallarkapasiteti. Hendan [...] og útbyggingar eru settar eru settar verk í góðum samstarvi í Býráðnum. Politiskt samstarv er nevnliga vegurin til framburð og menning og er einasti mátin at skapa verulig úrslit. Vit fara at halda fram [...] Tórshavnar Býráð samtyktið á býráðsfundi týskvøldið 4. mars 2014, at umraðfesta og seta fer á nakrar verkætlanir og útbyggingar, fyri at menna trivnaðin í høvuðsstaði okkara. Størsta einstaka íløgujáttanin
við heili 50%. - Vit fara at standa saman við hinum feløgunum, sum eru samd um at seta tiltøk í verk, um uppskotið hjá Tórbirni Jacobsen, landsstýrismanni, vinnur frama. Tað sigur felagið á heimasíðu síni [...] Blokada hugsandi Vit skulu langt aftur í tíðina – aftur til árið 1975, tá fiski-og útróðrarmenn seinast settu tiltøk í verk av tí slagi, sum hugsandi er kunnu koma upp á tal, um eitt nú Meginfelag Útróðrarmanna [...] lív ella deyð, og tí kunnu vit ikki sita hendur í favn, um lívgrundarlagið verður tikið undan okkara limum. Hetta snýr seg eisini um ogn Føroya fólks, sum ikki skal enda klórnum á fíggingarstovnum, ei heldur
eisini fevnir um kynsligan samleika. - Vit gera alt, sum vit kunnu, fyri at ávirka politisku skipanina, so tey samkyndu kunnu vera vard í revsilógini, eins og tey eru tað í grannalondum okkara, sigur Margretha [...] so. - Vit sleppa ikki málinum, fyrr enn løgtingið broytir revsilógina, so at hon eisini fevnir um kynsligan samleika. Verður tað ikki meiriluti fyri at broyta lógina, so mugu vit umhugsa, hvat vit skulu [...] Føroyadeildin hjá Amnesty International leggur nú trýst á løgmann og politisku flokkarnar fyri at fáa tey samkyndu vard í mannamunsgreinini í revsilógini. Felagsskapurin hevur sent løgmanni og politisku
fyri seg á tann hátt, at hvør broyting á eini konto varð holað inn á eitt serligt kort. Tá ið dagurin er liðugur, verða øll hesi holaðu kort við dagsins bókingum savnað saman og koyrd um náttina á Elektron [...] saman við Absalon Guttormson á Trøllanesi. Pápi Ingibjørg var Símun Petur Zachariassen. Hann var føddur í 1887. Símun Petur fór ungur á háskúlan í Føgrulíð, og í 1905 fór hann á læraraskúla. Aftaná fór hann [...] heima hetta summarið. Hon fer síðan niður aftur. Nú fer hon á húsarhaldsskúla, sum tað eisini var vanligt hjá ungum føroyskum gentum tá í tíðini. Ingibjørg fór á tann kenda húsarhaldsskúlan hjá Ingeborg Suhr
allir rógvarar eru í smittuvanda. Mett verður ikki, at møguleikar eru fyri verndarátøkum so sum maskum og handskum. Koronaráðgevingin mælir tí frá at rógva kapp í ár. Ósemja um avgerðina Tað eru tó ikki øll [...] kappróðurin ikki avlýsast (enn). Um tað versnar so taka vit tað harfrá, men sum tølini síggja út nú, er tað gott um ein til tveir mánaðir tá stevnur eru, og ber væl til at halda stevnur. Tú kundi eisini minka [...] øll, sum eru samd í hesi avgerðini. Niels Áki Mørk, sum sjálvur er rógvari, hevur á change.org byrjað eina innsavning av undirskriftum, sum eitt mótmælið til avgerða hjá RSF, sum hann heldur er tikin ov
- Vit, sum eru uppi í politikki, eiga at ganga á odda, sum góðar fyrimyndir. Tí havi eg als onki ímóti, at lønirnar hjá okkum verða lækkaðar, áðrenn vit áleggja øðrum størri byrðar. Tað staðfestir formaðurin [...] onki ímóti, at vit fylgja í fótasporunum á politikarum í summum av okkara grannalondum, sum hava lækkað sína egnu løn fyri at ganga undan sum góðar fyrimyndir í hesum krepputíðum. Ganga á odda Um eitt slíkt [...] hesi kreppuni. - Eg eri fullgreiðir yvir, at hetta eru bara piparnøtur, men tað hevur eitt signalvirði sum vísir, at politikarar eru sinnaðir at ganga á odda í teimum inntrivum, sum skulu gerast. Formaðurin