Gjáar Kommuna, sum eru við í Kommunusamtakinum í Sundalagnum. Talan er um allar kommunurnar í Norður Eysturoy og Norðurstreymoy eystantil. Tó eru Eiðis Kommuna og Funnings Kommuna ikki við í samtakinum. Saksunar [...] Eisini Gjáar Kommuna er við i samtakinum. Mikudagin hittust kommunustýrislimir í kommununum fram við Sundalagnum á fundi á Hotel Vágum. Tað eru kommunurnar úr Hósvik til Haldarsvíkar, Sunda Kommuna og Gjáar [...] Saksunar Kommuna er eisini við, men saksuningar hava gjørt av at leggja saman við Hvalvíkar Kommunu, eisini um stóra samanleggingin ikki verður til nakað. Tað er semja millum kommunustýrislimirnar í samtakinum
verður hátíðarguðstænasta í Havnar kirkju við dómprósti og biskupi. Tórshavnar kommuna hevur virkað sum fólkavald kommuna í 150 ár í dag. Og tí verður skipað fyri framsýning, kvøldsetu, konsert, barnatiltaki
Fuglafjarðar kommuna fer at skipa fyri móttøku fyri Jógvani Joensen, sum endaði á øðrum plássi í X-factor-kappingini. Móttøkan verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin - páskaaftan - og byrjað [...] fer at bjóða vælkomin og fer at siga nøkur orð. - Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Fuglafjarðar kommuna.
Tórshavnar kommuna dagførir nú pumpuskipanina á Kongabrúnni, fyri at tryggja, at Eystara vág framhaldandi verður rein. Meðan hetta arbeiði verður gjørt, vera parkeringsbásarnir á Kongabrúnni avsperraðir [...] avsperraðir. Tórshavnar kommuna sigur, at verandi pumpubrunnar eru frá áttatiárunum, og at pumpurnar eru gamlar og slitnar. Arbeiðið byrjaði í dag og væntast at vara í sjey vikur. Tað er Maskinkoyring Entreprenørar
Tórshavnar kommuna verður aftur í ár partur av altjóða átakinum ”Earth Hour 60”, sum verður leygarkvøldið. Í ein tíma fara milliónir av menniskjum kring allan knøttin at sløkkja ljósið fyri at vísa umhvørvinum [...] í miðbýnum í Havn, og annars verður heitt á fólk um at verða í tiltakinum. Earth Hour Tórshavnar kommuna Leygarkvøldið 29/3 kl.
Á síni heimasíðu í dag vísir Tórshavnar kommuna á, hvørjar nýggju freistirnar eru til eldraráðsvalið. - Uppstillingarfreistin er hin 26. oktober 2012 klokkan16, og síðsta freist at velja er hin 30. november [...] sum stillaðu upp til fyrru freistina, nýtast ikki at stilla upp aftur av nýggjum, sigur Tórshavnar kommuna.
heitir Tórshavnar Kommuna á fólk um ikki at brúka bussleiðina í ov stóran mun. Bert 9 ferðafólk sleppa í bussin í senn, og mælt verður eldri fólki frá at koyra við bussunum. Tórshavnar Kommuna upplýsir, at
Runavíkar kommuna ger í løtuni boriroyndir á Rókavegi (millum Skúlan við Løkin og MEST) og á Heiðavegi (við Hotel Runavík). Arbeiðið fer at vara í nakrar dagar, tí verða bilførara biðnir um at vísa eyka [...] eyka varsemi á hesum strekki, skrivar Runavíkar Kommuna á heimasíðu sínari. Arbeiðið er liður í fyrireikingunum til at skipa ferðsluna til og frá Skálafjarðar á best møguligan hátt.
júst hesi grein, skipar Vága kommuna fyri móttøku á Miðstaðarøkinum í Miðvági, mikudagin 14. oktober 2020, kl. 17.00 – 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Vága Kommuna á heimasíðu sínari.
Vága kommuna hevur boðið til eina navnakapping til nýggja barnagarðin á Stórutrøð í Miðvági. Nýggi barnagarðurin á Stórutrøð letur upp eftir summarfrítíðina í ár, og tað er í hesum sambandi, at tey útskriva [...] eina kapping um navn til nýggja stovnin. Vinnarin fær eina virðisløn á 3000 krónur, upplýsir Vága kommuna. Uppskot til navn skulu vera kommununi í hendi mánadagin í komandi viku.