fingið bretskan statsborgaraskap, so vit boðaðu frá, at vit eisini vildu hava Simonu við, tí tað verður væntandi ikki alt ov long tíð, áðrenn øll pappírini hjá henni eru í lagi, sigur Anya Midjord úr Hon [...] Síðani Simona á heystið í 2000 kom til Føroya, hevur hon støðugt verið ein av vandamestu álopsspælarunum í landinum. Seinnu árini hevur tað verið Stjørnan, sum hevur havt gleði av hondbóltsevnum hennara [...] hennara, men nú er líkt til, at eisini Føroyar og føroyska landsliðið fáa hesa gleði. Úr Hondbóltssambandinum verður sagt, at hetta er eitt mál, sum arbeitt hevur verið við í longri tíð. - Simona er gift føroyingi
fólkini, sum fóru á pallin til hesa legu. Samstarvsfelagirnir nýttu høvið at minnast deyða sjónleikaran: - Vit høvdu roknað við, at Paul sjálvur fór at vera her. Hetta er fyrstu ferð, vit eru uttan hann og [...] og øll kenna nú tómrúmið, hann hevur latið eftir seg, segði Danny Glover. - Paul var ein stór stjørna, men hann var ein liðspælari meira enn nakað annað. Og hann var ein maður, sum eftir mínari metan burdi
útgerð umborð á skipum og bátum, selur Gummibátatænastan eisini lívbjargandi trygdarútgerð til fyritøkur og stovnar eins og til privata húsarhaldið. Í útboðnum hjá fyritøkuni er eitt nú roykalarmar, e [...] tan selur eisini vælumtóktu Brenderup viðfestisvognarnar. – Vit hava sera góðar umstøður og alla útgerð sum krevst her í Mykinesgøtu, so vit kunnu veita kundum okkara eina góða og skjóta tænastu, sigur [...] , brandteppir, andingarverja, trygdarhjálmar og hjartastartarar. Fyritøkan hevur øll skeltir, sum eru leiðbeinandi og vegleiðandi um t.d. neyðútgongd, trappur og onnur ávarandi skeltir. Gummibátatænastan
endamálið og tað kunnu vit so bara staðfesta. Tí er hugburðurin í Býráðnum nú tann, at so má Býráðið sjálvt gjalda útbyggingina, sum er mett at kosta 34 milliónir. Hann leggur tó dent á, at onki er samtykt [...] heldur, at landið eigur at betala, eru tað eisini fyrimunir við, at kommunan betalir hana sjálv. ?Fyrimunurin er, at betala vit útbyggingina sjálvir, verða tað eisini vit, sum eiga havnina og hava ræðisrættindini [...] ræðisrættindini yvir henni. Tað merkir, at vit kunnu altíð taka ferjuleguna til aðra nýtslu seinni, halda vit at tað tænir kommununi betri enn at lata hana verða til taks hjá suðuroyarskipinum og so má tað flyta
um, men so krevjast broytingar á havnarlagnum. – Tað hava vit ætlað at fáa við, nú havnarlagið skal umvælast. Men treytin verður, at Landskassin rindar ein part av tí. Vit fara ikki at gera Hvalbiar Havn [...] um, at vit fara at fáa fíggjarligan stuðul til at gera havnarlagið aftur eftir ódnina, sum herjaði um mánaðarskiftið, februar og mars í fjør. Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba. Sum vit skrivaðu [...] um endurgjald frá Brandi Sandoy, tingmanni, á møti, og samstundis sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at arbett verður við at seta ein vanlukkugrunn á stovn, sum skal veita endurgjald fyri slíkar
avrikini hjá Sílinum á Fjarðastevnuni. Eg eri serliga yvirraskaður av dreingjunum. Teir eru mest sum eitt óskrivað blað og hava ikki so nógvar royndir. Tí vistu vit ikki heilt, hvat vit skuldu vænta av teimum [...] Farna leygardag var fimti FM-róðurin á skránni, tá 42 bátsmanningur tókust á Fjarðastevnuni á Strondum. Hjá bæði 5-mannaførum við dreingum og 5-mannaførum við kvinnum megnaði Sílið úr Havnar Róðrarfelag [...] skal ikki vera nøkur loyna, at vit høvdu sera góðar vónir til tær. Vit bæði væntaðu og vónaðu, at tær fóru at vinna meistaraheitið í ár, og tað sær jú eisini gott út nú, sigur hann. - Gott at tey ungu
kappingum uttanlands og hava eisini staðið seg væl á Oyggjaleikunum. - Góðu úrslitini eru ein ávøkstur av miðvísum ungdómsarbeiði, har felagið brúkar nógva orku upp á at raðfesta dygdargóða venjing av ungu leikarunum [...] luttaka í Reykjvík International Games. Hetta er fimta árið á rað, at felagið luttekur í hesari kappingini. - Í HBF fegnast vit almikið um, at felagið nú hevur gjørt sáttmála við BankNordik, tí tað gevur okkum [...] okkum møguleika at víðarimenna virksemi í felagnum. Vit gleða okkum til samstarvið, og vilja vit gera okkara til, at tað verður til frama fyri báðar partar, sigur Marjun Niclasen, forkvinna í Havnar Badm
sitandi samgonguflokkum varð skrivað á heysti í 2019, varð sett í har, at vit skuldu taka seinasta fetið á leiðini móti teimum 52 vikunum. Hetta er nú gjørd. Frá á nýggjárinum er barsilstíðin sett til [...] Tann 27. mars 2001 samtykti løgtingið einmælt, at vit skuldu hava eina barsilsskipan í Føroyum. Flestu (kanska allir) flokkar høvdu havt barsilsskipanina við í valstríðnum til valið í 1998. Skipanin, sum [...] vikur við bæði løn og uppsparing til eftirløn. Tær 4 vikurnar, sum komu afturat í barsilsskipanini, eru lagdar afturat felagskvotuni hjá báðum foreldrunum. Tað merkir, at mamman hevur rætt til barsilspening
rósa upp og setur sín dám á løtuna. Ikki minst nú á jólum er Ársins rósa ein minst líka týdningarmikil partur av okkara jólasiðvenju, sum Jólaskipið sjálvt. Í fáum førum eru rósur og takkarkvøður betri [...] av tí virksemi og avriki, sum Ársins rósa hevur útint. Vit tosa ikki um nakað, sum bert er gjørt í eina tíð, nakrar mánaðir, ella nøkur ár. Nei, vit tosa jú um heili 67 ár, legði hanna aftuat. –Óansæð um [...] Ársins Rósu er vorðin ein líka fastur partur av jólasiðvenjuni sum Jólaskipið sjálvt. Í ár var 14. árið á rað, at heiðurin varð handaður, og í ár fekk Klaksvíkar Hornorkestur heiðurin. –Ársins rósa hevur verið
tíðindaleiðari, Jón Brian Hvidtfeldt, nú verður sagdur úr starvi. Tað siga tey 17 í skrivinum, sum er sent kringvarpsstjóranum. Víðari siga tey, at tey hava fult álit á, at Jón Brian Hvidtfeldt hevur røkt [...] røkt sínar uppgávur eftir teimum umstøðum, hann hevur havt at arbeiða undir. - Vit vilja samstundis vísa á, at Jón Brian Hvidtfeldt er fakliga sera kompetentur, men Tíðindadeildin hevur ikki havt nóg stóran [...] til public-service skyldurnar hjá Kringvarpi Føroya. - Tí krevja vit, at ætlaða uppsøgnin av Jón Brian Hvidtfeldt verður tikin aftur. - Vit vilja samstundis biðja um fund við stjóran í seinasta lagi mikudagin