løgreglan hevur lagt hald á eitt el-rennihjól, sum varð mált til at kunna koyra 146 kilometrar um tíman. Tað er skjótari enn nakað annað el-rennihjól, sum løgreglan í Suður- og Sønderjyllandi áður hevur lagt hald [...] watt. Tá bæði hjólini vórðu lyft upp frá vegnum og koyrd í fríum, vísti ferðmátarin 146 kilometrar um tíman. Løgreglan hevur lagt hald á el-rennihjólið, og maðurin er skuldsettur fyri fleiri brot á ferðslulógina
Fólk frá kommununi hava verið í skúlanum og kannað skaðan, og fleiri av undirvísingarhølunum hava fingið so stóran skaða, at tað í løtuni ikki ber til at hava vanliga skúlagongd í bygninginum. Í Sankta [...] vatnskaði í Sankta Frans skúla Kommunan arbeiðir í løtuni við at fáa greiðu á, hvussu umfatandi skaðin er, og hvussu skjótt bygningurin kann gerast klárur aftur. Samstundis verður arbeitt við at finna hóskandi
Í geyma er væl egnað til miðdeild . Dánial er tøkur at vitja skúlaflokkar eftir avtalu. Urd Johannesen (f. 1967) er rithøvundur. Hon hevur áður útgivið yrkingar. Ferðin til Kongurvág (2026) er hennara [...] sum er ein ræðusøga til stór børn. Silja hevur eina MA í føroyskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetri Føroya og arbeiðir sum ritstjóri á Bókadeildini. Ódjór er væl egnað til miðdeild . Silja er tøk [...] Klaksvík, til hon fór frá vegna aldur í 2025. Betta hevur fingist við at skriva og yrkja, síðani hon var ung, men Heimalambið Nella er fyrsta bók, hon gevur út. Stuttliga søgan er um lambið Nellu, sum kemur
januar í 2008, og starvið hevur hon røkt síðani. Tað er formansskapurin í Løgtinginum, ið tilnevnir landsgrannskoðaran, og virki hennara í tí starvinum er at standa fyri roknskapargrannskoðanini, umframt [...] Føroya Banka, har hon var í fimm ár, til hon kom á Landsgrannskoðanina. Beinta Dam, sum er ættað úr Runavík, er gift við Hans Christian Dam úr Havn, og búgva tey í barnaheimi hansara í Havn. Tey eiga trý [...] menning og at starvsfólkini hava sterkar og viðkomandi førleikar. Sjálv tók hon prógv sum cand.merc.aud. frá Copenhagen Business School í 2007. Nevnast kann, at Beinta var millum tey fyrstu, ið sá týdningin av
fysioterapidegnum snýr seg tí ikki bara um endurvenjing, tá sjúkan longu er staðfest ella tilburðurin er hendur. Tað snýr seg eisini um tað, sum kann gerast áðrenn. Fysioterapeutar hava førleikar til at hjálpa [...] nógv gjørt, tá sjúkan er staðfest, skaðin er hendur, ella førleikin longu er skerdur. Men vit eiga samstundis at spyrja, um vit seta nóg nógv inn, áðrenn vit koma hartil. Fyribyrging er ikki bara ein spurningur [...] vælferðartænastum verður stórur eisini komandi árini. Tað ger tað uppaftur týdningarmiklari, at vit ikki bara seta inn, tá tørvurin á hjálp longu er vorðin stórur. Fysioterapi eigur tí ikki bara at verða
gongd í bæði fiskivinnu og alivinnu, men tað er samstundis neyðugt at fáa fleiri búskaparlig bein at standa á. – Vit skulu hava eitt gott og sterkt vinnulív. Tað er eisini týdningarmikið, segði Beinir Johannesen [...] av Føroyum, tá tað snýr seg um at gerast meira búskaparliga sjálvbjargið? Hendan spurningin setti grønlendska kringvarpið KNR Beinir Johannesen løgmanni eftir ríkisfundin í Nuuk. – Ja, tað kann væl vera [...] vera. Eg haldi eisini, at vit kunnu læra av hvørjum øðrum, svaraði løgmaður. Hann vísti á, at Føroyar miðvíst royna at gerast minni bundnar av danska ríkisstuðlinum. – Vit royna alla tíðina at gerast meira
stórum formum og skapa eina kenslu av frástøðu, einsemi og leitan. Tað føroyska landslagið er ikki endurgivið, sum tað sær út. Heldur er tað til staðar sum ein innara mynd av einum staði – formað av tíð, frástøðu [...] Tórshavn UM [Ó]RÓ [Ó]RÓ er eitt myndaligt univers um støðuna millum ró og órógv – og um tað, sum liggur beint undir yvirflatuni. At venda aftur til Føroya við einari solo-framsýning er hjá Hans Olsen eisini [...] frástøðu og minni. Verkini røra seg millum veruleika og dreym, millum tað kenda og tað ókenda – og millum ró og órógv. Tey siga ikki eina ávísa søgu, men lata áskoðaran finna sína egnu. [Ó]RÓ snýr seg
statt, tá tað varð álopið. Óvist er eisini, hvussu stórir skaðarnir á tangaskipið eru, men Tasnim sigur seg vita, at eingin av manningini er deyður, eingin hevur fingið løstir, men at manningin er farin av [...] Jask. Ógreiða er eisini um smálutirnar í hesum álopinum. Ónevndar amerikanska keldur vátta yvirfyri Reuters, at USA í dag hevur lopið á fleiri iransk tangaskip, og USA sigur, at hetta er svar upp á, at [...] Lopið hevur eisini verið á iransku Kharg-oynna og í iranska havnarbýnum, Jask, verður eisini sagt frá spreingingum. Sambært iranskum miðlum lovar iranska kollveltingarhirðin hevnd fyri amerikansku álopini
skilja millum tað, vit vita, og tað, vit halda, og broyta meining, tá ið fakta tala ímóti okkum. Vánaliga úrslitið í lesiførleika er álvarsamt. Men lesiførleiki er at enda eitt amboð. Tað hjálpir lítið [...] fornuft er í stóran mun tað, sum tykist rætt út frá okkara egnu royndum. Men okkara royndir eru avmarkaðar. Vit síggja bara ein lítlan part av heiminum, minnast skeivt, leggja betur merki til tað, sum hóskar [...] hvussu komið er fram til eina niðurstøðu. Aðrir granskarar skulu kunna eftirkanna hana, finnast at henni og royna at vísa, at hon er skeiv. Vísindaligi arbeiðshátturin er ikki feilfríur. Men hann er júst bygdur
eru handlingslamin. Men tað, sum man serliga eigur at bíta merki í, er hetta: EBS avtalan hjá EFTA umfatar ikki fisk! Tískil er tað burturvið, at Jóannes Eidesgaard pástendur, at tað vil geva okkum frían [...] Jóannes Eidesgaard er, at einki ber til uttan loysing. Men pessimisma gevur okkum ikki betri handilstreytir. Visjónin hjá hesi samgonguni er at betra um handilssambondini hjá Føroyum – og tað gera vit við ella [...] ella uttan politiskar viðmerkjarar. Samband er slett ikki so ringt, serliga tá tað snýr seg um handil - men luftkastellir frá loysingarvonginum kunnu vit ikki brúka til nakað. Johan Dahl